Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-09, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 9. mars 2012 4 VIKUSKIFTI Flogskipari Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Á heysti í 2009 byrjað Ári Danielsen sína útbúgving sum flogskipari, og tvey ár og fýra mánaðir seinni gjørd­ ist dreym­urin veruleiki – Ári er nú flog­skipari. Tey flestu fáa sær útbúgving í hesum døgum, men fá eru tey, sum sjálvi rinda fyri sína skúlagongd. Ári mátti tungu leiðina til peningastovnarnar fyri at fíggja sín dreym, sum kostar 700.000 krónur. Men tá ið tankarnir blíva við at leita upp í skýggini er ikki annað at gera, enn at taka tað seinasta stigið. – Dreymurin um at verða flogskipari vildi ikki doyggja, og eg var noyddur at gera eina roynd. Eg hevði angrað tað, um eg ikki royndi, sigur Ári. Tað krevur nógv at læra til flog­ skipara. Fyrst er ein upptøkuroynd, síðani skal heilsan kannast, og at enda er tað penga­pungurin, sum svíður. Men Ári er í dag glaður fyri sína av­gerð, og ætlar sær út í heim at fáa sær royndir. Fer ikki heim Sambært honum eru nógvir arbeiðs­ leysir flogskiparar í Føroyum, og enn fleiri fáa sær hesa útbúgving. Tí ætlar Ári sær ikki heim aftur til Føroyar enn á sinni. – Eg fari ikki heim til Føroyar enn. Tað er næstan ógjørligt at fáa arbeiði sum flogskipari í Føroyum, og tað eru framman­undan so nógvir arbeiðsleysir flog­skiparar í Føroyum, so tað er í veru­leikan ikki ein møguleiki, eg havi, greiður Ári frá. Men tað er ikki bara í Føroyum, at tað er trupult at fáa starv innan flog­ vinn­una. Eisini í Danmark er trupult, men lágprísflogfeløgini eru kortini ein møguleiki. Í løtuni eru tað flogfeløg sum Ryanair og líknandi, sum bjóða nýútbúnum flog­skiparum starv – og tað er júst hend­an leiðin, sum Ári ætlar sær. Okkara myndakvinna, Rebekka Rafael, var fyri stuttum við Ára í skúla, og her síggja vit myndirnar frá tí. Dreymurin hjá Ára Danielsen hevur altíð verið at gerast flogskipari, og aftan á at hava roynt aðra útbúgvingar tók hann avgerð um, at fylgja sínum dreymi Flúgvandi dreymurin myndir: rebekka rafael