hósdagur 4. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ mars 2004 ]
[ 17 ]
[ 16 ]
[ mars 2004 ]
MADAME KLETT - CONSULAT HONAIRE
20. maj fingu vit nýggj-
an franskan konsul í
Føroyum, eftir at
Valdemar Lützen, fyrr-
verandi konsul, segði
sessin frá sær. Frak-
lands nýggi konsul eit-
ur Julianna Klett, ið
varð útnevnd til heið-
urskonsul fyri fronsku
tjóðina. Til dagliga
starvast hon sum advo-
katur, men er eisini
trý-málsligur korre-
spondentur í enskum,
týskum og fronskum.
Tískil skuldi hon havt
stak góðar fortreytir
fyri at røkja nýggja
starv sítt sum consulat
honaire, ið er franska
heitið fyri heiðurskon-
sul
Tað var franski sendiharrin í
Danmark, Régis de Bele-
net, ið stóð fyri teirri for-
mellu setanini av nýggja
konsulinum. Stórfingin mót-
tøka varð hildin á Verts-
húsinum í Tórshavn, har
sendiharrin nýtti høvi til at
ynskja Juliannu tillukku við
nýggja sessinum. Sendi-
harrin vitjaði harumframt
ymiskar stovnar og ymiskar
embætismenn á sínari vitj-
an í Føroyum, og eisini fekk
hann orð á Anfinn Kallsberg
løgmann.
Spurd um, hví júst hon
bleiv útnevnd, sigur Juli-
anna Klett heldur lítillátin
seg als ikki kenna orsøkina
til hetta. Hon fortelur, at
hon fekk ein fyrispurning úr
Danmark í januar 2003,
har hon varð spurd, um
hon vildi gerast franskur
konsul í Føroyum. Hesum
játtaði Julianna, hóast hon
ikki visti hví, hví fyrispurn-
ingurin var komin til henn-
ara. Tó hevur Julianna stór-
an kunnleika til franska
mentan og fronsk viðurskifti
sum heild. Umframt at
duga franskt, hevur Juli-
anna eitt tíðarskeið búð í
París og lisið á universiteti-
num í Sorbonne.
Sum konsul er tað upp-
gávan hjá Juliannu at um-
boða fronsku tjóðina og
hennara áhugamál í Føroy-
um. Vanligu arbeiðsuppgáv-
ur hennara eru at hjálpa
fransmonnum, ið eru komn-
ir í óføri her í Føroyum. Eitt
nú tá fransmenn missa
passið hjá sær burtur ella
søkja um visum, so er Juli-
anna altíð fús til at hjálpa
teimum. Annars vitjar Juli-
anna eisini franskar sjó-
menn, ið eru vorðnir sjúkir
og liggja á sjúkrahúsið utt-
an at hava nakran at tosa
við.
Fransarnir koma...
Tilknýtið Føroyar hava til
Fraklands er fyri ein stóran
part umvegis okkara fiska-
útflutning, og Julianna veit
um ymiskar føroyskar fyri-
tøkur, ið hava deildir í eitt
nú La Rochelle og Sur la
Mére. Harumframt eru tað
eisini føroysk lesandi, ið
leita sær til Fraklands at
nema sær útbúgving. Men
líkt er til, at Føroyar koma
at hava upp aftur meira at
gera við fronsku tjóðina - ið
hvussu so er í 90 minuttir,
tí hetta er longdin á fót-
bóltsdystinum, ið verður
Føroya og Fraklands mill-
um. Óivað venja bæði
landsliðini sera hart og
nógv, men Julianna Klett
fyrireikar seg sanniliga eis-
ini og ætlar sær eisini at
gera okkurt burtur úr hes-
um merkisvera tiltaki.
-Eg hevði gott kunnað
hugsað mær at skipað fyri
onkrari reseptión fyri
franska liðið, tá teir koma
higar, sigur Julianna Klett.
Hon viðmerkir, at starvið
sum konsul er ólønt og tí-
skil má hon søkja um pen-
ing til at skipa fyri tílíkum
tiltøkum. Tá ið dóttir kenda
filmsleikaranum Charlie
Chaplin, Victoria Chaplin,
við sínum forvitnisliga "Le
Cirque Invisible", hevði Juli-
anna eisini ætlanir um at
skipa fyri onkrum tiltaki,
men hetta náddi hon kortini
ikki. Hvørjum liði franski
konsulin fer at halda við í tí
komandi landsliðsdystinum,
kunnu vit bert gita okkum
til.
Fyrsti kvinnuligi
konsul
Julianna hevur nógvar ætl-
anir fyri framman og ætlar
sær á ráðstevnu saman við
øðrum fronskum konsulum í
danska kongaríkunum. Ráð-
stevnan verður hildin í
Keypmannahavn við einari
formellari samkomu, og
Julianna hevur longu fingið
fyrispurning um hon vil lut-
taka, og hetta sigur hon
seg vera sinnaða til.
At enda viðmerkir Juli-
anna, at hon er fyrsti
kvinnuligi konsulin í øllum
danska kongaríkinum, og
hetta ætlar hon sær at
vera, so leingi hon hevur
áhuga fyri tí, sigur Julianna
Klett.