Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Útflutningurin úr Grønlandi vaks seinasta ár við 16 prosentum, upplýsir hagstovan í Grønlandi. Útflutt varð fyri yvir 2,5 millardir krónur, og tað vóru 346 mió. krónur meira enn árið fyri. Rækjur eru størsta útflutningsvøran, men útflutingurin av svartkalva og toski økist eisini. Útbúgvin í at bjarga lívi Randi Jacobsen Jú skjótari fólk, sum hava fingið skaða ella ein hjarta­ tilburð, fáa hjálp, jú størri er møguleikin fyri at bjarga lívinum, ella at tey sleppa undan varandi meini. Tí ræður um at útbúgva sjúkraflutningsfólkini væl. Hetta sigur Hans Jákup Simonsen, yvirlækni á Bráð­ deplinum. Bráðdepilin er góð­kennandi myndugleikin av útbúgvingini hjá sjúkra­ flutningsfólkunum. Landssjúkrahúsið er farið undir ein nýggjan leist við at útbúgva portørar. Útbúgvingin er tvey ára lærutíð við trimum modulum av teori. Tann fyrsti portørurin, sum hevur fingið útbúgvin eftir nýggja leistinum, fekk prógv á gjár. Maðurin eitur Mortan Holm Schwartson. Gløggur maður Á samkomu í hølunum hjá Sjúkraflutningstænastuni í gjár regnaði við lovorðum niður yvir nýútbúna mannin. Bæði frá Jákup Nolsøe, leiðara á Sjúkraflutningstænastuni og frá Hans Jákupi Simonsen, yvirlækna á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Mortan Holm Schwartson er gløggur, arbeiðssamur, eitt gott menniskja, brennur fyri sínum arbeiði og hevur eitt gott hjarta, varð sagt um hann. Meðan hann var í út­búgv­ ing, tók hann eisini eitt skeið í at hjálpa fólki í trauma. Tað skeiðið var hart, tí nógv var at lesa. Úrslitið var sera gott, upplýsti Jákup Nolsøe. Mortan Holm Schwartson var eina viku í prkatikk á skuðdeildii og eina viku í Bráðdeplinum. Aðrir portørar á Lands­ sjúkra­húsinum eru við at verða lidnir við somu út­ búgv­ing. – Krøvini til portørar økjast alla tíðina, og tað næsta verður at útbúgva teir til at kunna handfara heili­ vág. Vit mugu minnast til, at er tað nakað, sum kann bjarga mannalívum er tað sjúkraflutningstænastan, segði Hans Jákup Simonsen. Hann minti á, hvussu týdn­ingarmikið tað er, at sjúk­lingar beiannvegin fáa røttu viðgerðina, og hann rósti portørunum fyri at duga arbeiði sítt væl. Hans­ ara meting var, at sjúkra­bila­ fólkini á megin­økinum bjarga upp ímóti sjey menn­iskja­ lívum um árið, tí tey hava veri før fyri at veita røttu viðg­erðina beinanvegin. Mortan Holm Schwartsson fekk í gjár handað prógv sum sjúkrabilaviðgeri. Hann er tann fyrst útbúni í Føroyum eftir nýggja leistinum við praktikk í tvey ár umframt teori Hans Jákup Simonsen, yvirlækni og Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni eru ernir av Mortani Holm Schwartson, sum nú hevur fingið prógv. Teir ivast ikki í, at hann fer at útbúgva seg víðari Funnu stóra hassj­plantasju Randi Jacobsen Nokkso ofta rennir politiið seg fram á fólk, sum hava nakrar hassjplantur, men sum oftast er hetta bara til egið brúk. Men so eru tað tey, sum gera meira við tað og hava fleiri plantur. Gjáramorgunin fór poli­tiið inn í eini hús í eini lítl­ari bygd í Eysturoynni og tók ein mann og heilt nógvar hassjplantur. Plant­ urnar vóru nógvar men ikki so nógvar sum í til­ tiknu hassjplantasjuni við Norðskála. Sum skilst eru ómeta­liga nógv rúsevni á markn­að­ inum á megin­økinum nú. Fyrrapartin í gjár var narkopolitiið í einari bygd í Eysturoynni og legði hald á fleiri hassjplantur Randi Jacobsen Tað tók sína tíð hjá skúla­ stýrinum í Kvívík at fáa eina loysn á trupulleikunum við skúlaleiðaran, men í gjár tók Bjarni Heinsen, skúlaleiðari av einum tilboði frá Menta­ málaráðnum um at fara í eitt annað starv. Gjárkvøldið fingu for­eld­ ur boð um, at hann hevði sín seinasta skúladag í Kví­ vík í dag. Fyri umleið einum ári síðan kærdi skúlastýrið skúla­leiðaran til Menta­ mála­ráðið, og síðan hava verið nógvir fundir og fleiri hoyringar. Tað hevur ikki eydnast í dag fáa nágreiniliga at vita, hvat foreldrini hava havt ímóti skúlaleiðaranum. Skúlastýrið hevur lovað einki at siga, tí bara Mentamálaráðið skal úttala seg. Maðurin, sum hevur við málið at gera var á fundi í morgun. Bjarni Heinesen sjálvur hevur ongar viðmerkingar. Skúlaleiðarin farin frá Fyrsti lærari í Kvívík hevði sín seinasta arbeiðsdag í skúlanum í dag