Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Stuðul úr felagsgrunni Felagsgrunnur millum Nuuk í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn Møguleiki verður nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn. Grunnafundur verður í mai mánaði, har avgerð verður tikin um hvør fær stuðul. Býarstýrini í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðu kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber. Meiri fæst at vita við at venda sær til Anvu Bech, skrivara, ella Karina Jacobsen, skrivara, telefon 302010. Umsókn merkt „Fællesfond mellem Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 20. apríl 2012. tórshavnar kommuna Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsvegaraksturin er skipaður í trimum økjum; miðøkið, norður­ økið og suðurøkið, og telur umleið 30 starvsfólk. Tú fært ábyrgdina av miðøkinum, ið er Streymoy, Vágoy, Sandoy og norðara helvt av Eysturoynni. Í hesum økinum starvast 12 starvsfólk, harav tveir vegaformenn. Arbeiðsuppgávur Tú fært ábyrgdina av at leggja til rættis og at hava eftirlit við øllum landsvegahaldinum, herundir vetrarhaldi í miðøkinum. Hetta inniber í høvuðsheitum: · Starvsfólkaábyrgd av 12 starvsfólkum · Samskipan av viðlíkahaldsarbeiði og vetrarhaldi · Umsiting av og umsjón við infrakervinum í miðøkinum · Byggimálsviðgerð · Fíggjarábyrgd í sambandi við verkætlanir · Telefonvakt í sambandi við ISPS trygd av havnum, og um veturin eisini í sambandi við vetrarhaldið · Aðrar fyrifallandi uppgávur Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú ert útbúg­ vin verkfrøðingur, byggifrøðingur ella, at tú hevur aðra viðkomandi útbúgving umframt viðkomandi royndir. Góðir telduførleikar og vanligt koyrikort er ein treyt. Leiðsluroyndir og royndir innan arbeiðsøkið eru ein fyrimunur, tó eingin treyt. Mest umráðandi er, at tú ert forvitin og fúsur at seta teg inn í arbeiðsøkið. Sum persónur ert tú samstarvandi, tú dugir væl við fólki og hevur góð samskiftis­ og leiðsluevni. Tú ert eisini framsøkin og skjót/ur at seta teg inn í nýggj viðurskifti og at optimera okkara arbeiðshættir. Tær dámar sostatt væl at ganga á odda, tú torir at taka skjótar av­ gerðir og evnar at fáa starvsfólk at útinna tínar ætlanir og avgerðir. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðið er høvuðsskrivstovan í Havn, men roknast má við nógvari ferðing í miðøkinum. Arbeitt verður skiftitíð, og tú hevur telefonvakt triðju hvørja viku um veturin og sættu hvørja viku summarhálvuna. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívs­ gongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu. Um­ sóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. mars 2012 kl. 08. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðara, á tlf. 290 882 ella mhf@lv.fo. Landsverk er ein stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna- myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. STARVSLÝSING Søkt verður eftir økisleiðara til rakstrareindina á deildini fyri infrakervi at byrja skjótast gjørligt. Økisleiðari til landsvegaraksturin Frá 19. mars 2012 verður dagført føroyskt seðlarað við nýggjum trygdareindum sett í umfar. Myndevnini eru framvegis væl kend føroysk dýr og landsløg. Saman við dagføringini fær føroyska seðlaraðið nýggjar framkomnar trygdareindir. Millum annað nýggjan vindeygatráð við liðiligum myndevni. Hetta er tann framkomnasta trygdar- eindin á marknaðinum. Les meira um nýggju trygdareindirnar á www.nationalbanken.dk/faeroerne_ny_sikkerhed DANMARKS NATIONALBANK FØROYSKIR PENGASEĐLAR VIĐ NÝGGJARI TRYGD Tvøroyrar Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni Umsóknarfreist: fríggjadagin 30. mars 2012 kl. 12.00: Les meira á: www.tvoroyri.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo