Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Tunlatørvur fyri framman O g hvør er so framtíðartørvurin? Við hesum í huga havi eg søkt mær ráð og stuðul frá skyldmanninum Heina Ol­ sen, verkfrøðingi, sum í ár so mong var deildarleiðari í vega- og tunlamálum hjá Landsverkfrøðinginum, og sum Mikkjal Helmsdal í 1982 gav boð um leggja eina tunnilsætlan fyri alt landið. Byggjandi á hesa ætlan og tey ynski og hugskot, sum annars hava verið frammi, verður slík framtíðarætlan her fest á blað: Suðuroyggin Fámjinstunnil uml. 2 km à 35 mió kr + 1 km vegagerð à 12 mió = 82 mió kr (Góður vegur er úr Fám­ jin; men á Øraskarði er tiltikið vindhart, og á vetri er mangan vandamikið vegna hálku og kava) Nýggjur Hvalbiartunnil uml. 2 km à 35 mió kr. = 70 mió kr (Verandi Hvalbiartunnil er tann elsti í landinum, er á ongan hátt nøktandi til nú­tíðarkrøv hjá fólki og vinnulívi – ja, er, sum skilst, rættiliga hættisligur eins og tunlarnir Norð um Fjall á Borðoynni). Undirsjóvartunnil Suður­ oy - Sandoy er við sín­um trimum milliardum krón­ um ein ynskilig stórætlan, sum tó ikki verður tikin við hesum viðfangi) Sandoyggin Tunnil til Dals 2 km à 35 mió kr = 70 mió kr (Vegurin gjøgnum brattlendi til Dals er hættisligur vegna støðug omanlop oman á veg­ in, ja, vandi kann vera fyri, at sjálvt vegalendi í støð­ um skríðir undan, um ikki serlig, kostnaðarmikil tiltøk til stuðuls uppundir verða framd, so sum dømir eru um) Sandoyartunnilin (við møguligum teymi upp í Hest) Tunnilin uttan teymar uml. 10 km à 60 mió = 600 mió kr (Hesin tunnil hevur verið nógv frammi í almenna kjak­ inum, og ongin ivi man vera um, at hann er ein fyritreyt fyri, at Sandoyggin kann lív­ bjarga sær. Men hetta ætlaða tunn­ ils­samband suðureftir verð­ ur eisini til gagn fyri Suð­ur­ streym, fyri hinar oyggjarnar fyri sunnan, ja, fyri landið sum heild) Vágar Tunnil úr Vágatunlinum og undir Hálsi móti Smyrla­ gjógv 3 km à 40 mió (120 mió kr) og vegur oman fyri Sanda­ vág og Miðvág við íbind­ ing í verandi landsveg við Leitisvatn uml. 5 km à 12 mió (60 mió kr) alt í alt = uml 180 mió kr (Hendan ætlan, og tað ser­liga vegurin, er gomul hjá Landsverki og er so mik­ið meira aktuel, nú flog­sam­ bandið við útheimin fram­ haldandi í áratíggir verður verandi úr Vágum ) Streymoyggin Tjørnuvíkartunnilin 2,5 km à 35 mió kr = um 88 mió kr (Regluliga frættist um vanda­mikil omanlop oman á landsvegin til Tjørnuvíkar) Eysturoyggin Stuttir tunnlar um Eiðis­ skarð og Gjáarskarð til­sam­ ans 2,5 km á 35 mió kr = 90 mió kr (Ongastaðni í landinum er ferðarsambandið so darvað á vetrartíð sum um hesi nevndu skørð) Tunnil Hellurnar-Fugla­ fjørður 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr (Oyndfjarðavegurin er sera kava - og hálkuvondur, og bæði oyndfirðingar, hellufólk og fugl­firðingar høvdu fingið stórt gagn av slíkum tunli) Tunnil Kambsdalur - Mill­ um Fjarða 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr (Fuglfirðingar hava leingi havt ynski um hesa stytting á suðurleið, og ivaleyst varð slík tunnilsleið eisini til fyrimunar fyri norðingar og fyri Gøturnar og Skipanes, sum støðugt verða órógvað av miklari koyring gjøgnum bygd økir) Tunnilssamband Suður­ streym-Eysturoy tilsamans einar 12 km á 60 mió kr = 720 mió kr (Tað hevur almiklan týdn­ ing fyri Føroyar sum samfelag, at miðstaðarøkið verður út­ bygt, og at sambandið mill­ um høvuðsstaðin og størru bygdirnar/býirnar fyri norð­ an verður styrkt) Norðoyggjar Undirsjóvartunnil av Bums­ hamri í Klaksvík til Syðra­ dals 3,5 km á 50 mio kr = 175 mió kr (Umframt stóra fyrimunin, sum eisini kallsoyingar høvdu havt av føstum sambandi við almenna samferðslukervið, hevði slíkur tunnil verið til stórt gagn fyri Føroyar sum ferðamannaland) Nýggjur tunnil Strond- Depil 3 km á 40 mió kr = 120 mió kr (Átrokandi neyðugur – sí sama um Hvalbiartunnilin) Viðoyggin Vega- og tunnilssamband eyst­urum til Viðareiðis sam­ an­lagt 155 mió kr (Viðareiðisvegurin er helst tann vegur í landinum, har vandin fyri omanlopi er størst­ur. Tessvegna er almikil tørvur á aðrari farleið til Viðar­eiðis) Svínoyggin Tunnil úr bygdini og Yvir í Havn 2 km 35 mió = 70 mió kr (Hesin tunnil, sum svín­ ingar áhaldandi hava biðið um, hevði ført við sær høgligari og støðugari ferðarsamband inn á meginøkið, hevði lat­ið upp fyri góðum fiski­vinnu­ møguleikum, ja, er í veru­ leikanum ein for­treyt fyri, at hendan frá natúr­unnar hond lagaligasta oyggin í Norðoyum kann yvirliva sum bústaður) Undirsjóvartunnil Viðoy - Svínoy 5 km á 50 mió + vegur 4 km á 12 mió kr = uml. 300 mió kr (Hesin tunnil, sum eisini er partur av teirri heildar tunnilsætlan, sum Heini Olsen vegna Landsverkfrøðingin pr­ojekteraði fyri gott og væl tríati árum síðan, kann tykjast utopiskur, men við undirsjóvarsambandi hevði tað tikið bara einar 10 minutt­ ir at koyrt úr Klaksvík, har sera lítið byggilendi er, og út til Svínoyar, ið nú er partur av kommununi, og har tað á eiggiligum slættlendi er bústaðarpláss til heilan bý. Týdningin av slíkum sam­ bandi eisini fyri ferðavinnu í Svínoy kunnu tey mongu vátta um, sum á hvørjum ári leita sær út til summarlendið har, so sum Heini eisini tekur tað fram í sínum stuttriti ”Útoyggja-utopi?”. Í øðrum londum byggja tey út í sjógvin og fylla upp til tess at økja um lendið. Lítið land sum okkara hev­ ur ikki ráð til, at so góð bú­staðarøkir sum eitt nú Svínoyggin og Sandoyggin vegna samfelagsligt hug­sjón­ arloysi følna burtur. Bert ein samhaldsføst fíggi­ngarskipan kann fyri­ byrgja tí. ”Føroyar eru eitt oyggja­ land, og tað mugu vit føringar læra at liva við” hevur verið sagt. Hendan útsøgn er ikki longur galdandi, nú meira enn 80% av øllum føringum hava fastan ferðarmøguleika sínamillum. Men ikki er oyggja­landsveruleikin nakar vansi – heldur tvørturímóti. Komin heimaftur á klett­ar­nar einaferð eftir summarsligt uppihald inni á týska megin­ landinum varnaðist eg brád­ liga tann frískleika og ta eggj­ andi kenslu, sum stendst av, at havið streymar framvið, hvar tú enn ert í landinum, og at hvør av oyggjunum, sum mynda okkara heim­ land, hevur síni serligu hug­ vekjandi eyðkennir. Høvi til við einum fullfíggjaðum samferðslukervi til fulnar at kunna uppliva hendan veru­ leika fer uttan iva - umframt vinnuliga batan - at vera trivnaðarliga stimbrandi og sostatt at gera sítt til, at alt færri fara at finna orsøk til ”at velja Føroyar frá”. Ólavur Hátún Í Sosialinum seinasta vikuskifti varð lýst eitt hugskot um samhaldsfast framhald av Føroya samferðslukervi við serligum atliti at fígging av tunnilsgerð og rakstri. Dentur varð lagdur á, at talan ikki bert var um íkast til verandi fíggjarstøðu og til ætlnir beint fyri framman, men eins nógv um eina samhaldsfasta gjaldsskipan sum forteyt fyri, at okkara land samferðsluliga so við og við kann verða útbygt til fulnar. Heilsan til teirra, sum fáast við at seta á stovn nýtt »málráð« Móðurmálið Fagurt ert tú Føroya mál, tónleikur í sinn og sál, arvagripur, ogn so dýr djúpt í Føroya fólki býr, ríkt og reint og margfalt ljóð, uttan teg var Føroya tjóð, sum eitt likam uttan blóð. Kveikt og ment á mannamunni, meðan ymsar øldir hava runnið, hevur tú tín fagra búna funnið, sum teg gylt og marglitt prýðir við ymsum ljóð´ til ymsar tíðir. Enn tú livir, enn tú mennist, uttanrákið hvønn dag kennist, skynsemi í hond má takast, báði tá ið veljast skal og vrakast. Yrkingin er úr savninum ”Løkur lítli” eftir Absalon Absalonsen.