Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Nú býta teir á skinninum ALFRED OLSEN Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Í gjár bar Vágaportalurin tey tíðindi, at lands­stýr­ is­maðurin í fiski­vinnu­ málum hevði latið flaka­ trolarunum kvotuna uppá 2.200 tons á Flemmish Cap, tí umsitingin hevði mælt til hetta. Tað merkir, at um­ sit­ing­in býtir á skinninum og tekur toskakvotuna, ið hevur eitt virði uppá uml. 30 mió. kr. frá línubátunum og gevur flaka­trolarunum, og hesa óskilj­andi og skilaleysu avgerð blástemplar lands­stýr­ ismaðurin. Men ikki nokk við tað, tí í grundgevingini fyri at línubátarnir, sum annars høvdu avhøvdað og heilfryst torskin og ført hann til Føroyar at verða virkaður á føroyskum fiskavirkjum, ikki skuldu hava toskin, var tí, at teir ikki kundu virka hann umborð, t.v.s. at flaka­trolararnir hava fingið álagt at virka, t.v.s skera hann til flak umborð og hava ikki loyvi til at føra heilfrystan tosk til Føroya. Hetta fær meg at spyrja, um tað nú er blivið so galið, at vit hava eina fyrisiting, sum er skaðilig fyri menning av fiskivinnuni í Føroyum?. Tá tað eru línubátarnir, ið hava vunnið okkum hesa toskakvotu, sum vit onki gjalda fyri, skulu tað sjálv­ andi vera teir, sum fáa til­lut­að hesa toskakvotu, - alt annað er skeivt. Landsstýrismaðurin skaðar forstáilsi í fiskivinnuni Eg takið fult undir við tí, at flakatrolararnir skulu hava so tryggar karmar sum gjør­ ligt, og tað gjørdu vit við at keypa teimum neyðug fiski­ rættindi í russiskum sjógvi í Barentshavinum í 2012, við 50.000 tonsum av svart­kjafta­ kvotuni, sum er meira enn helmingurin av svart­kjafta­ kvotuni uppá 94.000 tons, og við 13.500 tonsum av okkara makrel­kvotu fyri 2012. Harumframt hava flaka­ trolararnir konga­fiska­kvotu í Irmingarhavinum, og tað sær út til, at teir koma at fiska av makrelkvotuni í føroyskum sjógvi aftur í ár. At vit tryggja flaka­trol­ar­ unum hesi fiskirættindi, skap­ ar nakað av ónøgd millum aðrar aktørar í vinnuni og í tí politisku skipanini, sum setir spurnartekin við, um prís­urin fyri toskakvotuna í Barents­ havinum ikki er ov høgur, og hví hesir bát­arnir eisini kunnu fiska makrel í føroyskum sjógvi, tí so er minni til nóta- og trolbátar, fyri ikki at tala um útróðrarflotan og línuskipini, sum higartil ikki hava fingið at smyrja knívin. Men við hesi avgerð um kvotuna á Flemmish Cap, stoytir so umsitingin í Fiski­ mála­ráðnum bensin á bálið við at taka søgulig rætt­indi frá línu­skipunum á Flem­mish Cap og gevur flaka-trolar­ unum, hvørs eigarar í hesum døgum sita og býta kvoturnar á skinnunum, har ein bátur fær tillutað toska­kvotuna á Flemmish Cap, móti at hinir afturfyri fáa burtur av hansara kvotu í Barents­ hav­inum, t.v.s. økta kvotu á Barensthavinum. Úrslitið av hesum verður, soleiðis sum eg síggi tað,, at flakatrolararnir fáa allan fiski­ flotan ímóti sær, tí nóta­flotin kann saktans fiska svart­ kjaftakvotuna og makrelin, og lemma-, og par­trol­ararnir vilja fegnir hava meira av makrel­kvotuni, og bæði línu­ skip og trolararnir vilja sleppa í Barents­havið at fiska tosk. Í hesum hevur fyrisitingin og landsstýrismaðurin handl­að óforsvarligt móti tí samlaðu fiskivinnuni i Før­ oyum, og hesum taki eg ikki undir við, men vil virka fyri, at allir partar í tí føroysku fiskivinnuni fáa tillutað sín part, tí tað kann ikki vera rætt, at tað týdn­ingarmesta fyri at fáa kvotur og fiskirættindi, er “sum maðurin segði á sinni” at kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum ella fólki í umsitingini. Eru allir bilførarar ikki líka fyri lógini? N æsti almenni fyri­ spurn­ing­urin til hátt­ virda lands­stýris­ mannin, Kára P. Højgaard, sum umsitur Akstovuna. Eygleiðarar undrast møgu­liga, onnur yppa kanska øksl? Nú var hann aftur har við hasum koyrikortinum.Men hví hevur hetta málið týdning? Orsøkin er einføld: Ein mað­ur svímar í heitu høl­un­ um hjá Miklagarði í SMS í apríl 2010, aftan á ein strævn­an og drúgvan ar­beiðs­dag. Hetta fekk ógvus­ligar av­leið­ingar fyri und­ ir­rit­aða. Avleið­ingarnar kundu lætt­liga verið enn álvarsligari. Søgan í stuttum Hvat hendi so fyri tveimum árum síðani í Miklagarði? Eftir stutta vitjan á Lands­ sjúkrahúsinum (LS), har eg var kannaður frá høvur til tá, har eg eisini varð heila­skannaður, EEG kannaður, blóðroyndir og landroyndir v.m. har í síðsta enda royndi yvirlæknin og neurologurin, Poul Joensen váttaði, at eg var spillfrískur og nýtti orð sum »dehydrering« = vætu­mang­ul um tilburðin. Sum so ikki nakað óvanligt, sum kann henda teimum flestu! Men ólukkutíð fyri meg, so hevði ein tilvildarligur ung­ur hjálparlækni á LS tik­ið sær ov nógv vald, og hesin helt at tað var hansara skylda, at fráboða Akstovuna um tilburðin. So hesin sami hjálparlæknin hevði longu, meðan hann tók pulsin í mó­ttøkuni á Skaðastovuni av­gjørt at fráboða Akstovuni, at eg hevði fingið boð um ikki at føra bil áður enn eg hevði fingið nærri boð. Hetta gjørdi hjálparlæknin utt­an at ráðføra seg við eitt nú tann roynda yvirlæknan/neuro­login. Tað kann beinanvegin stað­ festast, at her er »av­greiðs­l­an« viðvíkjandi líkn­andi tilburðum á LS ógvuliga tilvildarlig. Ketan fer longu av her, tá tað kemur til at javnstilla borgaran. So er tað sagt! Eg hevði kunnað givið navngivin dømi, men skal kortini ikki gera tað her. Tað áhugaverda Tó nú kemur tað áhuga-verda: Akstovan, sum fekk »lítla­ fingur« frá hjálpar­læknanum á LS tók allan armin! Eis­ini sjálvt um allar tær kann­ing­ar, sum vóru gjørdar fyri­lógu í mínum máli. Eitt nú ein seinni læknaváttan frá komm­unu­ læknanum (daterað 18. mai 2010), sum staðfesti, at eg var spillfrískur, og at talan hevði verið um eitt »eingangs til­feldi«, har dehydrening var orsøkin. Akstovan hevði her møgu­ leikan at staðfesta fakta í málinum og at enda málið = maðurin er frískur = og hevur tí fullan koyrirætt. Hetta er tað, sum fær meg at nýta orð sum »MAKT­ VREINGJAN«. Bart út sagt, hetta er »VANT­ ANDI EYЭMJÚK­LEIKI« í arbeiðinum hjá stjór­an­um á Akstovuni. Hetta var/er neyvan gjørt ímóti t.d. ein­um í familjuni ella einum vini ella kenningi hjá stjór­anum á Akstovuni. Og eg kann bara gita hví. Nei! Nú var málið sent ví­ ð­ari til Landslæknan, sum tykt­ist bara at verða para­graf­ iskur? Tann føroyski lands­ lækn­in sendi málið til Heilsu­ myndug­leikarnar í Danmark (Sundhedsstyrelsen) at av­ greiða. Skriv­stovu­av­gerðin hjá danska »Sund­heds­styr­elsen« var seinni: ein frátøka av koyri­ kortinum hjá mær! Heimildarloysi Men longu áðrenn danska »Sund­hedsstyrelsen« kom upp í málið hevði tann før­oyska Akstovan longu tikið mín koyrirætt, í óásetta tíð. Eitt var, at eg sambært læknaváttan var spillfrískur; men nú skuldi eg uppliva, at Akstovan at síggja til tók mítt koyrikort uttan at vísa til hvørja heimild teir høvdu. Hetta fekk meg at vitja Akstovuna, fyri at spyrja, um hetta ikki alt samalt var ein stór misskiljing? »Nei« vóru arrogantu boðini hjá Akstovuni. Sleptur uppá fjall fór eg til sakførara við einum fyrispurningi, um Akstovan ikki var farin út um mark? Sakførarin hjá mær staðfesti eftir gjøllari kanningar og grundgevingum, at her var Akstovan farin út um tað, sum lógir og kunngerðir áseta her á landi! Men Ak­stovan var kortini hvørki at høgga ella stinga í! Rættartrygd Seinni eru skjøl komin undan kavi í málinum, sum vísa, at tá ferðslulógin fyri fáum árum síðani var broytt, tá var eitt ávíst samskiftið millum Landslæknan – Akstovuna og Vinnumálaráðið, sum vísir, at tað var nóg mik­ið bara við donskum rund­skrivum, ið settu danska »Sundhedsstyrelsen« sum evsta valdsharra, tá tað kom til heilsumál í Føroyum. At síggja til skal Akstovan, hóast tann føroyska ferðslu­lógin ikki nevnir »Sund­heds­styrelsen« við einum orði, kortini blint akta boðini, sum koma frá Sundhedsstyrelsen, umvegis tann føroyska lands­læknan. At Akstovan fyriskipar rætt­n­ingslinjur viðvíkjandi dekk­um og motorum v.m. við rund­skrivum er sín sak, tí tað eru »deyð« ting í einari rættu­ ligari umskiftiligari verð. Men í hesum føri er talan um menniskju/samfelags-borg­ arar, og konkret førara­rættin til akfar, og harvið livi­breyðið hjá einum sam­felags­borgara. Tá burdu aðrir bollar komið í suppuna, heldur enn at lata einum myndugleika í einum øðrum landi ta av­gerandi orðið og valdið. Og so bara stinga høvdið í sandin. Hetta er als ikki gott nokk, Harra Lands­stýrismaður, Kári P. Høj­ gaaard! Tá kundu vit eins væl av­rættað fólk fyri eitt nú óviljað manndráp, tí nakrir embætismenn úti á Nesinum, og stjórar annars vórðu samdir um at fylgja lógum, kunn­ gerðum og rundskrivum í eitt nú Texas?? Stjórin á Akstovuni kem­ ur í frágreiðing sínari, uttan at hava nakað konkret svar uppá fyrispurning mín við undanførsluni, at undir­rit­aði skrivaði und­ir ”móttøkurættin av før­ararættin­um”, sum Vinnu­mála­ráðið hevði út­ flýggj­að. Jákup Jacobsen veit betur ! Men ein revur finnur altíð eina holu – hetta sigur nógv um manglandi eyð­mjúk­ leika í Akstovunar fyrisiting, sum almennur stovnur, sum vit øll eiga. Her var so aftur ein møguleika hjá Akstovuni at sleppa málinum. Tó einki kom óvart á meg. Leikluturin hjá Vinnukærunevndini Nú kundi Vinnukærunevndin um valt at avgreitt málið »Pre Forma«, tvs. eftir hvat lóg og kunngerðir áseta; men tá hesar heimildir hvørki finn­ast í lóg ella kunngerð her á landi, tá valdi nevndin at hjálpa Akstovuni við at draga fram rundskriv til Ak­stovunnar hjálp – hetta var somuleiðis fyrstu ferð, at ein »haldgóð« grundgeving er tøk fyri frátøkuni av koyri­kortinum sambært Vinnu­kæru­nevndini! Vinnukærunevndin vendi soleiðis blinda eyga til makt­ vreingjingina á Akstovuni, ið her kundi verið steðgað eina­ ferð med alla, men setti heldur »ferðslutrygdina« fram um rættartrygdina hjá borg­aranum at viga tyngri í mál­i­n­um. Tað ger tað lætt hjá em­ bætis­monnum, politikar­um og stjórum framhaldandi at stinga høvdið í sandin og lata tingini flóta. Borgarin kann so valla fyrihalda seg til avgerðir Akstovurnar framyvir. Neyvan umsita danir, m.a. danskir læknar og tann danska Akstovan hetta máls­ økið soleiðis, at borgarin, vig­aður væl og virðiliga og funnin spillfrískur, kortini missur koyrirættin - ”just in case”- sum stjórin á Ak­stovuni, Jákup Jacobsen málber seg á før­oyskum. Tann nýggi fyrispurningurin Tí havi eg enn ein fyrispurning til Landsstýrismannin, hátt­ virda Kára P. Højgaard: Hvussu ofta hevur Ak­ stovan valt áhaldandi, møgu­ liga í samráð við øðr­um mynd­ ugleikum t.d. Lands­lækn­anum at staðfesta frá­tøku av koyri­ rættið hjá borg­ara vegna svím­ilsi ella dánilsi, hóast at læknakanningar seinni vístu at bilførarin/ borg­arin var spill­frískur? So­leiðis t.d. sett fráboðan frá hjálparlækna fram um seinni fráboðanum frá ein­um royndum yvirlækna/ neuro­logi? Og er Kári P. Højgaard nøgdur við viðgerðina av mál­ in­um, sum eg havi víst á her? Er tað soleiðis vit byggja land í Føroyum? ÁLVUR DANIELSEN