fríggjadagur 23. mars 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 23. mars 2012
2
VIKUSKIFTI
Tað er ein krevjandi uppgáva, men tá ið tú brennur fyri tí
og sær ein tørv, fellur tað ikki so tungt. Tað er gevandi í
sjálvum sær, og eg fari ofta uppbygdur heimaftur.
Øssur Berghamar, sum í skjótt 40 ár hevur vitjað
føroyskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum
X Factor
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í kvøld síggja vit Svein fyri seinastu ferð
á X Factor-pallinum. Fríggjakvøld eftir
fríggjakvøld hava vit sæð hann fram
ført, sungið og enn tá spælt tónleik.
Annars er tað í fjølmiðlunum, at vit
hava sæð, hoyrt og lisið um Svein.
Soleiðis hevur tað verið hjá okkum
flestu, men ikki hjá Cutfather, sum
dagliga hevur brúkt nógva tíð saman
við Sveini.
– Sveinur hevur tað gott nú. Hann
er spentur men avkláraður. Júst sum
hann hevur verið alla tíðina. Sveinur
var eisini tann fyrsti á stóra pallinum
í Herning til eina roynd. Tá hoyrdist,
at hann var spentur, men at tað eisini
var upp á tann góða mátan, fortelur
Cutfather.
Á síðu seks og sjey í Sosialinum er
samrøða við Lindu Andrews, ið millum
annað sigur, at »fokus« er lyklaorðið
hjá Sveini í kvøld. Hesum er Cutfather
púra samdur í.
– 100 prosent. Fokus er altavgerandi
fyri, hvussu tú kemur at standa teg. Tað
er momentið, løtan, sum avger hetta.
Klárar tú at levera tá, so stendur tú teg
væl. Og við Sveini er tað soleiðis, at
hann altíð er betri frammanfyri fólki og
myndatólum, enn hann er í venjingar
hølunum. Eg havi ongantíð sæð eina
toppframførslu frá honum, tá vit hava
vant. Men frammanfyri fólki, tá ið
myndatólini eru tendrað, tá toppar
hann, sigur Cutfather.
Rihanna, Lady Gaga
og Sveinur
Sjálvur sigur Sveinur seg vera spentan
at fara á pallin í Jyske Bank Boxen í
kvøld. Og sambært Cutfather skal
Sveinur gleða seg og njóta finaluna.
– Tað skal hann, njóta tað og taka
upplivingina til sín. Hann skal framføra
á sama palli sum Rihanna og Lady
Gaga hava gjørt, og tað er ikki víst, at
hann kemur at uppliva tað aftur. Ella
kann tað vera júst hesin pallurin, sum
letur dyrnar upp hjá Sveini. Tí skal
hann njóta tað líka mikið hvat, sigur
Cutfather.
Kongurin
Blachman
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Henning Bøgesvang / Mynd: Eydbii Myndir
klumman
Eyðun
Klakstein
Sveinur er soleiðis samansettur, at hann altíð hevur
bestu framførsluna á pallinum og ikki í venjingar
hølunum. – Frammanfyri fólki, tá ið myndatólini
eru tendrað, tá toppar hann, sigur Cutfather
Sveinur er
best á pallinum
Hann er herligur. Thomas Blachman, sum
hvørt um annað er genialur tónleikafram
leiðari og provokerandi undirhaldari í X
Factor kappingini í Danmark. Hann er
høvuðsnavnið í X Factor, sum í kvøld endar
við stóru finaluni í Herning. Hann er tann,
sum meira enn nakar annar skapar søgur,
undirhald og umtalu.
Hann er skjótur í vendingini, kreativur í
orðavali, og so tímir hann so óvanliga væl
at sita og prika hinar dómararnar, so at teir
mugu stríðast ímóti at missa tamarhaldið á
sær sjálvum. Tað er undirhald í sær sjálvum.
– Hetta er fjórðu ferð, at eg geri hetta,
og eri yvirkvalifiseraður til at sita her, sigur
Blachman sjálvur um dómarauppgávuna hjá
sær í X Factor.
Og Blachmann hevur eisini nakað upp
á hjarta. Hann torir at siga sína hugsan,
og oftast er hann beinrakin og skilagóður.
Hann torir eisini at gera samfelagsrelevantar
viðmerkingar, sum kann fáa okkum at hugsa
eitt sindur.
– Tað ber ikki longur til at fara inn á eitt
alment toilett, uttan at har situr ein maður og
grætur, tí hann er maður, segði hann í einari
sending um mannin í dagsins samfelagi.
Men hann er ikki lættur at
fáast við. Hann kann verða
eirindaleysur og óstortligur í
sínum viðmerkingum, og tá
ið hann gerst órímiligur og
gevur øllum hinum skyldina
fyri alt, er hann á
markinum til at
missa sympati
– ella kanska
væl og virðiliga
skeivu megin
markið. Men
sjálvt tað er
undirhaldandi.
Og vit vilja so
gjarna síggja
hann – hoyra
hann. Hyggjaratølini
eru í topp, og tað er
ikki minsta takka
verði honum.
X Factor er fjant
og fjas – óneyðugt
undirhald – eru tað
summi, sum siga.
Og tað kann verða
nakað um tað. Men
tað er helst akkurát
tað, vit hava brúk
fyri eitt fríggjakvøld
– Blachmann er
ikki tað ringasta
undirhaldið.
So segði
hann...
Ein avslappaður
maður frammanfyri
ein stóran pall. Sveinur
gleðir seg at framføra
fyri 15.000 fólkum í
salinum og tveimum
milliónum hyggjarum
mynd: Rólant Waag Dam