Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Nú er tað ikki eitt óvanligt fyribrigdi á Handilsskúlanum, at skúlastjórar noyð­ast frá, tí teir hava hugsað ov nógv um at koyra pengar í egn­ an lumma. Men nú hevur Hand­ ils­skúlin í Havn fingið nýggj­an stjóra – sum utt­an iva hevur bestu bar­last til eitt slíkt skúla­ stjór­a­starv, bæði við síni út­búgv­ing, við sín­um roynd­um við und­ir­vís­ing á hægri skúla, og ikki minst við roynd­um sum lands­stýr­ is­kvinna á fleiri málsøkjum, sei­nast við ábyrgd fyri øll­um tí føroyska skúla­verki­num ~ umfram henn­ ara yvir 20 ára roynd­ir í pol­ i­tikki. Men soleiðis hugsa ikki all­ir hand­ils­skúla­næmi­ngar. Tá boðini um nýggja skúla­ stjór­an bórust í gjár, var tað ein hand­ils­skúla­næm­ingur, sum spurdi. – Er tað hon, sum stjól peng­ar­nar frá okkum? So um næmingarnir á Før­oya Handilsskúla fara at hyggja skeivt upp á Hel­enu Dam á Neystabø, so er tað kanska tí, at hon stóð við á­byrgd­ini, tá út­búgv­ing­ar­ stuð­uli­n í fjør var skerdur fyri at minka um hallið hjá landskassanum. – Tingfólk skulu hava skattafríar koyri­peng­ar at koyra til Havnar fyri, tí at ar­b­eiðs­pláss­ið hjá ting­fólki er heima við hús (uttan hjá teim­ um, sum búgva í Havn). Tey skulu tí hava ki­l­o­met­ur­peng­ar at koyra til Havn­ar, tí tá fara tey ør­indi fyri arbeiðsgevaran. Tað var niðurstøðan hjá Bárði Niel­sen. Í gjár­kvøld­ið kjak­a­ð­ist hann í Degi og Viku við Rig­mor Dam, sum hev­ur lagt fram upp­skot um at broyta hesa ó­rím­u­ligu skip­an. Í veruleikanum er talan um eina kam­u­fler­aða løn­ar­hækk­ing til pol­it­ kar­ar av bygd, tað er einki duls­mál. Tað gav at býta, tá Bill Just­in­us­sen undir orðaskifitnum tingi brikslaði Rigmor Dam, at hon kann fara heim at tøma uppvaskimaskinuna millum tingfundirnar. Hvør skal siga, tað kann Bill Just­inus­sen ikki, og tí skal hann hava meira í løn. Málið um skattafríu koyri­peng­ ar­nar hev­ur mangan verið frammi áður – og vit hava ferð eftir ferð víst á, hvussu hetta máar støði undan trú­virð­i­num á poltisku skipanina, tá ting­fólk leggja byrð­ar á fólk­ið, sum tey ikki sjálvi vilja bera. Eitt dømi er skattalættin til tey ríku, ann­að dømi er løn­ar­steðg­ur­in á al­menna ar­beiðs­markn­að­i­num – sam­stund­is sum Ar­beiðs­loys­is­trygg­ ing­in rep­ar segl­ini, tí ráð verða ikki løna teim­um mongu ar­beiðs­leysu, sum tí fáa minni í inn­tøku. Men løgtingsmenn vilja ikki bera sín part. Tað vilja lands­stýr­is­fólk­ ini held­ur ikki. Sam­gong­an held­ur tað vera í lagi, at vit skatt­gjald­ar­ar gjalda lands­stýr­is­fólk­u­num eina mill­i­ón krón­ur um ár­ið í skatt­a­frí­ari løn. Hvat er hetta fyri hug­burð­ur at hava? Vit kunnu saktans fylgja bæði Rig­mor Dam og Bárði Nielsen, tá tey siga, at lands­stýr­is­løn­ir­nar eru ov lág­ar. Bárð­ur Niel­sen helt, at tey áttu at fingi­ð 70.000 krón­ur um mán­ að­in, og at skatta­fríu koyr­i­peng­ar­nir kunnu vera ein kom­pensa­tión. Argumentið um at lands­stýr­is­ fólk hava sítt ar­beiðs­pláss heima við hús, tað held­ur ikki, tá tey hava hvør sítt konga­ríki í høvuðstaðnum, skriv­ stovu­m og hópin av starvsfólki, sum tey varða av. Hetta málið um skattafríu koyri­ peng­ar­nar er eitt symp­tom upp á eina sjúka pol­it­iska skip­an. Eing­in løg­mað­ur hev­ur tor­að at tik­ið stigið. Ein nevnd verður sett, og so koyrir tað bara víðari. Tað sum er mest hugstoytt er, at hetta vísir nakrar politikarar, sum seta seg sjálvar hægri enn vanlig fólk. Teir halda seg sjálvar vera so nógv verdar, at teir ikki skulu lata tað sama til samfelagið, sum øll onnur. At vald korrumperar er so ofta prógvað. Við júst hesum málinum kundi samgongan prógvað tað mót­ sætta, men tað tykist vilji ikki vera til, tí tongdin at nøra um egnan búk er sterkari... Samgongan kundi jarðlagt allar fórdómarnar... Tá tosað verður um, at lands­stýr­is­løn­ir­nar ikki standa mát við stjór­a­løn­ir ann­ars, so er tað bara ein part­ur av sannleikanum. Skattafríu koyr­i­peng­ ar­nir er ein kam­u­fler­að løn­ar­hækk­ing, men nógv tann lukra­tiv­asti part­ur­in av lands­stýr­is­løn­ini er pen­ sjónin. Ein stjóri í privata vinn­ u­lívinum fær kanska 15 pro­sent av lønini í pen­sjón. Onkur eitt sind­ur meira. Men ert tú lands­stýr­is­mað­ ur, so fært oman fyri 150 pro­sent í pen­sjón. Ein landsstýrismaður tjen­ar sær fulla pensjón upp á átta ár. Ein vanliga eftirløntur per­sónur skal gjalda í minsta lagi 75.000 krón­ur um mánaðin í pen­sjón­s­inn­ gjaldi, um hann skal fáa til­ svar­andi pensjón eftir átta ár­um. Og skal hann pen­ sjón­er­ast, tá hann er 60, so skal hann gjalda 50 prosent meira inn í skipanina um mán­aðin. Pensjónin nógv hægri enn lønin eru tey veruliga meira verd? – Hon sum tók studn­ ingin frá okkum? Tænarar fólksins ella mammons? Frank Davidsen kjak á síðu 19 Tit skul spara enn meira! Edmund Joensen kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóskvøldið 29. mars 2012 fer an­legs­gartn­ar­in Heð­in Ask­ ham at halda ein fyrilestur á Klaks­vík­ar Bók­a­savni um urt­agarðsrøkt og koma við góðum ráðum í tí sam­ bandi. Anleggsgartnarin Heðin Ask­ham fer hetta kvøldið at tosa eitt sindur um tað at hava ein urtagarð. Í fyrilestrinum fer hann eitt nú at tosa um, hvørjir fyr­i­munir eru við at hava urt­a­garð, og hvat skal til fyri at hava ein urtagarð. Eis­ini kemur hann inn á, hvat tilfar skal í urtagarðin, og røktina av honum. Eftir fyrilesturin bjóðar bók­a­savnið kaffi og køkur, og høvi verður at seta spurn­ingar. Leggjast kann aftrat, at Klaksvíkar Bókasavn eig­ ur nógvar bøkur um urt­ a­garðs­røkt, og hesar vera som­u­leiðis at síggja hetta hó­skvøldið. Urtagarðurin á skránni í Klaksvík í morgin