Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mars 2012 · Nr. 37 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í 1906 fingu vit floksbýti á tingi. Stríðið stóð tá ikki um, hvørt vit skuldu hava eina kapitalistiska sam­fel­ags­skip­ an ella kanska eina meira sos­i­al­ist­iska sam­fel­ags­skip­ an ella okk­urt har í mill­um. Før­oy­ing­ar hava altíð verið ov klók­ir ella býtt­ir til slíkt. Vit vildu held­ur stríð­ast um sjálvs­stýri og samband. Soleiðis gekk tíðin, og Sam­band­ið var so at siga al­tíð við yv­ir­lut­an. Tað gav at bíta, tá Nina Bang, fyrsti kvinn­u­ ligi ráð­harri Danarkar, í tjúg­ u­num bað løg­ting­ið um­mæla lóg­ar­upp­skot, sum hevði til en­d­a­máls at loyva før­oysk­ari und­irvísing í fólkaskúlanum í Før­oyum. Men svarið úr Føroyum var eitt tvørt nei. Tað var ikki móð­ir Danmark, sum segði nei, men sambandsmenn á tingi. Onkrar løtur hava sjálv­ stýr­is- ella loys­ing­ar­fólk havt meiri­lutan á tingi. Men tað gav held­ur einki, tí tá vildu dan­ir ikki spæla við. Og tá fólk­ið í Før­oy­um aft­ur slapp at tala, so vildu tey held­ur ikki. Vit upp­livdu tað í 1946, og vit upp­livdu tað aftur í hesi øld­ini. Kortini nýta vit meira enn helm­ing­in av all­ari pol­it­isk­ ari orku – í meira enn 100 ár, at kegl­ast um fullveldi ella sam­band. Og nú vilja fakfelagsfólk hava ein felags front við á­vís­um politiskum flokk­ um. Vit kunnu gita, at tað er Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­ veldi, hugs­að verð­ur um. Teir kunnu kanska par­ast nú, men tað gong­ur bara ein løta, so fyll­ir full­veldi meira enn sam­halds­festi, og so er aft­ur galið. Vit fara at stríðast soleiðis í nógv ár. Tí vit megna ikki at semj­ast um eina fólka­ at­kvøðu, sum skal gera av, hvussu rík­is­rætt­ar­ligu við­ur­ skift­ini skulu vera til dømis næstu 50 árini. Full­veld­is­ vong­ur­in ris­i­ker­ar tað ikki, tí hann tapir. Men tann sum vinnur, er tann snild­asti og gløggasti. Og tann sum hev­ur verið snild­ast­ur og gløgg­ast­ur síð­ ani løg­tings­val­ið er Fólk­a­ flokk­ur­in, sum hevur sitið við valdið so at siga uttan slit nú í 16 ár. Tí vinn­ur hann, meðan Tjóð­veldi, fak­fel­ags­rørsla og Javn­að­ar­flokk­ur liggja, sum tey sjálvi hava reitt. Tað eru áhugaverd sjónarmið, sum sam­skip­arin í Sam­taki legði fyri dag­in á að­al­fundi hjá Før­oya Ar­ beið­ar­a­fel­ag um vik­u­skift­ið. Sonja Jógv­ans­dótt­ir vón­ar ikki, at nakar lág­lønt­ur so mik­ið sum um­hugs­ar at velja nakr­an í hesi sam­gong­uni inn aft­ur á ting, tá ið løg­tings­val verð­ur aft­ur. Hetta eru hørð orð – kanska. Men hetta er í øll­um før­um aðr­ir tón­ar enn tað, sum vit hava hoyrt frá fak­fel­øg­unum, síð­an hend­an sam­gong­an tók við. Nógv er broytt í politikki. Kanska er tað tí ikki so løgið, at fyrrverandi javnað­ar­for­mað­ur­in ikki kennir pol­i­tikk­in aft­ur og skír­ir Aks­el V. Jo­hann­e­sen og Høgna Hoy­dal fyri at vera sunn­u­dags­skúla­dreing­ir, so lítið sum teir bíta frá sær. Og rætt hevur hann. Men saml­ aða fak­fel­ags­rørsl­an hev­ur eis­ini stað­ið sum ryssa yv­ir deyð­um fyli hes­ar mán­að­ir­nar, tá sam­gong­an hev­ur skrykt grund­ar­lag­ið und­ an lág­løntu fak­fel­ags­fólk­u­num í ó­lukk­u­mát. Eitt er skatt­a­lætt­in til tey ríku, ann­að er pen­sjóns­skatt­ ing­in, sum er framd fyri at fíggja skatt­a­lætt­an til tey ríku – og sum nú eis­ini vís­ir seg at fara at kosta fak­fel­ags­lim­u­num dýrt, tí pen­sjón­ in verð­ur nógv harð­ari skattað. Nú kunnu vit hava ymsar á­ksoð­ an­ir um pol­i­tikk og um fak­fel­ags­ við­ur­skifti. Fak­fel­ags­rørsl­an hev­ur mist nógv síðstu ár­ini, og so­leið­is sum pol­it­ikk­ur­in nú verð­ur rik­in – og so­leið­is sum fak­fel­ags­rørsl­an til­lag­ar seg og góð­tek­ur pol­i­tikk­in, so máar hon alsamt støð­ið und­an sær sjálv­ari. Og tað kann ikki vera gott út frá einum fak­fel­ags­pol­it­ isk­um sjón­ar­horni. Hugsa vit reint kap­i­tal­ist­iskt, so er tað út­merk­að við eini veik­ari og spjadd­ari fak­fel­ ags­rørslu, sum gong­ur meira upp í at stríð­ast sín­a­mill­um held­ur enn at standa øksl móti øksl at tryggja vunn­in rætt­indi og at vinna nýggj­ ar sigr­ar. Men láglønti løntakarin vil eftir øll­um at døma ikki seta hart móti hørð­um. Lágløntu fak­fel­a­gs­l­im­ir­nir halda tað vera í lagi, at tey ríku fáa skatt­a­lætta, og at tey lágløntu fíggja hann. Marg­in­al­skatt­ur­i­n hev­u­r ver­ ið ov høg­ur, og hann skuldi niður. So sjálv­andi fór hann meira niður hjá teim­um, sum hava for­vunn­ið meira. So ein­fald­ur er boð­skap­ur­ in hjá lands­stýr­inum, og tað halda nógv fak­fel­ags­fólk eftir øllum at døma vera í lagi. Fakfeløgini liva í so máta upp til nið­ur­støðuna hjá klummuskrivara okk­ara, Høgna Djurhuus, sum í gjár fekk móðurmálsvirðislønina, tá hann sigur: »at fyri tað um fjøldin er býtt, so kunnu politikararnir vera gløggir«. Fólk­a­floksmenn hava í øllum før­um verið gløggir... Fakfeløg vilja samstarva við politiskar flokkar Tað er helst ein hvørvi­sjón, um føroyska fak­fel­ags­rørsl­ an vænt­ar, at Javn­að­ar­ flokk­u­r­in og Tjóð­veldi fara at sam­starva sum ein stórur ar­beið­a­r­a­flokk­ur. Vit kunnu bara hyggja í bak­spegilin fyri at kanna, hvussu nógv teir hava sam­ starv­að síðani vit fingu heim­a­stýri í 1948. Av teimum 24 árunum, Tjóð­veldi hevur sitið í sam­ gongu, hev­ur flokk­ur­in sam­starv­að við Javn­að­ar­ flokk­in í 11 ár, meðan hann hev­ur sam­starv­að við Fólk­ a­flokk­in í 18 ár. Av teimum 37 árunum, Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ ur sit­ið í sam­gongu, hev­ur hann sam­starv­að Sam­ bands­flokk­in í 23 ár. Út frá tí sæst, at tað ikki eru júst er sam­starv til gagns fyri fak­fel­ags­rørsl­ uni, sum bind­ir Tjóð­veldi og Javn­að­ar­flokk­in saman. Nógv størri týdn­i­ng hev­ ur tað hjá Tjóð­veld­i­num at vinna full­veldi saman við Fólk­a­flokki­num, og hjá Javn­að­ar­flokk­i­num at halda rík­is­fel­ags­skap­in við líka sam­an við Sam­bands­ flokk­i­num. So er spurningurin, um vit hava brúk fyri pol­it­isk­ um flokkum? At Tjóðveldi er farið at tosa um blokk­pol­i­tikk kann merkja, at flokk­urin ætlar at flyta seg. Spurn­ing­ur­in er so, um tað er í­móti Javn­ að­ar­flokk­i­num ella Fólka­ flokk­i­num. Hann er sam­ sint­ur við báð­ar, men bara um hvør sítt. Janaðarflokkurin hev­ur eis­ini tos­að um blok­k­pol­i­ tikk, men tað er heldur ikki greitt, um flokk­ur­in legg­ur dent á rík­is­rætt­ar­ligu støð­ una saman við Sam­b­and­ i­num, ella um viðurskifti verk­a­manna saman við Tjóð­veld­inum. Í øllum førum hava vit nakrar ­skitsofrenar flokkar, sum hava ilt við at fóta sær. Hava ringt at finna felags stev Man fjøldin vera býtt? Tann snildasti vinnur Kennir løgmaður stýrsskipan? Poul Michelsen kjak á síðu 24 Am­ boðs­fim­ leik­ur un­d­ irg­rivin? Anni Kyster kjak á síðu 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast vit hava roynt av øllum alvi at fáa við­merk­ ing­ar frá Høgna Hoydal og Aks­el V. Johannesen til tað, sum Jóannes Eidesgaard, fyrr­ver­andi for­mað­ur Javn­ að­ar­floks­ins segði í blað­num fríggja­dag­in, so hevur tað ikki eydn­ast. Hvørgin teirra er klárur at svara enn. Um tað er tí, at teir taka at­finn­ing­ar­nar um, at teir einki bíta frá sær til eft­ir­tekt­ar, meldar søgan tó einki um. Vit royna aftur til næsta blað. Sunnudagsskúladreingirnir hava onga viðmerking