fríggjadagur 9. mars 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nes Kommuna søkir
eftir skrivstovufólkið til
bókhaldið
Eitt 1/2 – tíðar starv, sum skrivstovufólk/bókhaldari,
er leyst at søkja í Nes Kommunu.
Høvuðsuppgávur:
• Telefonavgreiðsla
• Bóka bankar
• Bóka vørukeyp
• Avstemma ognarar
• Avgreiða lønir
• Skriva fakturar
• Umsita útleigan av hølum hjá Kommununi
Førleikar:
• At umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir innan
skrivstovuyrki
• At umsøkjarin hevur góðan kunnleika til bókhald
• At umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika
• At umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og ert
før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt
Starvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevara
felagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Kommunuskrivstovuna á tlf. 447586 ella til Símin
Johannesen borgarstjóra á tlf. 565000.
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og
royndir skal verða Nes Kommunu í hendi í seinasta
lagi Mikudagin 21. Mars 2012.
Nes KommuNa
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Kunngerð
um broytingar
í byggisamtyktini
fyri Vestmanna Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954,
seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009,
um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum
boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundi 28. febr.
2012 hevur samtykt at gera hesar broytingar í byggi-
samtyktini fyri Vestmanna.
•
broyting av parti av matr. nr. 26a frá
almennum frítíðarøki til sethúsaøki
•
broyting av matr. nr. 275a frá frílendi til
sethúsaøki
•
broyting av parti av matr. nr. 216a frá
frílendi til sethúsaøki
•
minking av ætlaðum parkeringsplássi
omanfyri nýggja kirkjugarðin. Broytingin
umfatar partar av matr. nr. 60a og 59f.
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni
í vanligari skrivstovutíð
frá 12. mars til 2. apríl 2012
- báðir dagar íroknaðir.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum
skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna
Kommunu í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2012.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
355 Vestmanna
Til leigu ella sølu
Við hesum verður ognin matr. nr. 462, Froðba-
Tvøroyri, Kongabrekkan 9, 800 Tvøroyri, lýst til
sølu ella leigu.
Bygningurin á ognini er í tveimum hæddum,
umframt kjallara, og er hvør hæddin uml. 150
m2.
Bygningurin er frá 1967, men er nýliga ístand-
settur og er í góðum standi. Bygningurin liggur
sera væl fyri mitt á Tvøroyri við frálíkum útsýni
og góðum atkomu- og parkeringsmøguleik-
um.
Til ognina hoyra uml. 10 parkeringspláss. Grund-
økið er 313 m2 sambært tingbókini.
Innlagdar eru allar vanligar leiðingar, so sum
internet, telefon og sjónvarp. Vesi er eisini í
bygninginum.
Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Møguleiki er eisini at leiga ognina.
Nærri fæst at vita um ognina og sølu- ella leigu-
treytir við at venda sær til: Anfinn Nolsøe,
tlf. 223361, ella á teldupostadressuna:
anfinn-nolsoe@mail.fo
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Heilsuhjálparafelag
Føroya verður á Hotel Føroyum,
leygardagin tann 31. mars kl. 13.00
Skrá sambart lógum felagsins.
Formansval verður og skulu
uppskot til formansvalið
verða felagnum í hendi í seinasta lagi,
tann 17. mars 2012 kl 16.00.
Møti fjølment
NevNdiN
Regluliga floksting Tjóðveldis verður
í Vesturhøll í Fámjin í døgunum
16. & 17. mars 2012.
Skráin verður lýst seinni
Sí www.tjodveldi.fo
Tjóðveldi
Vegna konkursbúgvið Sp/f 25.06.03 verða fylgjandi
lutir lýstir til sølu:
• Ein rúgva av málingarestum
• Eitt stillads
• Tveir stigar
• Ein spartli-/sproytimaskina av slagnum PowrTwin
• Tvær málingasproytur, harav tann eina er defekt, og
• Ein bilur av mrk. Opel, árg. 1999, skrás.nr. LR 335,
hevur koyrt uml. 350.000 km.
Lutirnir verða seldir sum teir eru og liggja.
Áhugað kunnu venda sær til Inga Højgaard, adv.
ih@lawfirm.fo, ella Sigrid Midjord, skrivara,
sm@lawfirm.fo
Lutir í konkursbúgvi til sølu
AdvokAtfeLAgið
við Strond 4
YVIRI VIð STROnd 4 · TEL 20 30 40 · fax 20 30 41
LawfIRM@LawfIRM.fO · WWW.LAWFIRM.FO
JógVan PÁLL LaSSEn · PETuR EVEn dJuRHuuS
JógVan E. ELLEfSEn · anna daM · IngI HøJgaaRd
gunn ELLEfSEn · MIMI STEInTóRSdóTTIR
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo