fríggjadagur 30. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað tykist vera vorðið eitt
stríðsmál millum andstøðu
og samgongu at javnseta pol
itikarar við fólkið annars, tá
tað kemur til skattafrí lønar
ískoyti, skattafyrimunir við
pensjón og serdeilis lukra
tivar treytir við pensjóns
rættindum.
Rigmor Dam úr Javnað
arflokkinum hevur lagt upp
skot fyri tingið um at avtaka
skipanina við, at landsstýr
isfólk fáa yvir 13.600 krónur
skattafrítt sum koyripengar
um mánaðin og um at heita
á formansskapin í
tinginum um
at
broyta
somu við
u r s k i f t i
hjá ting
fólki.
Í
blaðnum í dag ger Kristina
Háfoss úr Tjóðveldi sína
støðu greiða:
Hon spyr,
• hvat rættvísger, at lands
stýrisfólk, sum kunnu koyra
til arbeiðis innan ein tíma,
skulu hava 13.600 kr skatta
frítt.
• Hvat rættvísger, at lands
stýrisfólk fáa fulla pensjón
eftir átta árum, meðan onnur
fáa tað eftir 37 árum
• Hvat rættvísger, at lands
stýrisfólk og tingfólk ikki eis
ini skulu rinda 40% í skatti av
pensjónini sum onnur
•Hvat rættvísger, at
tingfólk áseta sína
egnu løn?
Á h u g a v e r t
verður at frætta,
hvussu leikur
fer. Um menn
inir í sam
gonguni fara
at
halda
fast
við
sínar
ó
rímuligu fyrimunir, ella um
kvinnurnar í andstøðini fáa
ljóð fyri sínum sjónarmiðum
og, at politikarar ikki eru
meira verdir, enn vanlig fólk,
og tí ikki eiga at skava til sín
órímuligar fyrimunir.
– Tað er alt í lagi við, at
politikarar fáa góða løn. Men
politikarar skulu gjalda skatt
sum onnur fólk og lúka somu
treytir viðvíkjandi pensjón,
sum teir áleggja øðrum fólki.
Vilja teir ikki tað, so máa teir
trúvirði undan sær sjálvum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á tingfundinum í dag skuldi løg
tingið
viðgera
uppskotini
hjá
Rigmor Dam um at lækkara kostn
aðarstøðið og um koyripengar hjá
politikarum.
Í skrivandi stund er av góðum
grund ikki greitt, hvørja lagnu upp
skotið fær, men boðskapurin frá
meirilutanum í fíggjarnevndini er
púra greiður: Hesi uppskot skulu
jarðast!
Tað kann kanska tykjast popu
listiskt at blíva við at vevja í hesum.
Men vit hava valt at gera tað kortini,
tí hetta sigur so nógv um trúvirði
hjá hesum fólkum, sum vit hava
valt at stýra okkara landi.
Umberingarnar eru so nógvar –
og tað hevur riggað í 20 ár hjá poli
tikarum at tosa uttanum. Vit kunnu
siga tað enn einaferð, at vit unna
politikarum góðar lønir. Hvussu
góðar tær skulu vera er so ikki upp
til okkum at gera av – men at tær
eru í hægra endanum er sjálvandi
í lagi, tí tað er ein stór ábyrgd, sum
hvílir á hesum fólkum.
Men tá politikararnir gera sær so
gyltar skipanir, sum koyripengarnir
og pensjónirnar eru dømi um, so
verður farið ov langt. Júst tann
meirilutin, sum ikki vil broyta hesa
skipan, hevur júst gjørt gjónna
millum rík og fátæk enn størri – og
hevur gjørt pensjónsviðurskiftini
hjá vanliga lønmóttakaranum verri
við at skatta pensjónirnar harðari
við inngjaldi, enn tær høvdu verið
við útgaldi.
Men
politikarapensjónirnar
verða ikki skattaðar við inngjaldi.
Teir fáa tænastumannapensjónir.
Men meðan vanligi tænastumað
urin skal arbeiða í 37 ár fyri at fáa
fulla pensjón, so nýtist ein lands
stýrismaður bara at arbeiða í átta
ár fyri at fáa fulla pensjón.
Á seinasta løgtingsvali fóru tveir
fyrrverandi løgmenn úr politikki –
teir stillaðu ikki uppaftur. Annar 60
ára gamal, hin 64 ár. Men teir báðir
fáa líða onga neyð. Teir fáa 35.000
krónur um mánaðin í pensjón –
altso bara politikarapensjón! Liva
teir ella konur teirra til teir eru 90,
so kosta bara hesir báðir løgmenn
landskassanum lættliga einar 30
milliónir krónur í pensjón!
Okkum er upplýst frá fakfólki, at
um tú skalt spara tær eina so lukr
ativa pensjón upp í einum trygg
ingarfelag upp á átta ár, skalt tú
gjalda okkurt sum líkist 75.000 kr
inn í skipanina um mánaðin. Um tú
skalt hava eina slíka pensjón sum
60 ára gamal heldur enn 67, so skalt
tú rinda 50 prosent eyka.
Vilja politikararnir varðveita
hesi framíhjárættindi, so eiga teir at
grundgeva fyri hesum. Fyri vanliga
løntakaran minnir tað mest um
eina djúpt korrumperaða politiska
skipan, har politikarar verja hvør
annan upp á skift – fyri at varðveita
síni vunnu rættindi.
Okkurt er galið, tá teir fáa
fulla pensjón eftir átta árum
Komið niður á jørðina
Ein spurningur um álit
Avreiða
føroysk
áhugamál
Hergeir nielsen
tíðargrein á síðu 19
Eg eigi
meg sjálva
Sunneva háberg
eysturstein
Eygamálið á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast vit skulu eitast at hava
eitt public service kringvarp
– so er tað ikki allur veru
leikin kortini.
Umframt at Krinvarpið
krevur skatt frá fólki, so
verður ein sending sum Mælt
stuðlað av vinnulívinum, sum
so fær okkurt afturfyri.
Í Mælt sendingini síðsta
fríggjakvøld var orðið frítt
hjá Hanusi Hansen, reiðara í
Klaksvík.
Sum kunnugt koyrdi løg
maður Jákup Mikkelsen frá
sum
landsstýrismann,
tí
hann var ógegnigur vegna
sín svágarskap við Hanus
Hansen.
Tað var júst Kringvarpið,
sum gjørdi nógv burtur úr
hesum máli.
Men fríggjakvøldið var
alt hetta stríðið gloymt, tí
nú takkaði Kringvarpið Kjøl
bro Heilsølu »fyri stuðulin« í
rullitekstinum aftan á send
ingina við Hanusi Hansen.
Stjóri í Kjølbro Heilsølu og
sami Jákup Mikkelsen.
Nú er tað hvørki Hanus
Hansen ella Jákup Mikkel
sen, sum hava trupulleikar
við trúvirðinum. Nú hevur
Kringvarp Føroya ein stóran
trúvirðistrupulleika...
Svágur stuðlar Mælt
um Hanus Hansen
Kringvarpið gav Hanusi Hansen mikrofonina í Mælt-sending
ini fríggjakvøldið – og Jákup Mikkelsen fíggjaði sendingina
hjá almenna public service kringvarpinum... er tað ókey?