Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tríggjar ferðir Randi Jacobsen Tað er ikki vandaleyst at hava sum arbeiði at koyra millum bygdir. Hetta kann Erling Eystur­ oy í Havn sanna. Hann hevur vørukoyring, og tríggjar ferð­ ir er tað hent, at hann í bili er tikin av hvirlu. Eina ferð hendi tað honum í Gøtu, eina ferð í rund­koyr­ ingini í Kollafirði, og triðju ferð var hósdagin á Sundi. Erling Eysturoy heldur ikki, at hann tók nøkur óráð fyri, tá ið hann um morgunin fór úr Havn. – Eg kannaði allar veður­ støðir, og boðað varð ikki frá so nógvum vindi, sigur hann. Tá ið hann var á veg suðuraftur, ringdi sonurin og segði, at tað var sera nógvur vindur í Havn. Hann beyð sær til at koma norður til Kollafjarðar við einum minni bili eftir pápanum. Veðurtíðindini hildu ikki – Tá ið eg kom til Kollafjarðar, var næstan logn, so eg tímdi ikki at ringja eftir soninum. Erling Eysturoy fór gjøg­ num Kaldbakstunnilin. – Men tá ið eg kom út, stóð alt í einum roki. Vindurin var undan, so eg væntaði tó, at tað fór at ganga. Tá ið hann so koyrdi niðan gjøgnum brekkuna eftir SEV- virkið, helt hann seg renna seg í eitt grovt kavaæl, men tað vóru einir 80-100 smá­ steinar, sum komu flúgvandi Erling Eysturoy hevur ligið á Landssjúkrahúsinum við nøkrum snuddum, hann fekk í síðstu viku, tá ið ein hørð hvirla lyfti hann og vørubil hansara uppfrá. - Eg verði skelkaður, hvørja ferð tað hendir, sigur Erling Eysturoy Út frá myndunum, tiknar á staðnum, ber til at ímynda sær, hvørja lagnu Erling Eysturoy hevði fingið, um bilurin rullaði longur oman. Myndir: Eiriku Lindenskov