mikudagur 7. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nógv fólk hava
tað sera smátt
– Okkara limir hava í hvussu er einki fingið burtur úr flatskattinum. Fólk ringja
javnan til okkara og kæra sína neyð, tí tey hava so lítið arbeiði og fáa ikki endarnar
at røkka saman, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Randi Jacobsen
Tað er ein spakur formaður, sum
Føroya Arbeiðarafelag fekk í fjør.
Georg F. Hansen er spakur av
lyndi, men har fyri hevur hann
sínar føstu meiningar.
Hann kendi væl felagið, tá ið
hann í fjør tók yvir eftir Ingeborg
Vinther, tí hann hevði verið
nevndarlimur síðan 1988.
– Sáttmálan dugdi eg uttanat,
tí eg havi verið við so leingi og
havi verið við til mangar sátt
málasamráðingar. Men tað vóru
so nógvar lógir og annað at seta
seg inn í, og tað havi eg brúkt
meginpartin av tíðini, síðan eg
bleiv formaður, at seta meg inn í,
sigur
miðvingurin
Georg
F.
Hansen.
Hann kemur ikki úr fakfelags
heimi, men í politisku ungdóms
árunum vaktist áhugi hansara
fyri samfelags- og fakfelagsviður
skiftum.
Av tí at hann hevur verið í
felagnum so leingi, kendi hann
starvsfólkini í húsinum, og hann
kendi seg væl komnan.
At kalla hvønn dag er hann á
skrivstovuni, men honum nýtist
ikki, sum Ingeborg Vinther gjørdi,
at gista í Havn. Tað tekur bara
góðan hálvan tíma at koyra mill
um Miðvág og Havnina.
14 ára gamal fór Georg F.
Hansen til skips. Frá 1988, sama ár
hann kom í nevndina í Føroya
Arbeiðarafelag, til 2007 koyrdi
hann buss.
– Serliga eftir at Vágatunnilin
kom, var arbeiðið strævið og
stressandi, tí skipanin var, at eg
koyrdi aðru hvørja viku. Ta
vikuna, eg koyrdi, vóru dagarnir
langir, sigur Georg F. Hansen.
Frammanundan koyrdi hann
bara til Oyrargjáar, og tá var altíð
ein hvílisteðgur, til ferjan kom.
Aftaná koyrdi hann maskinur
fyri kommununa, og tað var eitt
deiligt arbeiði.
Nógv ringja
Á skrivstovuni í Føroya Arbeið
arafelag ringir telefonin stútt.
Limir ringja og spyrja um sátt
málan og lógir.
Limir ringja um uppsagnir,
um arbeiðsgevaran, sum ikki
heldur regluna um uppsagnartíð,
og so er tað fólk, sum hava verið
sjúkrameldað og verða ikki biðin
aftur til arbeiðis. Tað eru næstan
altíð somu arbeiðsgevarar, sum
ikki halda seg til sáttmálan, sigur
formaðurin.
– Fleiri ringja eisini, tí tey
hava so fáar arbeiðstímar, og
ALS-grundarlagið er so lágt. Tey
hava ongan møguleika at fáa
endurnar at røkka saman. Tað eru
ikki stuttligar samrøður, tí vit fáa
lítið gjørt.
– Georg F. Hansen heldur hánt
um orðini hjá Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum,
um at tað skal loysa seg at
arbeiða.
– Fleiri av okkara limum fáa
ikki fleiri arbeiðstímar, sjálvt um
tey gjarna vilja arbeiða meira.
Og flatskatturin! Okkara limir
fáa einki petti burturúr. Tað er
heilt vist, at nógv fólk hava tað
ógvuliga smátt.
– Serliga í Suðuroynni stendur
illa til.
– Tí er tað gleðiligt, at virki
letur upp á Tvøroyri. Hasir menn
inir hava alt rós uppiborið, og eg
vóni, at væl fer at gangast.
Truplar samráðingar
1. mai ganga sáttmálarnir hjá
arbeiðarafeløgum út, og ætlanin
hjá feløgunum er at hava felags
samráðingar, tí tey eru samd og
hava felags áhugamál.
Samráðingarnar byrja vænt
andi um mánaðarskiftið ella fyrst
í apríl mánaði.
Enn eru krøvini ikki orðað, men
tað verða so avgjørt lønarkrøv,
sigur Georg Hansen.
Hann vil ikki koma við nøkrum
boði um, hvussu samráðingarnar
fara at ganga í ár.
– Tað er altíð trupult at sam
ráðast, og samráðingarnar verða
neyvan lættari í ár, sigur spaki
formaðurin.
– Hann tímir ikki at tosa um
útlitini ella vandan fyri verkfalli.
Verkfall er seinasta vápn, og tað
vápnið hava arbeiðarafeløgini
ikki brúkt ofta. Í hansara tíð í
nevndini í Føroya Arbeiðarafelag
var eitt stutt verkfall í 1989, fýra
vikur verkfall í 2001, og eitt lítið
sindir longri verkfall í 2003. Síðan
hevur einki verið.
Vaksandi áhugi
Georg F. Hansen harmast um,
at fjøldin seinastu árini hava
verið so líkasæl við samfelags- og
fakfelegsviðurskifti.
– Men eg havi varhugan av,
at í krepputíð eru fólk meria til
vitandi, og at høgrarákið er við
at venda. Liberalsisman hevur jú
spælt fallit við sínum miseydnaðu
íløgupolitikki og partabrøvum,
sum rapaðu.
Georg F. Hansen verður neyvan
líka drúgvur í formanssessinum í
Føroya Arbeiðarafelag sum und
ankvinna hansara. Næstu ferð
Georg F. Hansen hevur føðing
ardag, rundar hann tey 60 árini
randi@sosialurin.fo
í meldrinum
Georg F. Hansen: