Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Tann fyrsti av Hammers­ haimbs-ættini, ið kemur til Føroyar, er Jørgen Frants Hammershaimb, sum er lang­ abbi V. U. Hammers­haimb. Jørgen Frants varð føddur í Keyp­mannahavn í 1688. Í 1723 setti Fríðrikur fjórði kongur hann í embætið sum landfúti í Føroyum. Sum siður var giftist Jørgen Frants við fútaeinkjuni hetta sama árið, og tey fingu tvey børn, ein drong og eina gentu. Eftir at konan doyði í 1727 giftist hann aftur við teirr 15 ára gomlu Elisabeth Kristine Samuelsdatter Weyhe úr Nýggjustovu. Jørgen Frants var tá 39 ára gamal, og sam­an fingu tey 13 børn, fýra dreing­ ir og níggju gentur. Jørgen Frants Hammers­ haimb, fúti, sat í embætinum til hann doyði í 1765. Sonurin, Wenceslaus Hammershaimb, føddur í 1744, var hjálpar­ maður hansara og tók við starv­inum eftir pápan. Í 1766 giftist Wenceslaus Hammershaimb við Armgard Maria Svabo, sum var systir Jens Christian Svabo, og fingu tey seks børn. Wenceslaus Hammershaimb doyði í 1828. Elsti sonur Wenceslaus Hammershaimb, Jørgen Frantz Hammershaimb varð føddur í 1767. Hann fór sum 14 ára gamal til Danmarkar at ganga á látínskúla í Slagelse. Seinni læs hann løg­frøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Í 1806 varð hann út­ nevndur at stýra løg­mans­ embætinum í Føroyum. Hann var tann síðsti løgmaðurin í Før­oyum, tí embætið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frantz giftist í 1813 við Armgard Mariu Egholm úr Nýggjustovu í Havn. Hon var dóttir Helene Christine Egholm og Samuel Egholm, sum sigldi úti og sum gekk burtur í Miðalhavinum í 1796. Tey fingu tvey børn, sonin Venceslaus Ulricus Hammers­haimb og eldru dóttr­ina Mariu Louvisu. Jørgen Frantz doyði longu í 1820, konan livdi kortini í 68 ár eftir hetta og doyði í 1888. V. U. Hammershaimb varð føddur 25. mars í 1819 á Steigar­garði í Sandavági og doyptur 4. mai í Sandavágs kirkju. Tá pápin doyði í 1820 kundi mamman ikki verða búgvandi á garðinum. Í 1822 flytir hon við báum børn­ unum til Havnar, har hon flytir inn til mammuna í Nýggju­stovu, har børnini vaksa upp. V. U. Hammershaimb fekk tíðliga undirvísing í látíni, og tá hann var 12 ára gamal varð avgjørt, at hann skuldi niður at lesa. Hann kom til Keypmannahavnar í 1832, varð studentur í 1840 og teoloksikur kandidatur í 1847. Øll lestrarárini hevði V. U. Hammershaimb størri áhuga fyri tí málsliga enn tí mate­matiskt-fysiska. Hesin áhug mentist gjøgnum ár­ ini, og í 1847 fór hann til Før­ oya, m. a. fyri at savna sagnir og ævintýr v. m. Í 1849 varð hann settur sum lærari við Frelser Sogns Friskole, har hann var til 1855. Við síð­una av lærara­starvinum ar­beiddi hann víðari við føroysku mál­læruni, og gav út í ár­ unum 1851-55 eina røð av før­ oyskum kvæðum. Í 1855 vendi hann heim­ aftur til Føroyar, tá hann varð settur sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík. Sama ár, tann 10. august, giftist hann við Elisabeth Christiane Auguste Gad. Tey fingu átta børn. Árini sum prestur vóru merkt av stórum arbeiðs­ trýsti og nógvum ferðum í sóknini. Í 1862 varð V. U. Hammers­ haimb útnevndur til prest í Eysturoyar prestagjaldi og í 1867 til próst á Nesi. Hann flutti aftur til Danmarkar í 1878. Umframt ótroyttiliga ar­ beiðið fyri málinum legði hann stóran dent á at menna før­oysku skúlaskipanina og fyri at geva føroyingum skikk­aða lærarakreftir. Í januar í 1878 varð hann útnevndur til sóknarprest í Lyderslev á Stevns í Danmark og fór tá úr próstastarvinum í Føroyum. Hetta embætið hevði hann til 1897, tá hann og konan flutt til Ryesgade 110 í Keyp­mannahavn. Konan doyði í 1908 og stutt eftir, sum 90 ára gamal, gjørdist V. U. Hammershaimb sjúkur og doyði tann 8. apríl í 1909. V. U. Hammershaimb og konan er bæði jarðað í Lyderslev. Sunnudagin 25. mars verður høvi at leita sær oman í Fúta­stovu og Nýggju­stovu í gomlu Havnini. Hesir bygn­ingar verða karmar um hand­ anina av Móður­máls­virðis­ lønini 2012 og verða við til at seta hátíðardám á árs­ins móðurmálsdag. Móðurmálsdagur okk­ ara er ásettur at vera 25. mars, sum er føðingar­dagur V. U. Hammers­haimbs. Ætlanin við móður­máls­ deg­num er at varpa ljós á málið í øllum tess lutum. Sjøtil varð settur á før­ oyska móðurmálsdagin í 2010, tá Jóhan Hendrik Winther Poulsen varð heiðr­aður fyri stóra arbeiði sítt, føroyska málinum at frama. Tátturin verður tikin upp­aftur í ár, og hesa ferð eru fleiri partar uppi í mál­inum. Tað eru Dimma­lætting, Sosialurin, Kring­varpið, NÁM, Føroyska málnevndin og Mentamálaráðið, sum eru farin saman um veruliga at fáa lív í spildurnýggju siðvenjuna at hátíðar­ halda okkara móðurmál á hvørjum ári. Partarnir lata í felag virðisløn, sum er 25.000 kr. Landsstýrismaðurin í menta­málum, Bjørn Kalsø, er sera fegin um, at so stór undirtøka er fyri at fáa móður­málsdagin at taka skap og gerast fastur táttur. Hann heldur, at part­arnir, sum eru við, hava stóran týdning fyri, at ljós verður varpað á málið, tí teir røkka út til alt landið á hvør sín hátt. – Vit eiga øll málið, og tað er okkara felags ábyrgd at menna tað, hjúkla um og kjakast um tað. Tí vóni eg, at tikið verður væl ímóti átakinum, og at fólk fara at taka móðurmálsdagin til sín, sigur Bjørn Kalsø, lands­stýrismaður í menta­ málum. Í ár verður ljós varpað á føroysku miðlarnar, og Móður­málsvirðisløn verður latin fyri tann góða tekstin, ta góðu taluna ella tað góða samskiftið, sum har er. Onnur ár kunnu onnur evni verða, ið seta karm um móður­málið. Móðurmálstiltakið verð­ ur sunnudagin 25. mars kl. 15.00 í Fútastovu í Gongini í Havn, og í Nýggjustovu, har Hammershamb búði og hevði bond í báðar ættir, hóast hann var føddur á Steig í Sandavági. – Øll eru hjartaliga væl­ komin, siga fyri­reik­arar­ nir. Føddur á løgmansgarði MÓÐURMÁLSDAGUR Presturin, sum skapti okkum skriftmálið, varð føddur 25. mars í 1819. Tí er hesin dagur kosin móðurmálsdagur. Endmálið við degnum er at varpa ljóðsa á málið í øllum tess lutum Móðurmálsdagur í søguligum hami Det Færøske Dommerudnævnelsesråd er et uafhængigt råd, der har til opgave at afgive indstilling til justitsministeren om besæt- telse af stillingerne som administrerende sorenskriver (dommer) og sorenskriver (dommer). Rådet afgiver endvidere indstilling til Domstolsstyrelsen om besættelse af dommerfuldmægtig- og retsassessorstillinger. www.domstol.dk En stilling som dommerfuldmægtig ved Retten på Færøerne er ledig til besættelse snarest muligt. I løbet af de første år som dommerfuldmægtig gennemgår du et målret- tet, obligatorisk uddannelsesforløb, hvor du rokerer mellem rettens spe- cialafdelinger: fogedretten, skifteretten m.v. Forløbet er en kombination af intern oplæring ved retten og en række grunduddannelseskurser, der udbydes af Domstolsstyrelsen. Sideløbende med arbejdet i specialafde- lingerne vil du blive oplært i behandlingen af civile sager og straffesager. Det er en fordel, at du behersker det færøske sprog i skrift og tale og har indsigt i færøsk lovgivning, færøske samfundsforhold og færøsk kultur, men det er ingen betingelse. Du kan læse stillingsopslaget i sin helhed og om domstolene generelt på www.domstol.dk Ansøgning Stillingen søges elektronisk på www.domstol.dk under Job i Danmarks Domstole. Du skal vedhæfte curriculum vitae, indscannet eksamensbevis samt eventuelle udtalelser. Desuden bedes du vedhæfte et vellignende digitalt foto. Ansøgningen skal være modtaget i rekrutteringssystemet senest den 9. april 2012. Stillingen skal behandles af Det Færøske Dommerudnævnelsesråd. Dommerfuldmægtig