Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 2 VIKUSKIFTI Eg haldi ikki, at vit skulu byggja eldraíbúðir, tí vit mugu ikki isolera aldursbólkar Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum í Havn X Factor Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú eru fýra luttakarar eftir í donsku X Factor kappingini, og tey, sum vóru stórir favorittar at byrja við, eru ikki longur tað. Sveinur Gaard Olsen, sum hevur verið roknaður at verða onkrastaðni mitt í rúgvuni, verður nú oftari nevndur sum ein møguligur vinnari av kapp­ingini. Thomas Blachman, sum er ein av dómarunum í kappingini, er vónbrotin av at framførslunum hjá Morten Benjamin og Ida – tey vóru stóru favo­ rittarnir at byrja við í kappingini. – Slapp eg at ráða, hevði eg varpað tey bæði til húsar í morgin, sigur ber­ søgni dómarin. Hann heldur, at Ida og Benjamin kláraði seg betri í fyrstuni, enn tey gera nú, og at tey, sum skipa fyri kappingini, tí skylda hyggjarunum eina umbering fyri gongdina. Tí heldur Thomas Blachman, at Sveinur tað sama kann vinna kapp­ ingina. Sveinur í finaluna Veddingafyristøkan Bet24 heldur í øllum førum, at Sveinur Gaard Olsen fer at koma í finaluna. Fyritøkan hevur uppundir hálvfinaluna í kvøld mett um møguleikarnar hjá teimum seinastu fýra luttakarunum. Bet24 heldur, at Ida og Sveinur við vissu koma í finaluna í X Factor, og síðani stendur kappingin millum Morten Benjamin og Line um at fáa triðja og seinasta plássið í kappingini. X Factor hálvfinala er á DR1 í kvøld kl. 19.00. Relax, take it easy Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Rakel Helmsdal / Mynd: Høgni Heinesen, klumman Rannvá G. Fossaberg Umstríddi X Factor dómarin, Thomas Blachman, heldur, at Sveinur tað sama kann vinna sangkappingina Lat Svein vinna X Factor Er tað nakað, vit øll skuldu gjørt oftari, so er tað slappa av – taka tað róligt. Tað er ymiskt, hvussu fólk uppfata tað at slappa av og taka sær av løttum. Rokni við, at tey flestu hóast alt seta avslapping í samband við eitt nú feriu, góðan mat, at liggja á sofuni ella bara at njóta friðin. Men hví er tað soleiðis, at hóast mong gera júst hetta, so kenna tey seg alíkavæl strongd? Kanska hongur tað saman við strembanini eftir tí fullkomna: Tú skalt vera fullkomin á øllum økjum, tí megnar tú – at síggja til – at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, hevur tú eitt gott lív. Henda strembanin merkir til dømis, at ein familja ikki longur ”bara” kann fara biltúr í Føroyum ein summardag, og so eru øll glað. Nei, ístaðin skal alt húskið langt suðureftir í 14 dagar, har hvør dagur má og skal bjóða okkurt slag av aktiviteti. Úrslitið gerst lættliga, at familjan kemur aftur úr feriu deyðamóð, erkvisin og tømd fyri allari orku. Skalt tú røkka tí fullkomna lívinum, halda vit, at tað er eisini neyðugt við einum heimi, har støv og ópussaðir rútar eru eitt no-go. Tí skal alt húsið skimmast úr einum enda í annan, áðrenn gestir koma á gátt. Eisini skal tað nýggjasta nýggja innan innbúgv og klæðir vera at síggja hjá gestsins eyga. Tá gestirnir so einaferð koma, ja, tá er øll familjan so útasað, at tey bara gleða seg, til gestirnir fara. Møguliga ber til veruliga at slappa av, um familjan fer aftur til biltúrar við matpakkum, um vit tora at lata skitnu vindeyguni verða ópussað ein dag afturat, og um vit sum heild ikki tráa so nógv eftir at vera fullkomin. So segði hon... Veddingafyritøka heldur, at Sveinur Gaard Olsen í kvøld fer at vinna seg í finaluna í X Factor mynd: DR