Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stoltir av Jógvani Tað tók vestmenninginum Jógvan R. Isaksen einans 17 tímar at prógva, at hann er besti plátusmiður í danska kongaríkinum Rannvá G. Fossaberg Jógvan R. Isaksen luttók um vikuskiftið í DM í plátusmíð í Silkeborg. Tað gekk 19 ára gamla Jógvani so mikið væl, at hann nú kann kalla seg besta plátusmið í ríkinum. – Hetta er eitt ótrúliga stuttligt upp­livilsi, og hetta hevur givið mær blóð upp á tonnina til at luttaka í øðrum kapp­ingum, sigur ungi plátu­smiðurin. Dan­marks­ meistara­skapið fyri karossarí­ teknikarar fór fram um viku­ skiftið á tekniska skúlanum í Silke­borg, og tað var ein lærari á skúl­anum, sum bað Jógvan lut­ taka í kapp­ingini. Legði arbeiðið væl tilrættis – Tá eg var niðri á skúla í januar, spurdi ein av lærarunum meg, um eg hevði hug at luttaka í DM í plátusmíð, og eg segði ja beinan­ vegin, tí tað tímdi eg væl, sigur Jógvan, sum verður liðugur við út­búgvingina sum plátusmiður 18. august í ár. Sjálvur hevði hann rætt­iliga góðar vónir áðrenn kapp­ingina. – Eg hevði eitt ynski um at enda í topp 3, men hinvegin so luttekur mann nokk altíð í kappingum við eini vón um at vinna, sigur Jógvan við einum skálkabrosi. Luttakararnir fingu 20 tím­ar til at vísa, hvussu góðir plátu­ smiðir teir eru. Í kappingini skuldu teir arbeiða við tveimum heilt nýggjum bilmodellum, har teir milum annað skuldu vísa kvalitet­in í arbeiðinum, skjótleika og hvussu væl úr hondum greitt ar­beiði teir kunnu gera upp á eina ásetta tíð. Saman við læru­ meistaranum í Føroyum, Rógva Durhuus, legði hann eina ætlan fyri, hvussu hann skuldi leggja arbeiðið til rættis í kappingini. Jógvan var liðugur, tá 17 tímar vóru farnir, og sjálvur hevði hann onga hóming av, hvussu hann hevði klárað seg. – Eg visti, at tað var antin ordi­ liga gott ella øgiliga ringt at vera liðugur, áðrenn tíðin var farin, greiðir Jógvan frá. Kappingin var strævin Sigast kann ikki annað, enn at ar­beiðið hjá Jógvani var væl úr hondum greitt, tí tá 17 tímar vóru farnir, var hann liðugur at arbeiða upp á bilarnar. Ein annar luttakari kláraði at verða liðugur innan ásettu 20 tímarnar, meðan hinir tveir luttakararnir ikki megnaðu at halda seg til ásettu tíðina. – Tað var eitt øgiligt trýst, ímeðan kappingin fór fram. Har vóru áskoðarar, og dómararnir stóðu undir liðini á mær næstan alla tíðina, fortelur Jógvan. Hann arbeiddi nærmast út í eitt, teir 17 tímar­nar hann arbeiddi upp á bilar­nar. – Eg hevði úr at gera og hevði bara ein lítlan døgurðasteðg, so tú kanst ætla, at tað vóru nakrir harðir tímar. Heiðraður við sjampanju Mánakvøldið kom besti plátu­ smiður í ríkinum aftur til Føroya, og familja, vinir og starvsfelagir vildu sjálvandi hátíðarhalda av­ rikið hjá Jógvani. – Í flogfarinum á veg heim segði eg við systir mína, at nú fór at vera gott at koma heim í song, sigur Jógvan, sum tó ikki slapp at sova fyrr enn nakað út á náttina. Hann bleiv heintaður av limousinu á flogvøllinum, sum koyrdi hann til ungdómshúsið Staðið í Vestmanna, har há­tíðar­ løta varð hildin. – Tað var bara stuttligt at koyra í limousinu og drekka sjampanju, sigur Jógvan. Gleðir seg til HM Gerandisdagurin á ProLakk er byrj­aður aftur, har Jógvan fæst við upp­rætting og lakkering, men hann ætlar sær at luttaka í fleiri kap­pingum innan sítt fak. – Næsta summar er heims­ meistara­skapið í plátusmíð í Týsklandi, og har ætli eg mær av­ gjørt at luttaka. Harafturat fari eg seint í ár at luttaka í meistara­ skapunum í Noregi og Svøríki, soleiðis at eg eisini kann vita, hvørjum støði eg eri á, greiðir Jógvan frá. Hann kann tó sum føroyingur einans vera við í kapp­ ingunum í Noregi og Svøríki, men kann ikki vinna. – Tær kappingarnar síggi eg sum eitt slag av venjingarlegum, har eg kann venja meg við at kappa­st og gerast enn betri. At Jógvan ætlar sær langt, er eingin ivi um. – Eg royni at gera eitt gott ar­ beiði hvønn dag, og so ætli eg mær eisini niður til Danmarkar á ymisk skeið innan plátusmíð, greiðir Jógvan frá. Dugnaligur lærumeistari Jógvan hevur verið í læru hjá ProLakk í trý ár og sjey mán­aðir, og lærumeistarin er ikki sørt errin, nú hann hevur danmarks­ meistaran í plátusmíð á sínum verkstaði. – Vit eru allir ótrúliga stoltir av Jógvani, men tað er fyrst og fremst honum sjálvum at takka, at hann hevur vunnið, sigur Rógvi Durhuus, sum eigur og rek­ur verkstaðin ProLakk. Hann er ikki ovfarin av, at Jógvan um viku­skiftið gjørdist danmarks­ meist­ari í plátúsmíð, tí sambært hon­um hevur Jógvan tað neyð­ uga hegnið og ágrýtnið, sum skal til. – Jógvan gongur upp í hetta arbeiðið við lív og sál. Hann er ágrýtin, perfektionistiskur og tím­ir væl, sigur Rógvi Durhuus, sum ikki ivast í, at tað er at ganga Jógvani væl til HM næsta summar. – Gongur tað væl, skal hann nokk koma at liggja í toppinum, sigur fegni lærumeistarin. rannva@sosialurin.fo í meldrinum Jógvan R. Isaksen: