Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Amerikanska felagið "Princess Cruises" boðar frá, at eitt av stóru ferðafólkaskipunum teirra summarið 1913 vitjar Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið. Hetta verður fyrstu ferð Ocean Princess vitjar Klaksvík. Hjartastartarin var ov seinur Hevur lista­fram­ sýning í Dubai Randi Jacobsen Tórshavnar kommuna hevur keypt fleiri hjartastartarar, og í seinastu viku boðaði komm­unan frá, at eisini Bad­ mintonhøllin hevði fingið hjartastartara settan upp. Hetta vistu fýra menn, sum seint mikukvøldið spældu badminton í Bad­min­ tonhøllini. Mitt í øllum fekk ein av monnunum ein hjartatilburð, og farið varð at leita. Men eingin hjartastartari var at finna. Meðan leitað varð, góvu vinmenninir manninum hjarta­massasju, og tað eydn­aðist at fáa lív aftur í mannin. Tað var so heppið, at har vóru nøkur fólk, sum dugdu fyrstu hjálp. Tað gingu sjey minuttir, frá í at tilburðurin hendi, til portørarnir vóru komnir inn í høllina eftir manninum. Sjey minuttir er long tí í slíkum føri, men teir kundu ikki koma fyrr. Hevði hjartastartarin verið tøkur, hevði maðurin kunn­að fingið hjartaviðgerð nógv fyrr. Dánjal Samuelsen, hallar­ vørður hjá kommununi sigur, at Badmintonhøllin hevði fingið hjartastartaran, men hann var bara ikki sett­ur upp. Tólið lá inni í Frítíðarskúlanum, sum stongdi klokkan 17. Nú verður startarin settur upp inni í høllini, tí tey í frítíðarskúlanum sleppa altíð inn í høllina. Annars er ætlanin at fáa eitt skáp at seta hjarta­ startaran í, og skápið skal hanga við høvuðsdyrnar uttan­fyri, so eisini onnur kunnu brúka hann, um tey skuldu komið í slíka støðu. Maðurin, sum fekk hjarta­tilburðin, fór hósdagin niður á Ríkissjúkrahúsið til kanningar. Skálakonan Rutt Mikkelsen, sum er  49 ár og hevur búð í Dubai síðan oktober í fjør er sloppin gjøgnum listar­liga nálareyða hjá Emiratunum. Rutt hevur altíd verið fram­úr kreativ, hevur seym­ að, bundið og teknað. Tey seinastu fýra árini hevur hon eisini roynt seg við málipenslinum. Hon hevur tikið nøkur skeið í Farum í Danmark, har hon hevur búð seinastu 15 árini. Í oktobur í fjør flutti hon so við manninum Han­us Mikkelsen til Dubai at búgva, tí hann fekk gott starv har. Rutt setti sær fyri at  brúka fyrsta árið í Du­ bai fult út til at menna sínar listargávur. Hon fann sær skjótt eitt máliskeið at fara til og læt seg annars inspirera av øllum tí nýggja, sum hvør dagur hevði at bjóða. Úrslitið hevur   víst seg eftir bert hálvum ári.  Rutt er sloppin ígjøg­ num nála. eyða hjá Emi­ rat­unum, og hon er ein av teim fáu, sum er við á listar­framsýningi hjá DIAC - Dubai International Art Center. Evnið er "Dubai Past and Present". Framsýningin letur upp í morgin. (upplýsingarnar eru frá Thurid Samró) Hjartastartarin hjá Badmintonhøllini í Havn var júst komin men ikki settur upp, tá ið ein maður mikukvøldið fekk ein hjartatilburð í høllini Brúk fyri Arna Poulsen Randi Jacobsen Samstundis sum Arne Poul­sen varð loystur úr starv­inum sum aðalstjóri í Vinnu­málaráðnum, gjørdi løgmansstjórin Marjun Han­usardóttir av, at hann skuldi halda fram í Vinnu­ mála­ráðnum í einum undir­ skipaðum starvi. Av tí at starvið ikki er normerað, verður tað upp­ gávan hjá leiðsluni í Vinnu­ mála­ráðnum at finna neyð­ ugu fíggingina. Somuleiðis verður tað upp­gávan hjá leiðsluni at útgreina innihaldið í starv­ inum. Marjun Hanusardóttir sær einki galið í, at eitt starv verður gjørt til Arna Poulsen, og at starvið ikki verður lýst leyst, so onnur hava høvi at søkja starvið. Í einum aðalráð liggja altíð nógvar óloystar uppgávur. Henda loysnin er vald í tøttum samstarvi við lønar­ deildina í Fíggjar­mála­ráð­ num. Marjun Hanusardóttir sig­ur, at Vinnumálaráðið so avgjørt hevur brúk fyri vitanini og arbeiðsmegini hjá Arna Poulsen, sum hon sigur fáa sera nógv á skaftið í sínum arbeiði. Arne Poulsen varð sum að­al­stjóri løntur í 39. lønar­ flokki við umleið 5.000 krón­ um í viðbót um mánaðin. Nú er hann fluttur niður í 36. Lønarflokk og hevur mist viðbótina. Hann varðveitir tænastu­ mannapensjónina, og tað er ikki meira enn rímiligt eftir at hava verið aðalstjóri í 15 ár, heldur Marjun Hanusar­ dóttir. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri heldur, at tað hevði verið heilt burturvið, um Arne Poulsen ikki slapp at halda fram i Vinnumálaráðnum, tí brúk er fyri hansara vitan og arbeiðsmegi Nógva regnið ger, at SEV framleiðir nógva orku út vindi. Á heimasíðuni hjá Sev stendur, at nú koma 69 prosent úr regni og 39 úr olju.