Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Smædni provokatørurin talar – Tað kom púra óvart á meg, men eg segði sjálvandi ikki nei til tað, sigur Høgni Djurhuus, journalistur, sum sunnudagin fekk Móðurmálsviðurslønina fyri klummurnar, hann skrivar Rannvá G. Fossaberg Hann hevur skrivað klummur í 19 ár, og sunnudagin fekk hann heiðurs­løn fyri málburðin í klumm­unum, sum snúgva seg sum aktuel evni og annars alt tað, hann dagliga upplivir. Høgni Djurhuus fegnast um viðurs­løn­ ina, hóast hann væntaði, at heið­ ur­in fór til tíðindaflutning, tí sum hannn sjálvur tekur til: – Tað kann vera ein avbjóðing at brúka gott føroyskt mál í tíð­ inda­flutningi, tí tá skal alt ganga skjótt fyri seg. Tað er lættari at brúka gott mál, tá tú skrivar klummur, tí tá hevur tú nógv betri tíð, sigur ein heldur lítillátin Høgni Djurhuus, ið ikki gjørdi stór­vegis burtur úr heiðrinum og teim­um 25.000 krónunum. – Eg fekk mær ein góðan, skotskan whisky, sum eg einans nýti til serlig høvi. Klumman Hóast Høgni Djurhuus hevur 19 ár á baki sum klummuskrivari, so avdúkar 61 ára gamli journa­ list­urin, at tað ikki fellir honum serliga lætt at finna evni til klumm­una. – Tú skuldi hildið, at tað fall mær lætt eftir at hava skrivað klumm­ur í 19 ár, men í roynd og veru gerst tað truplari, tí eg vil ikki endur­taka meg sjálvan og royni tískil altíð at finna nýggj evni, greiðir Høgni Djurhuus frá. Mannagongdin frá hugskoti og til klumman stendur í eini avís hevur tó verið tann sama í nógv ár. – Eg plagi at ganga mær ein langan túr, og tá koma sum oftast hugskotini til klummurnar. Seinni skrivi eg alt, sum eg hugsi um evnið, inn á telduna, og tá hugsi eg hvørki um stavseting ella málburð. Dagin eftir rein­skrivi eg tekstin, sigur Høgni Djur­huus, sum heldur, at henda manna­ gongdin gevur best úslit. – Tú hugsar væl, meðan tú gong­ur ein langan túr. Og so nytt­ar ikki at seta seg framman fyri telduskíggjan og hugsa um stavseting, tá tú skalt skriva eina klummu. Skriva fyrst alt niður, tí dagin eftir er alt meira klárt, og tá kanst tú umskriva, hugsa um stavseting og betra um málið. Tey fæstu duga føroyskt Høgni Djurhuus fílist á, at stór krøv verða sett føroyskum miðla­ fólkum, tí sambært honum kann tað hava negativar avleiðingar. – Tað tykist, sum er tað eitt krav, at føroysk fjølmiðlafólk skulu duga fullkomið føroyskt. Eg eri bangin fyri, at tað verður so­leiðis, at dugir tú ikki at benda og stav­seta, so fært tú ikki starv, sigur Høgni Djurhuus og leggur afturat: – Vit hava fleiri framúr góðar journalistar og miðlafólk, sum ikki duga føroyskt ordiliga væl, so tað at duga væl føroyskt og góður journalistikkur hongur ikki neyðturviliga saman. Hann heldur tað vera løgið, at í meldrinum – Mær dámar væl at provokera, men eg haldi als ikki, eg eri nóg provokerandi