mánadagur 19. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í 20 ár hevur Anfinn Vitalis
Hansen arbeitt sum advo
katur í Føroyum, og hann
hevur leingi hugsað um at
roynt okkurt annað eina
tíð.
Í fjør datt hann yvir
eina grein um, at lands
rættirnir
hava
eina
serliga skipan, soleiðis
at advokatar í eitt
tríggjar mánaða skeið
fáa høvi at royna
seg sum dómara í
landsrætti.
–
Eg
sá
hetta, søkti,
og longu
í fjør fekk eg boðini um at
byrja 1. apríl, sigur Anfinn
V. Hansen.
Hann væntar at læra ein
hóp sum landsrættardóm
ari.
Anfinn V. Hansen held
ur, at hann er fyrsti før
oyski advokatur, sum roynir
hetta.
– Eg havi arbeitt líka
síðan 1992 arbeitt út i eitt
sum advokaturin, og tí er
tað upp á tíðina, at eg royni
okkurt annað. Aðrir hava
verið í farloyvi og hava verið
til skips, og onkur hevur
verið burturi og lisið, sigur
Anfinn V. Hansen.
Sunt at fara í farloyvi
Hann væntar, tað verður
gott fyri virki hansara, at
hann fer í farloyvi nú. Í fjør
var hann í farloyvi í ein
mánað og vendi aftur til
sítt yrki við fullari styrki.
Hann væntar, at tað sama
verður, tá ið hann kemur
aftur eftir at hava verið
landsrættardómari í tríggjar
mánaðir.
Familjan flytir ikki við
honum til Danmarkar, tí tey
hava ein son, sum gongur í
fólkaskúlanum.
Tríggir
mánaðir er tó ikki so long
tíð.
Anfinn V. Hansen er verji
hjá manninum, sum situr
varðhaldsfongslaður
fyri
at hava tiki lívið av Dánjal
Peturi Hansen. Tað hevur
ongan týdning, at verjin
fer í farloyvi, tí Anfinn V.
Hansen veit, at málið ikki
kemur fyri rættin, fyrr enn
hann kemur heim aftur.
Ein advokatur, sum hevur
verið landsrættardómari í
tríggjar mánaðir, kann søkja
um at fáa skeiðið longt, men
Anfinn V. Hansen hevur
ongar ætlanir um at gera
tað. Kanska onkuntíð seinni
heldur hann.
Verður landsrættardómari
1. apríl tekur advokaturin Anfinn V. Hansen við sum dómari í Eystara landsrætti, men bara
í tríggjar mánaðir. Hann er fyrsti føroyski advokaturin, sum roynir hetta tilboðið
Anfinn V. Hansen byrjar
1. apríl sum dómari í
Eystara Landsrætti
Randi Jacobsen
Hósdagin í seinastu viku
var umsóknarfreistin úti
til miðnámsskúlarnar, og
nú sita skúlaleiðslurnar og
telja upp og finna útav, um
skúlarnir kunnu taka ímóti
øllum umsøkjarunum.
Sosialurin hevur ringt
runt til flestu skúlarnar.
Enn eru tað bara fyribilstøl,
tí næmingar søkja ofta fleiri
skúlar.
Føroya Studentaskúli og
HF-skeið hevur fingið met
nógvar umsóknir, 373. Hetta
er met. Í fjør var talið nakað
lægri, fyrraárið 339. Størsti
parturin er framvegis til
matematisku
deild,
men
framgongdin er størst til
málsligu deild.
Skúlin hevur skuldu at
taka inn allar skikkaðar
umsøkjarar til studentaskúl
in, og nú situr leiðslan og
roynir at finna útav, hvussu
nógvum næmingum skúlin
kann hýsa komandi ár.
Á leið tað sama
Studentaskúlin og HF-skeiðið
á Kambsdali hevur fingið
26 umsóknir til HF og 88 til
studentaskúlan, og hetta er
eitt sindur minni enn í fjør.
Føroya
Handilsskúli
í
Havn hevur fingið 184 um
sóknir, 60 til FHS, 77 til HH2
og 47 til HH3. Hetta er nakað
minni enn í fjør.
Skúladepilin í Hovi og
Fiskivinnuskúlin
í
Vest
manna hava fingið á leið líka
nógvar umsóknir sum í fjør.
Tekniski skúlin í Havn
hevur fingið 241 umsóknir,
og tað er nakað meira enn í
fjør.
Tað serliga hjá tí skúlanum
er, at 80 gentur hava søkt inn
á hárdeildina, og so nógvum
næmingum
kann
henda
deildin als ikki taka ímóti.
Matútbúgving dregur
Tekniski skúlin í Klaksvík
hevur fingið 90 umsóknir
til SIT, og serliga nógvar
umsóknir eru til SIT-Mat.
Hetta er ein støðisútbúgving,
og næmingarnir kunnu so
fara víðari og útbúgva seg
til kokk, tænara, bakara og
annað.
HT- hevur fingið 37 um
sóknir, á leið sum í fjør. Hetta
talið heldur sær, tí tað eru
ikki so nógv skúlatilboð til
gentur. Á HT eru tó helvt um
helvt líka nógvar gentur sum
dreingir.
Klaksvíkar HF-skeið hev
ur fingið 37 umsóknir, á leið
tað sama sum í fjør. Skúlin
fekk tó bara lovi at taka inn
ein flokk.
Fleiri
skúlaleiðarar
siga, at stóra arbeiðsloysið
millum ung sæst aftur á
umsøkjaratalinum. Árgang
irnir eru tó minni. Fleiri
ung søkja inn á skúla ikki
tí tey tíma so væl, men tey
vita einki annað at taka
sær til. Eydnast teimum at
finna okkurt arbeiði, gevast
tey, og tað er kanska serliga
galdandi fyri gentur.
Fleiri ung vilja í skúla
Hóast árgangirnir minka, søkja fleiri inn á miðnámsskúlarnar orsakað av arbeiðsloysinum.
Aftur í ár hevur skúlin í Hoydølum fingið met nógvar umsóknir