fríggjadagur 9. mars 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 9. mars 2012
2
VIKUSKIFTI
Fleiri ringja, tí tey hava so fáar arbeiðstímar, og
ALS-grundarlagið er so lágt. Tey hava ongan
møguleika at fáa endarnar at røkka saman. Tað
eru ikki stuttligar samrøður, tí vit fáa lítið gjørt.
Georg F. Hansen, formaður í Føroyar Arbeiðarafelag
Facebook
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Síðani Facebook var stovnað í 2004, er
talið av brúkarum nærmast eksploderað.
Nógv hevur verið tosað um at avmarka
nýtsluna av sosiala miðlinum, men hjá
nógvum er hetta bara vorðið leyst tos.
Svenska kanningin er ein av teimum
fyrstu stóru kanningum, ið er gjørd av
Facebook. 1.000 persónar millum 14-
74 ár eru spurd. Og granskararnir Ida
Nilsson og Leif Denti gjørdust ikki sørt
bilsin, tá tey sóu, hvussu nógv svaraðu,
at tey høvdu tað ringt, um tey ikki vóru
regluliga online.
– Tey kenna, at tey fylgja ikki við í
tí, sum fyriferst, um tey ikki eru inni
regluliga, sigur Ida Nilsson.
Kvinnurnar í kanningini eru í miðal
inni á Facebook í 81 minuttir um dagin.
Mannfólkini eru inni í 64 minuttir. Heili
70 prosent av teimum spurdu logga
á Facebook hvørjuferð, tey tendra
telduna.
At fólk samanbera seg við hvønn
annan er eisini ein annar av vandunum
við Facebook.
– Fólk leggja ofta myndir út, tá tey
eru glað, og tí síggja tey eydnurík út.
Baksíðan verður sjáldan víst, og saman
ber man seg sjálvan við hesa mynd,
kann úrslitið vera, at man kennir seg
ólukkuligan, sigur Leif Denti.
Kanningin fer nú víðari til part tvey,
har ein av spurningunum er, hví mann
fólk provokera meira á Facebook, enn
kvinnur gera.
Tað ber til
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Kristina Háfoss / Mynd: Høgni Heinesen
klumman
Eyðun
Klakstein
Ein spildurnýggj svensk kanning vísur, at fjórði
hvør brúkari av Facebook gerst ólukkuligur,
um hann ikki kann logga inn regluliga. Tað eru
granskarar við Gøteborgs Universitet, ið hava
spurt 1.000 Facebook-brúkarar um teirra vanar
Ólukkulig
av Facebook
Fyri trimum árum síðani royndi ein 16 ára
gamal føroyskur drongur seg á 4. deildar
liðnum hjá fótbóltsfelagnum Brøndby. Hann
var júst komin niður á fótbóltsskúla og skuldi
spæla við í einum venjingardysti ímóti 2. liði
hjá Brøndby. Føroyski spælarin stóð seg væl í
dystinum, hann skoraði tvey mál, og so vildi
2. lið hjá Brøndby alt í einum hava hann at
venja við hjá teimum.
Síðani hann hevur støðugt arbeitt seg
framá í Brøndby. Eitt lítið fet her og eitt
eitt lítið fet har. Hann hevur lagt alla orku
í venjing og dystir, hevur verið áhaldandi
og treiskur, hevur vant eyka fyri seg sjálvan
mest sum hvønn dag, og í vikuni kundi nú 19
ára gamli René Shaki Joensen fegnast um, at
Brøndby beyð honum ein fulttíðarsáttmála
fyri hálvttriðja ár.
René er eitt dømi um, at tað ber til at
koma langt, um tú hevur evni og ikki minst
ert áhaldandi. Ferð eftir ferð hevur verið
staðfest, at tað er ikki nóg mikið, at fótbólts
spælarar hava góð evni. Teir mugu eisini
hava viljan og treisknið. Gunnar Nielsen,
sum er einasti føroysku fótbóltsspælarin, ið
hevur spælt í ensku Premier League, segði
fyri nøkrum árum síðani við Sosialin, at tað
var ov lætt hjá føroyskum spælarum at fara
heim til mammu, tá ið tað ikki gekk eftir vild
uttanlands.
Og tað gongur ikki bara eftir vild og beint
fram og beint upp, tá ið tú skalt vinna fram
innan eitt nú fótbólt í útlandinum. Tað er
lætt, tá ið tað gongur rætta vegin, men tá ið
tú fært eitt bakkkast og skal reisa teg aftur,
krevur tað beinharðan vilja og miðvísan
innsats. Royndirnar siga bara, at alt ov
nógvir evnaríkir føroyskir fótbóltsspælarar
hava givið upp á hálvari leið og hava leitað
heimaftur til tað trygga og kenda. Aðrir hava
hinvegin stríðst og strevast í longri tíð og
fingu løn fyri stríðið – eitt nú Todi Jónsson
og Jákup Mikkelsen, sum arbeiddu seg upp
frá botni og báðir blivu danskir meistarar í
fótbólti.
Og nú hevur René gjørt eitt veruligt
frambrot sum fótbóltsspælari. Hann skal
næstu árini venja við besta liðnum hjá einum
av størstu fótbóltsfeløgunum í Danmark.
Hann er – sambært sær sjálvum – langt frá
komin á mál sum fótbóltsspælari, men hann
hevur víst, at tað ber til at koma langt, um
vilji, dirvi og treiskni eru til staðar.
Tað ber til!
So segði
hann...
Svenska kanningin er ein av teimum fyrstu
stóru kanningum, ið er gjørd av Facebook
Mynd: Eyðun Klakstein