fríggjadagur 16. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð síðani vit her í blað
num fyri sløkum 20 árum síðani fóru
at skriva um teir sera, sera órímiligu
skattafríu koyripengarnar, sum løg
tings- og landsstýrisfólk fingu sær
– sá nú út til, at hetta kundi broytast
við uppskotinum, sum Rigmor Dam
legði fyri tingið herfyri.
Eftir at samgongan hevur traðk
að so nógv á fakfeløgini, tikið nógv
meira skatt av pensjónum og givið
teimum ríku stóran skattalætta, so
var væntandi, at tey í reinari eyð
mýkt fóru at lata frá sær hesi órím
uligu rættindi, sum tingfólk hava
fingið sær. At hugsa sær, at tingfólk í
2012 kunnu vera so ósmæðin og ver
uliga halda tað vera rætt, at tey ikki
skulu gjalda skatt av síni inntøku
eins og onnur fólk, tað ber boð um
eina korrumperaða politiska skipan,
sum sýnir markleysan frekleika.
Men Miðflokkurin, Fólkaflokk
urin og Sambandsflokkurin halda,
at ting- og landsstýrisfólk ikki skulu
gjalda skatt sum onnur fólk. Bill Just
inussen, Bárður Nielsen, Jákup Mikk
elsen og Rodmundur Nielsen siga, at
tað er »óneyðugt at heita á formans
skapin um at broyta hetta«, tí hetta
er ein uppgáva, sum frammanundan
liggur hjá formansskapinum.
»Óneyðugt!« siga teir... Snikk
snakk! Tað er fullkomiliga líka mik
ið, hvar hendan uppgávan liggur. Tað
eru tingfólk, sum eiga avgerðina, og
tað eru bara tingfólk, sum kunnu
broyta avgerðina. Alt annað uttan
umtos er kávalótir, tí tingfólk vilja
kráma sum mest í egnan lumma.
Tað eru so nógv vallyfti, sum eru
svikin síðani løgtingsvalið. At ting
fólk so ósmæðin vilja kráma sum
mest í egnan lumma er frekleiki,
sum hevði fingið Nicolae Ceaușescu
og aðrar markleysar kraddarar at
rodnað av skomm.
Men hóast sjálvsøkna álitið frá
meirilutanum í fíggjarnevndini, so
er málið ikki fallið enn. Sosialt til
vitað fólk eru í samgonguni. Und
an valinum var Jenis av Rana ein.
Hann tosaði nógv um fátækramark
og órímuligan skattalætta til rík.
Hetta nevnir hann ikki longur, helst
av skomm. Ein onnur er Jóna Mort
ensen, sum sigur tey veiku hava sítt
hjarta.
Tað er í lagi, at politikarar fáa góða
løn, tí annars fáa vit ikki góðar polit
ikarar. Men tað er altso ikki í ordan,
at politikarar ikki gjalda skatt sum
onnur fólk. Eitt er, at tað er órættvíst,
men tað ger eisini, at teir ikki merkja
síni sparitiltøk á egnum lumma eins
og onnur fólk og eru tí ikki førir fyri
at umboða fólkið, tá táttast skal í
fíggjarliga.
Tað er stór vanærilig skomm, um
løgtingið í reinari egoismu ignorerar
eitt uppskot um at demokratisera
og javnseta politikarar skattliga við
fólkið.
16.000 kr skattafrítt um
mánaðin er burtur úr vón og viti
Formaðurin í ungmannafel
agnum hjá Miðflokkinum,
Hallur av Rana, heldur, at
Bill Justinussen og hinir
í
samgongumenninir
í
fíggjarnevndini sýna eina
himmalrópandi arrogansu,
tá teir mæla til at fella upp
skotið um at politikarar
skulu gjalda skatt sum
onnur fólk og at kanna og
koma við uppskotum um,
hvussu prísstøði í Føroyum
kann lækka.
Tað er at fegnast um , at
tað glógvar í ungdóminum
hjá Miðflokkinum.
Út frá hesum loyva vit
okkum at gita, at Jenis
av Rana hesaferð ikki er
líka arrogantur, sum Bill
Justinussen, og at Mið
flokkurin eisini í hesum
máli gongur í tveimum.
Um tað so glógvar í
tveimum øðrum samgong
ufólkum eisini í hesum
málum, so fer løgtingið
kanska ikki at taka somu
himmalrópandi arrogantu
støðu, sum Bill, Rodmund,
Bárður og Jákup í fíggjar
nevndini.
Tað glógvar
í onkrum
tey tíma ikki at gjalda skatt
Umframt tað at tingfólk í
samgonguni ikki tíma at
gjalda skatt av allari inntøk
uni – og at tey ikki halda tað
vera neyðugt at kanna kostn
aðarstøði í Føroyum fyri at
koma við onkrum konkret
um uppskotum um, hvussu
tað skal lækkast, so vilja tey
heldur ikki broyta lukrativu
pensjónsviðurskiftini, sum
politikararnir hava fingið
sær.
Skal ein vanligur løntakari
hava so lukrativ pensjónsvið
urskifti, sum ein landsstýris
maður, so skal hann gjalda
yvir 100.000 krónur í eina
pensjónsskipan um mánaðin!
Ja, tú læs rætt, yvir 100.000
krónur um mánaðin!
Tað er so deiliga bekvemt,
tá tú sjálvur gert av tíni løn
arviðurskifti og tíni skatta
viðurskifti og tíni pensjóns
viðurskifti.
Tingfólk gera hetta av
sjálvi 100 prosent.
Og so geva tey onkrum
teirra uppgávuna at hava
ábyrgdina, til dømis for
mansskapinum á tingi og
løgmanni.
So tá uppskot kemur
um at broyta lukrativu við
urskiftini,
so
skylda tey upp á tann, sum
átti at havt ábyrgdina fyri at
tryggja sær, at einki hendir,
at eingin broytir lukrativu
lønar-, skatta- og pensjóns
viðurskiftini.
Summi viðurskifti í før
oyskum politikki eru statisk.
Tildømis hetta um skattafríu
lønina hjá politikarum.
Mottoið hjá meirilutanum
í fíggjarnevndini er í øllum
førum:
Vertin á Palliba, bara vit
fáa nóg mikið!
Løgtingsfólk vilja ikki
missa vunnin rættindi
Sær
føroyskan
politikk í
frástøðu
Jógvan Sundstein
Tíðargrein á síðu 19
Kvinnur
í politikki
serliga
skyldu
Rói Egholm
kjak á síðu 21
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16.000 kr
skattafrítt um mánaðin
í part!
Politikarar eru eisini vanligir lønmóttakarar – sum hava síni vunnu rættindi. Men tá tú áset
ir løninina sjálvur, ásetur pensjónina sjálvur og ásetur skattin sjálvur, so er tað so deiliga
bekvemt. Onkur kallar tað arrogant, at teir ikki tíma at gjalda skatt sum onnur fólk.
6.700 kr
skattafrítt um mánaðin
7.760 kr
skattafrítt um mánaðin
6.700 kr
skattafrítt um mánaðin
5.383 kr
skattafrítt um mánaðin