mikudagur 14. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gráhærda
tilfeingið
er stórt
– Nú má nakað gerast, so tilkomin fólk kunnu flyta úr ov stóru
húsum sínum í minni íbúð, og at yngri fólk hava ráð at búseta
seg her, sigur Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum í Havn
Randi Jacobsen
Klokkan er ikki átta týsmorgunin,
og Wanja Petersen, leiðari í Til
haldinum í Havn, er longu komin
til arbeiðis.
Húsið letur upp klokkan níggju,
klokkan 10 er morgunsangurá
skránni, og seinnapartin ein fyri
lestur.
Meðan hon fyrireikar dagin,
hevur hon stundir til eitt lítið
prát.
Á skriviborði hennara liggja
fleiri álit, sum eru skrivað sein-
astu nógvu árini um umstøðurnar
og ynskini hjá tilkomnum fólk
um.
– Allar kanningar, sum gjørdar
eru siga, at eldri fólk vilja búgva
sum longst í egnum heimi. Tað er
ikki so løgið, tí tey hava einki val.
Tey hava ikki møguleikan at fáa
sær eina íbúð, og aftrat tí kemur
beint nú, at illa ber til at selja stór
hús, sigur Wanja Petersen.
– Tann parturin kundi í nøkr
um førum verið loystur við, at
ein fíggingarstovnur keypir part
í húsaognini, so eigarin fær pen
ing til at umvæla húsini. Tað ger
ikki petti, um minni verður at
arva hjá eftirkomarunum, heldur
Wanja Petersen.
Hon tosar seg heita, tí hon
brennir bæði fyri umstøðunum
hjá eldri fólkum og fyri samfelag
num sum heild.
– Nú haldi eg, at nóg mikið er
kanað um hatta. Tað er bara at
fara til verka, sigur hon.
Broyting kemur í
Wanja Petersen trýr ikki uppá, at
tey, sum nú eru ung og tey kom
andi ungu, hava hug at fáa sær
ovurstór hús og seta seg í stóra
skuld, sum tey skulu brúka fleiri
tíggju ár um at rinda aftur. Tey
vilja hava ráð til at liva eitt gott
lív, ferðast og ikki skula hugsa tað
mesta av lívinum um at venda
hvørjari krónu.
Hon vil hava, at tað í hvussu er
í Havn so skjótt sum gjørligt verð
ur farið undir at byggja íbúðir, og
tað skuldi borið til, um ein loysn
fæst við fígging úr Húsaláns
grunninum.
– Men eg haldi ikki, at vit
skulu byggja eldraíbúðir, tí vit
mugu ikki isolera aldurbólkar.
Føroyska samfelagið er kent fyri
sítt margfeldni, har ung og gomul
búgva upp at hvør øðrum. So
leiðis eigur tað at vera, tí á sama
hátt sum tey ungu hava brúk fyri
teimum tilkomnu, eiga tey til
komnu at vera millum yngri fólk.
Lív í miðbýin
Í Havn verður nógv tosað um at
fáa lív í miðbýin, at fáa fólk at
búgva har.
– Mítt uppskot er, at soppa
fongdi Kommunuskúlin verður
rivin niður, og íbúðir verða bygdar
á grundina. Tær íbúðirnar skulu
bæði vera fyri ung og eldri. Tað er
ikki nóg gott bara at byggja íbúðir,
sum eldri fólk flyta inn í eittt nú
á Løgmannabreyt, tí so fáa vit
býlingar bara við eldri fólki.
Wanja Petersen nevnir eisini
stóru fráflytingina úr Føroyum
og úr Havn, har tey fægstu nú
hava ráð at búseta seg. Ongantíð
síðan annan heimsbardaga eru so
fá børn fødd í Føroyum, tí fleiri
ungar familjur flyta av landinum
ella koma ikki heim aftur.
– Tað er ræðandi.
Tey flestu eru røsk
Hon orkar ikki fyri hugtakinum
eldrabyrðan, tí eldri fólk eru ikki
nøkur byrða fyri samfelagið. Bara
10-12 prosent av teimum gomlu
gerast røktarkrevjandi.
– Hini eru røsk og frísk, og tey
hoppa og sprella. Tað síggja vit
her í Tilhaldinum. Her koma fleiri
og fleiri fólk, og tey flestu eru
tilvitandi um at liva eitt gott lív.
Øll mugu taka ábyrgd av sínum
egna lívi, og tað gera tey. Tey sita
við nógvari vitan og eru eitt stórt
tilfeingi fyri samfelagið, sigur
Wanja Petersen.
Hon heldur, at ikki minst undir
pedagogverkfallinum kom fram,
hvussu týdningarmikið tað er at
hava frísk og røsk tilkomin fólk.
Heilt nógvar barnafamiljur
høvdu als ongar trupulleikar av
at fáa børnini ansað, tí abbar og
ommur, langabbar og langommur
rættu eina hjálpandi hond
– Eg veit eisini um børn, sum
ikki høvdu familju í Havn, undir
verkfallinum vóru hjá tilkomnum
fólki, sum tey kendu. Okkurt par
ansaði upp í sjey børnum. Tey
tilkomnu eru ofta trygdarbólkur
hjá trimum ættarliðum.
Skeiv mynd
– Tað eru tey yngru fólkini, sum
hava skapað myndina av gomlum
fólkum, sum ein ússaligur sam
felagsbólkur. Myndin er eitt
skinklandi menniskja við rukk
uttum hondum, stavi í hond, og
sum má leiðast eftir eini gongd.
– Hatta er ikki veruleikan, og
tað síggja vit væl her í Tilhald
inum. Tað er ikki so keðiligt at
eldast. Sum onkur hevur sagt, er
alternativið ikki gott. Her koma
fleiri og fleiri fólk. Tey koma at
syngja, gera fimleik, koma til
fyrilestrar, á skeið, binda, lesa
og spæla kort, og tey koma við á
útferð. Fólkini eru tilvitandi, tey
koma við uppskotum til innhaldið
í húsinum, og soleiðis skal tað
vera, sigur Wanja Petersen.
Summi tilkomin fólk aftra seg
við at fara í Tilhaldið, tí tey halda
seg vera ov frísk. – Bíða til seinni,
siga tey.
– Tíbetur er hugburðurin við
at broytast, og tað síggja vit av,
hvussu nógv fleiri fólk vitja í Til
haldinum. Tey koma her fyri at
ríka sítt lív.
Klokkan nærkast 10 henda
fyrrapartin, og fólk streyma inn.
Knút Olsen setir seg við klaverið,
og sangurin rungar í húsinum.
í meldrinum
Wanja Petersen: