mikudagur 14. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hóast tað er eitt rárst hendilsi,
at løgmaður skrivar lesarabrøv,
so er hann virkin – summi halda
í so virkin – á Facebook.
Hann er týðuliga firtin um, at
Sosialurin í oddagreinum hevur
funnist at honum og víst á ymsar
skeivleikar í førda politikkinum
hjá landsstýrinum í mun til tað,
sum Sambandsflokkurin lovaði
undan valinum. Hann roynir á
Facebook at gera tað til, at okkurt
er galið við blaðstjóranum – at
»fleiri fólk hava spurt hann, eis
ini blaðfólk á Sosialinum...«
Harumframt kennir løgmað
ur seg eisini úthongdan og nið
urgjørdan.
– Nú kann løgmaður føla tað,
hann vil. Men er okkurt galið
við blaðstjóranum á Sosialinum,
tá hann finst at løgmanni, so er
kanska eisini okkurt galið við
Edmundi Joensen, fólkatings
manni, og Annfinni Brekkstein,
býráðslimi í Havn, tí teir føra
fram júst tað sama.
Vit kunnu taka nøkur dømi
úr kritikkinum hjá Edmundi
Joensen móti løgmanni og Sam
bandsflokkinum:
- Tann sosial-liberala stenan
er kámað burtur
- Flokkurin eltir víðgongda
høgra-liberalistiska rás
- Sjónligur munur er tí, sum
flokkurin segði áðrenn valið og
tí, sum flokkurin hevur gjørt
eftir valið
- At skatta pensjónir við inn
gjaldi er inntriv í persónliga
frælsi
- Sambandsflokkurin átti at
spola aftur til gomlu skipanina
við pensjónsskatting
- Skattapolitikkurin hjá sam
gonguni gongur ímóti sosial-libe
ralu stevnu Sambandsfloksins
- Tilfeingisgjald er ein sjálv
fylgja – sum eigur at vera eitt
kabinettmál
fyri
Sambands
flokkin
- Passar ikki at »veljarin valdi
borgarligt«, tað er ein sannleiki
við modifikatiónum
Og Annfinn Brekk
stein sigur m. a.:
- Fólkaflokkurin
stýrir einsamallur
fiskivinnu og fíggj
armálum
-
Fólka
flokkurin
trumfaði
flatskattin ígjøgnum
- Fólkaflokkurin fekk Sam
bandsflokkin at skatta pensjónir
við inngjaldi
- Samgongan ger enda á fiski
vinnupolitikkinum, sum Sam
bandsflokkurin gjørdi fyri valið
- Samgongan vil forera til
feingi til nøkur fá
- Fólkaflokkurin roynir lumpa
og lirka við rullandi loyvunum
- Fólkaflokkurin vil taka ogn
arrættin til fiskiríkidømi frá Før
oya Fólki
-
Sambandsflokkurin
fær
ein trúvirðistrupulleika at drag
ast við í nógv ár, sum hann ikki
broytir kós.
Niðurstøðan hjá Annfinni
Brekkstein er, at tað verður til
óbótaligan skaða, og bartút sagt
ein politisk vanlukka, um Sam
bandsflokkurin bara í minsta
mun verður identifiseraður við
henda hugsjónarleysa, antilib
erala politikkin hjá Fólkaflokk
inum.
Løgmaður hevur fyrr sagt,
at tað verður ikki góðtikið, at
partamenn hansara »ikki ganga
í takt«. Spurningurin er so, hvat
løgmaður ger við fólkatings
mannin og býráðslimin. Kanska
okkurt er galið við teimum? Ella
er tað so livandi galið, at at okk
urt er bagir løgmanni sjálvum?
Framtíðar samfelagið krevur, at
gjald verður lagt á nýtslurættin til
náttúrutilfeingi. Hóast tað fram
vegis eru kreftir á høgraveinginum,
sum tvíhalda um rættin at lívga
teimum fáu, so er hetta ein veru
leiki, sum ikki slepst undan. Tað
hava Fólkaflokkurin og Jørgen Nicl
asen eisini langt síðani ásannað, og
heldur enn at stríðast beinleiðis
í opnum dysti, hava tær seinastu
vikurnar boðið okkum fokusflyt
ingar av format. Hetta so flokkurin
í mest møguligan mun kann sleppa
undan fríu marknaðarkreftunum,
sum vilja ráða, um talan verður um
skipaða uppboðssølu við ríkidømi
alra føroyinga.
Nýggjasta stuntið kom í gjár,
tá »makrel-nevndin« hjá løgmanni
meldaði út, at full semja er um, at
útlendskur kapitalur ikki má eiga í
føroysku fiskivinnuni.
Fyri tað fyrsta, so er tað at kalla
nyttuleyst at koma við slíkum
ásetingum, tá Vestergaard í sama
andadrátti sigur, at útlendsk fígg
ing sjálvandi framvegis er aktuel,
men at partapeningurin skal vera
føroyskur. Kreativir fíggingarhættir,
har renta og avdráttir verða ásettir
í mun til úrtøku, og har ræðisrætt
urin hjá partaeigarunum sjáldan
er meira enn fíggingin loyvir, hava
óteljandi ferðir prógvað, at vinnast
kann á tekniskum forðingum.
Samstundis lystir okkum at vita,
hví liberali Fólkaflokkurin ræðist
kapitalin somikið illa, at hesin má
haldast burturi. Er tað veruliga so,
at útlendingar eru dugnaligari enn
føroyingar til at reka fiskivinnu – er
tað so ikki skilabest, at lata útlend
ingarnar taka sær av hesum. Og tað
fær neyvan verið av tí illa, um vit
á henda hátt eru við til at spjaða
váðan, so tað ikki er føroyska sam
felagið einsamalt, ið skal bera tey
sveiggj, sum tilfeingisvinnan altíð
vil geva. Ber tað samstundis til at
fáa eina skipaða uppboðssølu við
rættindunum til at gagnnýta okk
ara ríkidømi, kann tað bert vera til
fyrimuns fyri samfelagið, um kapp
ingin um hesi verður millum so
nógvar og dugnaligar aktørar, sum
tað á nakran hátt er gjørligt. Og tað
er væl eingin sum helst ivi um, at
Føroyar framvegis eiga hópin av
dugnaligum vinnulívsfólkum, sum
væl kunnu standa seg í hesi kapp
ing. Treytin má tó vera, at kappast
verður við sama útgangsstøði. Eitt
nú við at staðfesta, at føroyskir
sáttmálar eru galdandi, tá fiskað
verður eftir føroyskum kvotum.
Eru útlendingar dugna
ligari at reka fiskivinnu?
Í gjár bórust tey tiðindi, at allir
floksformenninir í samgonguni
standa aftan fyri ætlan
ina hjá Jacob Vestergaard,
landsstýrismanni um, at
útlendingar skulu rigg
ar av í føroysku fiski
vunnuni.
Men sum skilst er ikki
semja um hetta.
Jákup
Mikkelsen,
sum hevur verið uttan
lands, sigur seg vita lítið
um hetta uppskotið og
vil tí ikki gera viðmerk
ingar. Málið er ikki við
gjørt í samgonguni.
Tað
ljóðar
eitt
sindur løgið, at parta
maður
hansara
kemur
við hesum tíðindum, uttan at
Jákup Mikkelsen, sum bæði
er tingmaður, formaður í ting
bólkinum hjá Fólkaflokkinum
og formaður í uttanlands
nevndini og fyrrverndi lands
stýrismaður í fiskivinnumálum,
hvørki skal kenna til málið ella
vera eftirspurdur.
Jákup Mikkelsen varð koyrdur
frá sum landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
vegna
sín svágarskap til Han
us Hansen reiðara. Sami
Hanus Hansen alt annað enn heilsar
uppskotinum vælkomnum.
Fokus frá tilfeingisgjaldi
Er okkurt galið við Edmundi,
Annfinni – ella løgmannni?
Sam
bandsflokk
urin á einum
vegamóti
Annfinn Brekkstein
kjak á síðu 19
Tilfeing
isgjøld og
loyvi at
fiska
Olaf Olsen
kjak á síðu 21
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup vil
einki siga