Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Á Dalavegi 1 í Havn er Her­ bergi Frelsanarhersins. Norski Frelsanarherurin eigur húsið, sum herbergið leigar. Í hesum stóra húsinum eru kømur til ellivu fólk, og dag­sentrið er opið frá klokkan 14 til 15.30. Klokkan 16 skulu øll vera úti. Tá hava tey fingið eina góða máltíð. Dyrnar á sjálvum her­berg­ inum lata upp aftur klokkan 21, og á middegi dagin eftir mugu tey gistandi fara út. – Tá ið illveður er, royna vit at draga tað út eitt sindur, men tað kunnu vit ikki, tá ið fleiri fólk eru her, sigur Maria Rubeksen, leiðari í her­berg­ inum. Hon hevur ein dreym um, at herbergið fær størri játtan, so tað kundi verið opið fleiri tímar um dagin, men sum er, hevur herbergið ongan møguleika til tað. Herbergið fær smáar 1,5 mió. krónur á fíggjarlógini, og tann peningurin skal røkka bæði til húsaleigu, 6,7 árs­verk í arbeiðslønum, mat og aðrar útreiðslur. Seinnapartin er døgurði, og upp í eini 18- 20 fólk koma til døgurða. Øll teirra eru ikki heimleys. Summi leiga kamar í býnum, men har tíma tey ikki at sita allan dagin. Tey fara ein túr í býin um dagin og so inn í her­bergið at fáa sær døgurða. Nøkur eru heimleys eina tíð, til tey aftur finna eitt kamar at leiga. Fastir gestir – Tað er ein nokkso fastur bólki av fólki, sum etur døgurða her næstan hvønn dag, sigur Maria Rubeksen. Hon letur væl at fólkunum, sum koma í herbergið. Tey eru blíð og fólkalig, og hon hevur havt fleiri góð prát við tey. Tað er altíð ein orsøk til, at tey eru komin soleiðis fyri í lívinum. Har eru nógvar syrgiliga lagnur. Mariu Rubeksen tekur hjarta­liga synd í teimum, sum ongastaðni hava at vera, tá ið herbergið ikki er opið. Tá ið illveður er, aftra tey seg við at fara út, og mangan standa fólk uttan fyri og bíða vát og køld, til herbergið, bráðfeingis náttartilboðið, letur upp. Um tað ber til, lata verða dyrnar latnar upp fyrr. Í herberginum eru ikki nógvar reglur, men tær, sum eru, skulu haldast. Ein av regl­unum er, at rúsdrekka ikki má inn um dyrnar. Um ein maður kemur inn við kenn­ing, verður viðkomandi ikki burtur­vístur. Treytin er tó, at hann er hampiligur. Starvsfólkini í her­berg­ inum hugsa nógv um, hvussu fólkini hava tað. – Summi teirra koma her hvønn dag, og hava vit ikki sæð tey í tveir dagar, hava vit ampa á okkum og eru bangin fyri, at okkurt kann vera hent, sigur Maria Rubeksen. Stór vælvild Við lítlu játtanini kann Her­ berg Frelsanarhersins ikki gera meira fyri tey heimleysu og hini, sum koma í herbergið javnan. Hevði tað ikki verið fyri vælvildina var einki herberg. Norski Frelsanarherurin stuðl­ar væl, og herbergið fær ofta gávur. Tað nógva inn­búgvið er komið frá væl­ mein­andi fólki, sum hava tømt hús, og nógv heva eis­ini klæðir og mat. Hvønn mána­ dag fara starvsfólk í her­berg­ inum út í handlar eftir frukt og grønmeti og øðrum mati, tí mánadag kemur nýggj vøra. – Tann matin høvdu vit als ikki havt ráð at keypt, sigur Maria Rubeksen. Hon rósar eisini teimum heimleysu og hinum, so røsk tey eru at koma við fiskamati. Summir av monnunum eru av og á úti við onkrum báti, og teir gera sítt besta við at koma í herbergið við røst­um fiski, kalva og øðrum fiska­ mati. – Ofta fáa vit eisini køk­ur frá fólki og avlop frá veitsl­ um. Tað kemur ótróliga væl við og ger, at vit sleppa frá at keypa døgurðamat í fleiri dagar. Maria Rubeksen heldur ikki, at talið av heimleysum er vaksandi. Ein partur av fólk­ unum er úr Havn, men tað koma eisini nøkur av bygd. Orsøkin til hetta er óivað, at lættari er at yvirliva sum heimleys í Havn, og lættari er at krógva seg í rúgvuni. Sera hugnaligt er í her­ berginum. Á loftinum er ein stova, har búfólkini kunnu sita og hugna sær, og tey kunnu gera sær ein kaffi­ munn. Í kjallaranum er mat­ stovan. Vilja hava frið Sosialurin vitjaði í mat­stov­ uni ein góðveðursdag í vik­ uni. Júst tá vóru ikki so nógv fólk til døgurða, men har vóru nakrir menn. Teir fægstu høvdu hug at práta, tí teir høvdu ikki hug at stíga fram. Vildu bara hava frið at liva sítt lív. Men treytað av at vera ónevndur vildi ein siga eitt sindur. Hann leigar kamar í býnum, men kemur dagliga í her­bergið at fáa sær døgurða. Tey heimleysu hava ikki nógvastaðni at vera um dagin. Nakrir plagdu at sita á einum beinki við Tilhaldið í Tórsgøtu, men tann bonkurin var tikin burtur. Tað skilir hesin maðurin, sum lítið heldur um, at summi heim­ leys eru so ólátaðir. Eitt skýli var aftan fyri bygn­ingin hjá Frans Restorff í Magnus Heinasonargøtu, men tað er tikið burtur. Tá ið illveður er, hava tey heimleysu ikki aðrastaðni at leita sær skjól enn í onkrum busskýli, og busskýlið í Steina­túni verður nógv brúkt. Steinatún er líkasum stað­ið hjá teimum, og mang­ an stendur onkur uttan fyri kioskin. Maðurin sigur óbeinleiðis, at hann ikki er serliga errin av sínum máta at liva lívið. – Eg hati at møta børnum har, tí mær dámar ikki, at børn skulu síggja meg við øl í hondini. Situr á farstøðini Hann plagar at fara við nøkr­ um øl oman á farstøðina at seta seg, tí hann klárar ikki róp og skrál, og hann fær van­liga frið at sita har fyri seg sjálvan, men so kemur okk­urt býtt og ger ónáðir. Tá er friðurin úti. Maðurin hevur livað nógv ár upp á hendan mát­an, og hann hevur upplivað at gingið á gøtuni við lungna­ bruna. Av og á hevur hann ver­ið við báti, men hann ork­ ar illa longur at rógva út. Hann sigur, at hann ikki hugsar um nakað serligt, tá ið hann situr í einingi á far­ støðini. Bara hann hevur nóg mikið at drekka, leggur hann einki í nakað annað. – Eg taki tað púra róligt. Eisini um eg endi á gøtuni aftur. Maðurin gremur seg ikki um penganeyð. Tað gongur alt samalt. Men ikki er stutt­ ligt, tá ið einki er eftir. – Tað er í hvussu er skomm at bidda pengar. Vitjanin er av, og ein annar maður kemur út í tún við hesi viðmerking: – Hatta er sum hann sigur. Tað er eitt lorta lív at vera í hesi støðuni. Hjá mær byrjaði tað við, at konan koyrdi meg út, so misti eg arbeiðið, og so endaði eg her. Eg komi ikki víðari. randi@sosialurin.fo Halda til undir opnum himli Tey heimleysu í Havn kunnu gista á Herberginum hjá Frelsunarherinum, og har kunnu tey eisini fáa døgurða, men restina av samdøgrinum hava tey ongastaðni at vera. Mangan eru tey køld, tá ið tey um kvøldið sleppa inn aftur á Herbergið Í busskýlunum í Steinatúni halda tey heimleysu ofta til