mánadagur 19. mars 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
millum annað omma Svein,
Halda Olsen, og henni dámdi
væl at síggja ommusonin
upptraðka.
- Mær dámar hetta ómeta
liga væl, og tað er stuttligt at
síggja hann syngja soleiðis,
segði Halda Olsen, tá Sveinur
var liðugur at syngja í
Norðurlandahúsinum. Sum
so mong onnur er hon ikki
sørt bilsin av, at hann seinas
tu fríggjakvøldini hevur víst,
at hann dugir at syngja.
- Honum hevur altíð
dámað væl tónleik og hevur
eisini spælt trummur, men
vit vistu ikki, at hann eisini
dugdi so væl at syngja.
Fegnast um stuðulin
Meðan Sveinur stóð á palli
num á Norðurlandahúsinum
nýtti hann fleiri ferðir høvið
at takka øllum teimum,
sum hava stuðlað honum í
X-Factor.
- Eg vil takka fyri allar
sms-atkvøður
og
allan
stuðul, sum tit hava givið
mær, og eg eri ótrúliga glaður
fyri, at tit øll eru komin her
í Norðurlandahúsið í kvøld,
segði Sveinur Gaard Olsen,
áðrenn hann fór út í høllina
at skriva autografar til tey
hundraðtalsbørnini,
sum
vóru komin at síggja sína
rokkstjørnu.
Rannvá G. Fossaberg
Uttan hana høvdu vit ikki
sæð Svein Gaard Olsen
standa á stóra X-Factor
pallinum fríggjakvøld eftir
fríggjakvøld. Tað var nevn
liga Frida Poulsen, sum
valdi at melda sjeikin til
donsku
sangkappingina
hjá Danmarks Radio, av tí
at hann fleiri ferðir hevði
nevnt, at luttakararnir ikki
dugdu nóg væl. Hon gjør
di tí ikki mætari enn at
melda hann til kappingina
í ár, soleiðis at hann sjálv
ur kundi royna seg í sang
kappingini. Og heilt galið
hevur tað ikki gingist hon
um, tí nú er hann komin
í finaluna, sum verður
fríggjakvøldið.
Alt tykist óveruligt
- Tað er alt eitt sindur
óveruligt, men nú hevur
hetta staðið upp á í eina tíð,
so eg haldi, at eg so smátt
havi vant meg við at hava
ein kendan sjeik, sigur 23
ára gamla Frida Poulsen.
Hon er í løtuni í ferð við at
útbúgva seg í Danmark og
lesur Humanistisk Basis
studium á universitetinum
í Roskilde. Alla hesa tíðina,
Sveinur
hevur
verið
í
X-Factor, hava fjølmiðlarnir
víst honum stóran áhuga.
- Sjálvandi er tað er
løgið at síggja myndir av
Sveini í avísum, bløðum, á
netinum og at síggja hann
í sjónvarpinum, men hann
klárar seg allastaðni væl,
so tað er ikki soleiðis, at eg
gangi runt og eri nervøs
fyri, hvat hann nú hevur
gjørt ella sagt við fjølmiðl
arnir, sigur Frida Poulsen.
Sjálv visti hon ikki nógv
meira enn Sveinur, tá tey
leygardagin komu til Før
oya.
- Eg visti, at vit skuldu
flúgva við tyrluni til Havn
ar, og at okkurt skuldi verða
í Norðurlandahúsinum. Eg
ánaði tó einki um, at her fór
at verða ein so stór veitsla,
og at Sveinur skuldi syngja,
greiðir Frida Poulsen frá.
Kvinnuligir fjepparar
Hon gongur høgt upp í at
stuðla Sveini hesa tíðina og
er eisini við til tað mesta,
sum hann ger í samband
við X-Factor. At ein stórur
partur av fjepparunum hjá
Sveini eru konufólk, heldur
hon bara vera stuttligt.
- Eg vil siga sum so, at
eg havi onga orsøk til at
vera øvundsjúk ella nakað,
tá hann prátar við onkrar
fjepparar. Faktisk taki eg
tað sum eitt kompliment,
at so nógvar gentur halda,
at sjeikurin hjá mær riggar
væl, sigur Frida Poulsen og
flennir. Hon dylir tó ikki
fyri, at hóast hetta er ein
stuttlig og spennandi tíð,
so kann tað eisini vera eitt
sindur strævið.
- Vit hava ikki so nógva
tíð saman, sum vit plaga, so
á tann hátt er hetta ein hørð
tíð. Hinvegin vil eg siga, at
hetta er strævið upp á tann
góða mátan, tí hetta er tað,
hann veruliga brennur fyri,
og eg stuðli honum hundrað
prosent, sigur Frida Poulsen.
Løgið
at hava
kendan
sjeik
- Tá vit ganga á gøtuni í Danmark,
venda fólk seg við og spyrja um
autograf. Tað er eitt sindur løgið.
Soleiðis sigur Frida Poulsen,
ið er unnustan hjá X-Factor
finalistinum Sveini Gaard Olsen
Nógv ung og nøkur eldri høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið leygarkvøldið. Á myndini í miðjuni síggjast omman Halda Olsen og foreldrini hjá Svieni, Elgeir og Enid Olsen
Unnustan hjá Sveini, Frida Poulsen
Sveinur varð koyrdur í Norðurlandahúsið við politiekskortu
Jónas bíðar spentur eftir autografi