mikudagur 28. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
14
Sosialurin
Atlantic Airways fingið
framkomnastu naviga
tiónstøkni góðkenda
Atlantic
Airways
hevur í dag fingið
endaliga
loyvið
frá
loftferðslumyndug
leikunum
at
brúka
framkomnu RNP AR
tøkni til inn- og út
flugvingar í Vágum.
Hetta
er
nýggj
og
framkomin tøkni, sum
ICAO, altjóða felags
skapurin
fyri
flog
ferðslu undir ST, mælir
til at brúka í umstøð
um við høgum fjall
alendi og avbjóðandi
veðurviðurskiftum.
Atlantic Airways fór
undir at fyrireika RNP
AR-mannagongdir fyri
flúgvingina upp á Vág
ar, samstundis sum
avtalan við Airbus var
undirskrivað, tí felagið
metti hetta vera bestu
navigatiónstøknina,
sum kundi økja um
trygdina og regulari
tetin.
Magni Arge, stjóri í
Atlantic Airways sig
ur:
– Vit eru errin av
hesum loyvinum. RNP
AR-navigatiónstøkni
er væl kend og brúkt
aðrastaðni í heminum,
men hetta er fyrsta
loyvið, ið verður givið
í Evropa. Vit eru sann
førd um, at hetta fer at
menna okkara virksemi
viðvíkjandi trygd og
reglusemi. Tað er eisini
væl hugsandi, at aðrir
flogvallir
og
onnur
flogfeløg fara at taka
táttin upp aðrastaðni
í Evropa. Hugsanin hjá
ICAO er, at RNP AR
í framtíðini skal av
loysa ta tøkni, sum í
dag verður nýtt á flest
øllum fløgvøllum til
inn- og útflúgvingar.
Nýggja
Airbus-
flogfarið
fór
sína
fyrstu ferð til Keyp
mannahavnar í morg
un. Í fyrstu syftu fara
flogskiparar frá Air
bus at flúgva saman
við
flogskiparunum
hjá Atlantic Airways.
Tríggir av teimum mest
royndu føroysku skip
arunum hava longu
vant seg við Airbus-
flogfarið, tá teir flugu
fyri Air New Zealand
í vetur.
Í hesum sambandi verður
skipað
fyri
hátíðarhaldi
í
Hoydølum
leygardagin
klokkan 16.
Skipað verður fyri einum
tiltaki framman fyri Gamla
húsi í Hoydølum leygardag
in klokkan 16, har ein minn
ispláta, fest á stein, verður
avdúkað.
Á skránni eru røður, kór
tónleikur og felagssangur.
Eftir
hátíðarløtuna
verð
ur ein drekkamunnur at
fáa inni í Gamla húsi, sigur
fyrireikingarnevndin. Og í
nevndini sita Ingrið Sond
um, Heðin M. Klein, Mikkjal
N. Helmsdal og Jákup Símun
Simonsen.
Karsten
Hoydal
varð
føddur í Hoydølum. Foreldur
hansara vóru Ata. f. Magnus
sen úr Kvívík og Dánjal Hoy
dal, f. Joensen av Sandi.
Karsten Hoydal var giftur
Marie Louise f. Falk-Rønne.
Karsten
Hoydal
varð
valdur á ting fyri Tjóðveld
isflokkin á løgtingsvalinum í
1966-70. Hann var landsstýr
ismaður í Sjálvstýrislands
stýrinum frá 1963-67.
Hann var útbúgving sum
landbúnaðar- og fiskiídn
aðarfrøðingur. Hann starv
aðist sum stjóri á niðursjóð
ingarvirki í Klaksvík 1946-50,
leiðari á Fiskiídnaðarstov
uni 1950-70, undantikin árini
1954-57, tá ið hann arbeiddi
fyri FAO í Suðuramerika.
Hann var formaður í Rit
høvundafelag Føroya 1976-
80
Í 1961 fekk Karsten Hoydal
M. A. Jacobsens heiðursløn
fyri yrkingasavnið “Vatnið og
ljósi”. Karsten Hoydal doyði í
4. apríl 1990.
Minnast Karsten Hoydal
Gunnvá Zachariasen fekk ársins heraklapp
Tøknin
góð
kend
100 ár Í dag eru 100 ár liðin,
síðani Karsten Hoydal, skald, varð
borin í heim – 28. mars í 1912
Her er grundgevingin hví
hon fekk tað:
MÁFs og Tjóðpalls Før
oya »Herðaklappið« verður
í 2012 latin:
Gunnvá
Zachariassen
fyri framúrskarandi fram
førslu hennara sum estiska
kvinnan Ailide Tru í leiki
num Reinsan á Tjóðpalli
Føroya í november 2011 og
fyri leiklut hennara, bæði
sum sjónleikari og sum stig
takari í sambandi við leikin
»Tey óndu«, sum sjónleika
bólkurin Tvazz framførdi í
januar 2012.
Í leiklutinum, sum tann
unga Aliide Tru, spældi
Gunnvá ein yvirlivari, sum
ofrar bæði, sína familju og
mannin, ið hon elskar, fyri
at náa málinum, ið hon
tráar eftir. Við avmáld
um og minimalistiskum
spæli, vísti Gunnvá okkum
eina kompliseraða kvinnu,
sympatiska og ósympatiska
í senn. Og hóast ómenn
iskjansligu og næstan ør
ligu gerðir hennara, fekk
Gunnvá lýst hana, sum
eitt menniskja, ið verður
myndað av teimum um
støðum,
ið
samfelagið
býður henni, soleiðis
at áskoðarin, til seinast,
skilti hana.
Gunnvá Zachariassen
er eitt undangongufólk
innan føroyska nútíðar
leiklist. Hon er ein sjón
leikari í støðugari menn
ing, sum alla tíðina bjóðar
sær sjálvari av í vali sínum
av leiklutum. Sum stigtak
ari til, og drívmegin í sjón
leikarabólkinum
Tvazz,
hevur hon víst føroyskari
leiklist á nýggjar leiðir við
nýskapandi uppsetingum,
sum hava givið føroyskum
áskoðarum nýggjar -og ofta
avbjóðandi- upplivingar.
Hon hevur í sínum ar
beiði víst dirvi og vilja at
ganga nýggjar leiðir og
bróta listarlig mørk innan
føroyska
yrkisleiklist.
Gunnvá Zachariassen er tí
bæði sum sjónleikari og sum
leiklistarligur íverksetari,
ein fyrimynd og íblástur
fyri føroysk leiklistarfólk.
Nøkur árstøl
1936: Cand. agro
1940: Lic. agro
1940-44: Jól uttnalendis (ritstjóri saman
við Regin Dahl)
1945-1952: Útiseti 1-7 (ritstjóri saman við
Regin Dahl)
1946: Myrkri reyða (yrkingar)
1948-1950: Fiskivinnublað Føroya
(blaðstjóri)
1951: Syngjandi grót (yrkingar)
1953: Gagnfiskur undir Føroyum (saman
við Jákup Sverra Joensen)
1953: Sild og salting
1954-57: Ráðgevi í fiskivinnu í Ecuador
fyri FAO
1955: Fiskalikamið (týðing saman við
Jóahs. av Skarði)
1960: Vatnið og ljósi (yrkingar)
1961: J.H.O. Djurhuus: Yrkingar í úrvali
1961-72: Varðin (ritstjóri: bd. 34-40)
1962: Viðgerð av fiski
1963-67: Landsstýrismaður
1966-70: Løgtingsmaður
1971: Leikapettið (stuttsøgur)
1972: Teinur og tal (yrkingar,
upprunaligar og týddar)
1974: Móttøka og goyming av feskum
fiski. Góðskumetan
1974-75: Varðin (ritstjóri: bd. 42-43)
1977: Frændarøddir (týddar yrkingar)
1979: Heðin Marjun og tjøldrini
(barnabók)
1981: Hans Mølbjerg: Føroyskar
speglmyndir (yrkingar & týðingar)
1982: Sólarkringur (enduryrkingar)
100 ár
Skaldið Karsten Hoydal hevði fylt 100 ár í dag. Hetta
verður hátíðarhildið leygardagin. Abbasonurin
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi hevur sama
føðingardag, sum abbin. Hann fyllir 46 í dag
Grannskoðaranevndir í Keypmannahavn
Mánadagin 19. mars 2012 vóru løg
tingsgrannskoðararnir
á
fundi
í Keypmannahavn saman við
grannskoðarum úr hinum norður
londunum. Statsrevisorarnir í Dan
mark høvdu boðið til fundin. Fleiri
áhugaverd evni innan parlament
ariska grannskoðan vórðu umrødd,
m.a. gagn og nytta av almennari
grannskoðan,
sambandið
mill
um
grannskoðarar,
parlament,
stjórn og miðlar, og leikluturin hjá
grannskoðarunum í sambandi við
hvussu stjórnirnar handfara t.d.
fíggjarkreppu.
Á myndini síggja vit føroysku
løgtingsgrannskoðararnar saman
við luttakarunum úr Finlandi,
Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi,
Álandi og Grønlandi.