fríggjadagur 9. mars 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Hesi vóru øll børnini hjá Siggu Sofíu
og Georg Teth Joensen. Hon var úr
Funningi, og hann var av Eiði. Tey
eru so endað í Havn, har øll børnini
eru jarðað í besta aldri.
Pápi Georg var Hans Jacob Joen
sen f. 1825. Hann var handilsmaður.
Pápi hansara æt Joen Michelsen,
og hann var eisini handilsmaður
á Eiði.
Mamma Georg æt Dorthea
Ejdesgaard f. 1841. Pápi hennara
Hans Andreassen stendur til at
hava verið skúlalærari.
Foreldrini hjá Georg eru helst
deyð ung, tí 18 ára gamal stendur
hann til at búgva hjá beiggjanum
Hans.
Georg giftist 31.januar 1904 í Eiðis
kirkju við Siggu Sofíu Petersen f. 2.
juni 1873. Hon var úr Funningi. Hon
var dóttir Elsebeth Andrassdóttir
f. 1837 og Johannes Petersen f. 1839
undir Reyni í Funningi. Hann stendur
til at vera keypmaður eisini.
Hon var tískil systkinabarn Knút
Petersen eldra, kendur skómakari í
Havn, sum giftist við Isalinu, systir
Djóna í Geil. Onnur systkinabørn í
Havn vóru Anna Sofía Egholm og
Nella Tórsheim.
Sigga og Georg hava búð á Eiði
tey fyrstu árini, tí tvey elstu børn
ini eru fødd á Eiði, tað seinna í
1908.
Tað einasta, sum vit vita um
hann á Eiði er, at hann róði út í 1905
við 5-mannafarinum Elisa av Eiði.
Tey eru so flutt til Havnar eftir
1908, tí seinasta barnið er føtt í
Havn í 1915.
Mistu øll børnini
Sigast kann, at eydnan hevur ikki
verið við teimum í Havn. Øll teirra
børn doyðu í besta aldri.
Elsta barnið var Dorthea Elisa
beth Maria, fødd í 1905. Hon varð
konfirmerað í Havnar Kirkju 1.
oktober 1922, og hon doyði 17.
mars 1930, bara 25 ára gomul. Hon
doyði á TB, sum var ein deild á Dr.
Alexandrines Hospital, nú Lands
sjúkrahúsið.
Ella, systkinabarn hennara,
var tá sjúkrasystur á TB. Dorthea
visti hvønn veg tað bar, og hon bað
systkinabarnið lova sær at gera seg
"í stand", tá ið tíðin var inni!
Næstur var Petur Johannes
Jacob Emil Sofus. Hann var føddur
í 1908, og varð konfirmeraður 25. 10
1925. Hann doyði 4.8. 1933, eisini 25
ára gamal.
Yngstur var Hans Jacob Sonne f.
1915. Hann doyði longu í 1931, ikki 16
ára gamal.
Tískil mistu tey síni trý tilkomnu
børn innan fyri góð trý ár. Tey eru
vist øll deyð av tuberklum. Hava
kanska smittað hvørt annað. Petur
gjørdist fyrst sjúkur men yvirlivdi
bæði systkini.
Gomul havnarfólk minnast tey
bæði. Tey minnast eisini, at Sigga
plagdi at vera so “trist”, tað var ikki
løgið.
Í Havn búðu tey ymsastaðni.
Fólk minnast tey at hava búð yviri
í Trøð í húsinum hjá Petru og Jens
Olsen, kendur handilsmaður í
Havn. Tey hava búð í Rættará og
í húsunum har Kondittaríið hjá
Restorff seinni helt til.
Gjørdist skipari
Georg Teth Joensen var føddur
4. januar 1872 og tók skiparaprógv
hjá Jens Mohr í 1901. Fyrsta skipið
hann førdi mundi vera Lalla Rookh,
kanska bert onkran túr. Hetta var
kenda skipið hjá Jens Mohr.
Georg førdi H.M. Stanley hjá
Garðamonnum í 1903. Í 1904 førdi
hann Snowdrop eisini hjá Garða
monnum í Vági í farmasigling.
Vágssluppina Reginu førdi hann
í 1905. Annars hevur hann verið
bestimaður hjá Christian Evensen
í nógv ár. Hann var havnarmaður
og búsettist í Grimsby. Men hann
reiddi út ein stóran flota, sum fyri
ein stóran part fiskaði undir Íslandi,
har hann eisini hevði virksemi
á Akureyri. Tað vóru nógvir før
oyingar við hansara skipum.
Georg var skipari á deksbátinum
Mariu Elisabeth í 1911.
Ì 1917 førdi Georg helst sluppina
Valderø hjá kunoyingum. Hann fór
tá út at sigla og var burtur í mong
ár.
Eftir hesum at døma er hann
farin út at sigla aftaná, at hava
fingið trý børn og tað yngsta hevur
bert verið fá ára gamalt. Tá var einki
sum var at koma heim í feriu.
Beiggin var ævintýrari
Men tað hevur ikki bara verið
Georg í ættini, sum hevur verið
siglt úti í heimi. Tað sama hevur
beiggin Jógvan.
Jógvan Joensen var føddur 4.
juni 1862 og fór 18 ára gamal at
sigla við skonnartini Frederiksvaag
hjá Restorff. Seinni var hann nøkur
ár við útlendskum skipum. Jógvan
í Pállstovu tók stýrimansprógv á
Nordby á Fanø 30. november 1888
og skiparaprógv 8. februar 1901
í Keypmannahavn. Hann sigldi
nú sum stýrimaður og skipari við
donskum seglskipum, til hann
noyddist á hospital í Cadiz. Tá ið
hann var frískur, fekk hann sam
band við skipsmeklara, sum skuldi
skaffa skipara til danskt skip, og
tók Jógvan við hesum starvi. Tá
vísti tað seg, at hetta var Sjóløvan
hjá Niels Juel Mortensen, sum
skuldi til Føroya. Hetta var undir
fyrra heimsbardaga. Ermasund
var blokerað, tí skuldi verða siglt
vestan fyri Ísland. Men teir fingu
so nógvan mótvind, at teir kortini
hildu á Ermasund, og teir komu
eisini heim í øllum góðum.
Jógvan hevði tá verið heimanífrá
í 38 ár. Hann fór til Eiðis og varð
verandi har. Onkuntíð var hann
flaggskipari við føroyskum slupp
um undir Grønlandi.
Jógvan doyði í sama húsi, sum
hann var føddur í, tann 21. oktober
1943.
Jógvan var ein rættiligur ævin
týrari. Men tíverri veit familjan ikki
nógv um hansara lív í útlandinum.
Tey vita bert, at hann arbeiddi
á einum hotelli í New York, var
gullgravari í Australia og at hann
eisini var í Suðurafrika, har hann
eina ferð kleiv upp í eitt træ undan
einum óðum tarvi!
Jógvan og Georg vóru pápa
beiggjar Onnu, konu Poul Hansen,
sum var kendur reiðari í Havn.
Seinastu árini búði Georg á Ellis
heiminum. Poul hjá Aksel Hansen
sigur, at Georg vitjaði tey javnan í
Hornabø, har hann fekk eitt glas av
portvíni og eina serut. Hann doyði í
apríl 1966, 94 àra gamal.
Keldur:
Føroya Siglingarsøga
Poul Hansen
Símun Hansen: Havið og vit I
Sigga og Georg Joensen:
Mistu øll síni børn
Tað eru nógvar harðar lagnur, sum er umboðaðar i gamla kirkjugarði. Undir
einum steini liggja trý systkin, sum vóru frá 15 til 25 ár, tá ið tey doyðu.
Komandi partur
Ì 1930 doyðu trý vaksin børn
hjá Johanna og Mortan Luther
Hansen. Í 1934 mistu tey enn
eitt barn. Enn eini syrgilig
søgu úr gamla kirkjugarði.
DORTHEA E JOENSEN
F. 25.7 1905
D. 17.3 1930
HANS J S JOENSEN
F. 22.8 1915
D. 21.7 1931
PETER J JOENSEN
F.27.12 1908
D. 4.8. 1933
Dorthea og Petur
Sonne
Brøðurnir Jógvan, sitandi, og Georg
Sigga, hon misti øll síni børn
hendur ið sleptu
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u