mánadagur 19. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var einki forgjørt í tí,
at Rúni Róin fekk eina frá
faringarløn, tá hann fór frá
DONG. Tað heldur hann í
hvussu er ikki sjálvur.
Rúni Róin var í sínari tíð
»head-huntaður« til DONG.
– Eg var í TDC tá og hevði
verið har í eini fýra ár, og
beint eftir, at Anders Eldrup
varð blivin stjóri í DONG í
2001, bleiv eg head-huntaður
til DONG, sigur Rúni Róin.
Hann hevði ongan hug at
skifta, tí hann hevði eitt gott
starv í TDC, men eftir nakrar
mánaðir tók hann so kortini
av.
Uppgávan var greið.
– Tað var at standa á
odda fyri nógva av tí stra
tegiska arbeiðinum, íløgu
arbeiðinum og eisini keyp
og sølu av fyritøkum. Seinni
bleiv tað eisini til, at DONG
skuldi skrásetast á børsin
um, og eg var við til at fyri
reika tað arbeiðið fýra ferðir,
men av ymiskum politiskum
orsøkum, gjørdist tað ong
antíð til nakað, sigur Rúni
Róin.
Sjálvur heldur hann, at
hann var við til at fremja eitt
stórt arbeiði í DONG.
– Eg og tey fólkini, sum
eisini hava verið frammi her
í Danmark, hava ein rættiliga
stóran part av æruni fyri, at
tað hevur gingið DONG so
væl, sum tað hevur gingið. Og
harvið eisini verið til gagns
fyri danska samfelagið, sigur
Rúni Róin.
Hann vísir á, at DONG
hevur næstan fýrafaldað
støddina, síðani hann byrjaði
at arbeiða har.
– Tað hevur eydnast at
savna meginpartin av orku
feløgunum í Danmark í
DONG Energy, og tað hevur
skapt eitt felag, sum fyri tað
fyrsta hevur fleiri enn 3.000
arbeiðspláss í Keypmanna
havn, og fyri tað næsta hev
ur orku at lyfta uppgávur
uttanlands, sigur Rúni Róin.
Varð ikki koyrdur
Eitt stórt innsatsumráði hjá
DONG var vindorka, serliga
á havinum.
– Tað er tann orkuvinnan í
heiminum, sum er í størstum
vøkstri í løtuni, og har er
DONG treytaleyst størsta
fyritøkan. Tað hevur verið
ein stór handilslig sukse, og
virðingin er stór fyri hesum
runt um í heiminum, og har
hava vit hav tein heilt týðandi
leiklut í tí menningini, sigur
Rúni Róin.
Danskir fjølmiðlar skriva
í hesum døgum síðu upp og
síðu niður um leiklutin hjá
teimum fýra gyltu starvs
fólkunum í Corporate Fi
nance deildini hjá DONG,
og millum annað verður
sagt, at Carsten Krogsgaard
Thomsen, fíggjarstjórin á
deildini, sá seg noyddan at
koyra Rúna Róin, orsakað
av kærum. Men tað kennir
føroyski stjórin einki til.
– Har hendi einki annað
enn, at vit komu ásamt um
at steðga samstarvinum. Eg
hevði ongantíð ætlað mær
at verið so leingi í DONG. Eg
hevði hugsað mær at verið
í fýra-fimm ár, men endaði
við at vera har í níggju ár.
Eg hevði leingi hugsað um
at royna okkurt annað, og
tað gørdi, at vit funnu eina
loysn so eg gavst hjá DONG
fyrig óðum ári síðani, sigur
Rúni Róin.
Hann avsannar sostatt, at
hann var koyrdur.
– Nei, eg varð ikki koyrdur,
sigur Rúni Róin.
Í kjalarvørrinum av at
forstjórin, Anders Eldrup,
varð koyrdur, eru nógvar
skuldsetingar komnar fram
í donsku miðlunum, millum
annað, at Rúni Róin hevur
ført eitt »terror-regime« móti
starvsfólkunum í Corporate
Finance, men tað vísir hann
aftur.
– Tá tú stingur nøsina
fram viðhvørt, og skapar
eina menning, so eru tað altíð
nøkur, sum vilja hava, at tað
varð gjørt ørvísi, ella at einki
skuldi verið broytt, og hvat
tað førir við sær av slaturi og
sleygi og royndir av karakter
morði, má verða harvið, sigur
Rúni Róin.
Avvísir ákærum
Hann viðgongur tó, at tað
ikki altíð hevur veirð so
lætt.
– Tað hevur veirð eitt
strævi starv. Tað hevur verið
ógvuliga krevjandi, og tað
hevur ikki bara verið frá
mær, men eisini frá leiðsluni
og frá nevndini í DONG. Tað
hevur eisini verið eitt sera
respekterað stað, sigur Rúni
Róin.
Hann sigur, at tey hava
drigið til sín tey allarbestu
fólkini, bæði í Danmark og
uttanlands.
Vit hava eisini heintað
tey allarbestu fólkini inn frá
teimum stóru bankunum
uttanlands, eins og teir bestu
juristarnar, fyri at kunna
lyfta ta uppgávuna, sum okk
um var áløgd. Og tað hevur
veirð krevjandi fyri øll, sigur
Rúni Róin.
Onkur av donsku netsíð
unum førdi fram, at Rúni Róin
skuldi havt hugt í kalendaran
hjá starvsfólkinum, og skuldi
onkur til okkurt sosialt tiltak
um kvøldið, fann hann upp á
onkra uppgávu, sum skuldi
gerast, so at starvsfólkið
mátti avlýsa. Men eisini hes
um vísir Rúni Róin aftur.
– Ikki mær vitandi. Tá eg
gavst í DONG hevði eg 150
starvsfólk undir mær, so eg
hevði meiri týdningarmikil
mál at taka mær av enn
at hyggja í kalendaran hjá
starvsfólkinum, sigur Rúni
Róin.
VINN FERÐ FYRI 2 TIL X-FACTOR FINALUNA
í Jyske Bank BOXEN í Herning fríggjadagin 23. mars 2012
Íroknað er flogferð, uppihald á dupultkamari, atgongumerki til finaluna, bilaleiga og 6.000 krónur í lummapeningi.
Drigið verður týsdagin 20. mars kl. 20. Vinnarin verður kunngjørdur á fleyr.fo beint eftir dráttin týskvøldið.
Kr.20.000,-
Virði:
Send sms-boð við tekstinum X til 1940
Kostnaður: 25 krónur, umframt vanligan sms-takst.
Seinasta freist at senda sms-boð er týsdagin kl. 20.
Vit hava skapt menning
og framburð
Í síðstu viku kom fram, at føroyingurin, Rúni Róin, var ein av teimum fýra-fimm, sum høvdu
gyltan sáttmála við DONG. Hann var stjóri fyri Corporate Finance deildini hjá felagnum
Rúni Róin er komin í meldurin í donsku miðlunum eftir at tað er komið fram, at
hann helst hevur fingið millum átta og tíggju milliónir krónir í fráfaringarløn
Eg hevði meiri
týdningarmikil mál at
taka mær av, enn at
hyggja í kalendaran hjá
starvsfólkinum