Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eftir at hava lurtað eftir morg­un­lestri hjá Jónsvein Bech, presti, í morgun, mundu mong hvepp­ast við, tá barna­út­varp­ið kom á skránna – við onkrum, sum líktist einum skeiði í at læra børnini at banna illa. Seinastu vikuna hava tey lisið søguna »Kári og serliðið«, sum Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Jo­hanne­ sen týddi, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í fjør. Søgan er mik­ið á­huga­verd og nem­ir fleiri sera kensl­u­ bor­in evni, um­sorg­an­ar­svik, drykkj­u­skap hjá for­eldr­um og sorg og sjálvmorð. Men at hoyra eiðir og for­ bann­ilsi í fleiri setn­ing­um í barn­a­út­varp­i­num á morgni, tað er als ikki hóskandi. Um hetta er ein kiksari, ella um red­ak­ti­ón­in hjá Barn­a­út­varp­i­num held­ur tað vera í ordan at læra børn­ini at banna beint eftir morg­un­ lest­ur­in kunnu tey kanska greiða okk­um frá. Men hósk­andi var tað ikki. Tey, ið leggja slík­ar send­ing­ar til rætt­is áttu í hesum føri bara at broytt ljóta málburðin. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Søga varð skrivað í gjár, tá fyrsta Airbus flogfarið hjá Atlantsflog kom í Vágar. Eitt nýtt kapittul er skriv­að í flogsøgu okkara, sum byrj­aði í 1963. Næsta ár kunnu vit tí bæði hátíðarhalda Vága Floghavn, sum fyllir 50 ár og Atlantsflog, sum fyll­ir 25 ár. Og nógv vatn er runnið í ánna síð­ani 1963. Hetta fyrsta árið ferð­ að­ust næstan túsund fólk um flog­vøll­in. Í fjør lá talið oman fyri 200.000 fólk, so nógv er broytt. Bara síð­ani At­l­ants­flog fór at flúgva í 1988 hava 2.433.686 fólk flogið við At­lants­flog. Hetta vísir eisini, hvussu sera stór­an týdn­ing gott og trygt og reg­ u­ligt flog­sam­band hev­ur fyri eitt sam­felag sum okk­ara. Hetta var eitt stórt mál í val­stríð­num, tí allir flokkar halda, at flog­ferð­a­seðl­a­prís­ ir­nir eru ov høgir. Men lítið ítøkiligt er kom­ið burturúr. Men týdningurin av bíligari flog­ ferða­seðl­um skal ikki undirmetast – og tí bíða vit í spenningi eftir pol­ it­isk­um tiltøkum, sum fara at bøta um støðuna. Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog hev­ur tó nógv størri perspektiv í sær. Í mun til gomlu flogførini, so kann hetta nýggja flogfarið flúgva næst­an 6.000 km út í eitt, meðan tey gomlu bara kunnu flúgva 3.000 km. Tað letur upp fyri møguleikum at flúgva eitt nú bein­leið­is úr Før­ oy­um til USA ella beinleiðis úr Før­ oy­um suður til Afrika. Ítøkjuliga hev­ur skapt eina rutu til Barcelona í Span­ia, meðan ein ruta til Kan­ ar­isku Oyggjarnar í vetur er í um­ búna. Um USA eisini verður eitt ferð­a­ mál, tyk­ist eitt sindur ógreitt, men flog­fel­ag­ið arbeiðir við ætl­an­um um gott samband til Kefla­vík­ar í Ís­landi, haðani gott flogsamband er víð­ari út í heim – eisini til fleiri býir í USA. Men tá stjórin í Atlantsflogið hev­ur hug at uppkalla nýggja flog­ far­ið eft­ir Naddoddi, sum um miðja nýggj­undu øld fann Ísland, og sum kom til Am­er­ika 150 ár fyri Leiv Hepna, so er okkurt sum bend­ir á, at hann ætlar at krøkja am­er­i­ k­anska fast­land­ið upp í netið hjá At­lants­flog. Vit kunnu so bert at vóna, at Atlants­flog fær ein so burðardyggan rakst­ur í hetta flogfarið, at tað kann skapa grundarlagið fyri tí næsta. Tað hev­ur sjálv­andi stór­an týdn­ing, at før­oy­ing­ar sleppa út í heim, men enn størri bú­skap­ar­lig­an týdn­ing hevði tað fingið, um vit fingu økt áhugan fyri Føroyum sum ferða­ mann­a­landi At­landsflog er motorvegur okk­ ara út í heim. Hesin motorvegur skal hald­ast. Tað er eisini ein treyt fyri fólk­a­vøkstri í Føroyum. Hjart­a­liga tillukku við nýggja flogfarinum! Gott, trygt og regluligt samband hevur stóran týdning Komandi vikurnar fara 196 fólk at fáa tilsamans 1.797.383 kr. afturgoldið frá TAKS, sum tey hava goldið ov nógv í álagdari sekt í mál­ um frá 2007 um brot á ­Ka­pi­ tal­vinn­ings­skattalógina. Málið snýr seg um, at TAKS í 2008 byrjaði upp á eitt ser­ligt eftirlitsátak av kap­i­tal­vinn­ingi fyri 2007. Hetta var rúgv­u­mik­ ið og drúgt ar­beiði, sum tí­ verri vísti, at fleiri enn 600 fólk ikki høvdu giv­ið sín kapitalvinning rætt upp til skatt­ing­ar. Hesi fingu síðani boð frá TAKS um at gjalda rætta kap­it­al­vinn­ings­skatt­ in, men harafturat fingu nógv teirra eisini álagt eina sekt, fyri av grovum ó­sketni at hava brotið kapi­tal­vinn­ ings­skat­t­a­lógina, tá ið tey góvu kap­it­al­vinning sín skeivt upp. Tey flestu valdu at gjalda áløgdu sek­t­ina, men nøkur góðtóku ikki sekt­ina. TAKS hevur bert heim­ild at avgreiða sekt­ ar­mál fyri­sit­in­garliga, um við­koma­ndi við­gong­ur seg sek­an og váttar at rinda til­ skil­aðu ­sektina. Tískil vóru mál­ini hjá teimum, sum ikki góð­tóku sektina, send til fút­an at avgreiða. Fútin fór í Før­oya Rætt við málunum. Før­oya Rættur staðfesti av­ gerð­ina hjá TAKS um at á­leggja sekt, men helt tó sekt­ina vera ov stóra, og lækk­aði hana til ávikavist eina helvt, ein triðing, og til eina ávaring í nøkrum før­ um. TAKS fegnast um, at Før­ oya Rætt­ur kom til somu nið­ur­støðu sum TAKS, og tek­ur annars til eftirtektar, at sekt­ir­nar hava verið ov høgar. – Vit meina sjálvsagt, at líka við­ur­skifti skulu við­ ger­ast eins, og tí fáa tey, sum upp­runa­l­iga góð­tóku sekt­ina frá TAKS, end­ur­ gold­ið tað, sum tey hava gold­ið ov nógv, sigur Eyðun Mørk­øre, stjóri. TAKS avgreiðir í løtuni øll hesi málini, og væntandi hava øll tey, sum hava gold­ ið ov nógv í sekt, fingið sín pen­ing fyrst í mai. 196 fólk fáa pengar aftur frá TAKS Airbus nýggjar møguleikar Tíðargreinina í blaðnum í dag skrivar Jóannes Eid­es­ gaard, fyrrverandi løg­mað­ ur og for­mað­ur í Javn­að­ar­ flokk­i­num. Og hann gevur pol­it­ik­ar­um og fjøl­miðl­um ein ordans undir vangan. And­støð­u­leið­ar­ar­nar báðar lýsir hann soleiðis: »Men báðir and­støðu­leið­ ar­ar minna mest um sunn­ u­dags­skúl­a­dreing­ir, sum næst­an um­bera seg, tá teir tala makt­h­av­ar­u­num ímóti. Tað er í lagi at hava høv­iskan mál­burð, men álvaratos tað skal valdast! Tað ber ikki til at føra seg fram sum leiðari av ein­ari andstøðu, um ein ikki onk­un­tíð lyftir røddina og buldr­ar eitt sindur. Tit hava skyldu at leiða og vísa veg fyri um­leið helvt­ina av fólk­ i­num. Mær tykir, at for­menn­in­ir í andstøðuni á mang­an hátt orða seg og bera s­eg fram, sum vóru teir embætismenn, heldur enn politikarar.« ­Tíð­argreinin stendur á síðu 15 Høgni og Aksel eru sum sunnu­dags­skúla­dreingir And­ støðan er ov veik Jóannes Eidesgaard tíðargrein á síðu 15 Tað rakar ikki meg Magnus Tausen Eygamálið á síðu 14 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Blótan og bannan í barna­út­varp­i­num