Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ein lærari á Føroya stu­ denta­skúla og HF-skeiði varn­aðist fyrst í vikuni, at onkur hevði avlúrt log-in upp­lýsingar hansara og mis­ brúkt hesar upplýsingar til at gera broytingar í frá­veru­ skipanini. Við øðrum orðum høvdu næmingarnir minkað um tal­ ið av døgum, teir høvdu verið burtur frá skúlanum. Umvegis trygdarloggin fann skúlin fram til, hvørjir næm­ingarnir vóru, sum høvdu framt innbrotið. – Tað er rætt, at tríggir næm­ingar í gjár vóru inni hjá mær til samrøðu. Avgjørt varð, at tey sluppu við eini strang­ari ávaring, men aftur­ fyri skulu tey eisini leggja øll kortini á borðið, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari. Skúlin kundi meldað næm­ ingarnar til løgregluna, tí slíkt innbrot er brot á revsilógina, bæði sum dátuinnbrot og sum skjalafalsan. Styrkja skipanina – Men í staðin fyri at melda valdu vit at brúka møguleikan at finna fram til veikleikarnar í skipanini og síðan rætta teir. Næmingarnir skulu tí greitt greiða frá, hvussu teir bóru seg at við innbrotinum, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann sigur, at tveir av næmingunum gjørdu inn­ brotið, tí teir høvdu verið ov nógv burtur frá undir­ vísingini. Triði næmingurin hevði ikki havt stóra fráveru, men luttók, tí hann helt tað vera spennandi. Skúlin hevur boðað frá, at eru onnur innbrot gjørd, vil skúlin hava tað at vita frá næmingunum sjálvum í seinasta lagi mánadagin. Kemur skúlin aftur fram á slík mál, verður næmingurin burturvístur, og málið meld­ að til løgregluna. Dátuinnbrot í Hoydølum Á Føroya Studentaskúla í Hoydølum hava tríggir næmingar fingið eina stanga ávaring fyri at hava brotið inn á dátuskipan skúlans og fyri at broyta upplýsingar um frálæru Lív skal fáast aftur i Mentanar­ húsið Randi Jacobsen Mentanarhúsið í Fugla­ firði var komið í fíggja­ r­ligt óføri, men komm­ unan helt tað vera vert at varðveita húsið, og tí yvirtók Fuglafjarðar kommunu húsið fyri 2,3 mió. krónur í skuld. Tað hendi 15. desember í fjør. Kommunan hevur kannað, hvør leistur er bestur at brúka til at reka húsið, og nið­ ur­støðan var, at húsið skal rekast sum komm­ unalur stovnur. Nú verður søkt eftir leiðara til húsið, og kommunustýrið vónar at fáa sett starvið 1. mai ella so skjótt til ber. Leiðarin fær nógv at gera. Hann ella hon skal leggja skránna yvir tiltøk í húsinum, áseta prísir, leggja fíggj­ arætlan, gera til­mæli um at seta starvs­fólk, kunna menta­mála­nevndina og haraftat hava samskifti við ein hugskotsbólk, sum setast skal. Býráðið fer at seta ein hugskotsbólk við einum umboði fyri tónleik og list, einum omboði fyri kreativa list, einum umboði fyri ungdóm, einum fyri sjónum og einum um­boði fyri eldru borgararnar. Reglugerðin fyri Mentanarhúsið varð samtykt á býráðsfundi 28. februar. Tað verður upp til leið­aran at leggja skránni, men sambært reglu­gerðini liggja nøk­ur tiltøk føst. Føstu­lávints­ hald og dansur ella stórt dansi­tiltak skal vera. I mai vrður barna- ella ung­dómssjónleikur og mentanarvika í juni. Á varmakeldu kunnu vra tiltøk, sum hoyra stevn­uni til. Har verða mentanarlig summ­ ar­tiltøk, sjónleikur í november, tiltøk í jóla­ mán­aðinum, dansur ann­ að jólakvøld og nýggj­árs­ aftan. Býráðið fekk eina óvilda teknistovu at gra eina kostnaðarmeting av neyðugum ábótum. 2,3 mió. krónur segði metingin. Mett verð­ ur, at húsið fer at kosta 1.060 mió. krón­ ur at reka, men møgu­ leikar verða fyri leigu­ inntøkum. Hundar kappast við Leynavatn Hundakapping: Leygardagin skipar Seyðahundafelagið fyri seyðahundakapping við Leynavatn. Kappingin byrjar kl.9 og kappast verður í klassa 1, 2 og 3. Seyðahundafelagið rør­ir seg væl við nógvum kapp­ ingum, og eru eisini nógvir luttakarar til hvørja kapp­ ing. albinus@sosialurin.fo