Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygardagin hendir mangt og hvat í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tá verður spennandi leikadagur við mill­um annað undirhaldi, tónleiki, ísbarr, klovnum og brand­bilum. Tiltakið verður kallað “Børn í Føroyum” og verður hildið frá kl. 14.30 til 17.30 leyg­ar­dagin. Bæði inni í høll­ ini og á økinum uttanfyri kunnu børn uppliva mangt og hvat. Í hølini verða konsertir við eitt nú Kulum Rótum, barna­kóri og ungum tón­leik­ arum. Eisini verður dansi­ show, og Trølla Pætur og Omm­an fara eisini á pallin. Er­ling Politistur og Jógvan Politi­meistari verða eisini við í undirhaldinum og skulu ansa eftir, alt fer rætt fram. Eisini fara gylkarin Ás­ bjørn og klovnarnir Angela og Hannibal at undirhalda. Á økinum uttan fyri hølli­ na verða ymiskir aktivitetir – brand­bilar, mjólabilar, hoppi­ borgir og spælipláss. Øll, sum koma tiltakið, verða eisini boðin í Ísbarr og fáa ókeypis frukt. Eyðun Klakstein Tølini fyri, hvat føroyska samfelagið missur av frá­ flyt­ing­ini av ungfólki, tykjast skak­andi. Ein meting vísir, at hvør árgangur av lesandi før­oy­ ing­um, sum flyta av landi­ num, men ikki koma heim­ aftur, hava kostað almennu Før­oyum 80 milliónir krónur í íløg­um, sum samfelagið ikki fær aftur. Samanborið við líknandi út­rokn­ingar í øðrum lond­ um, missa Føroyar brutto­ tjóðar­úrtøku (BTÚ) fyri mill­um 450 og 900 milliónir krón­ur av teimum fólkunum í hvørjum árgangi, sum ikki kom heimaftur við síni út­ búgv­ing. Tað skrivar sam­felags­ gransk­arin Gestur Hovgaard í grein í Vikuskifti í Sosiali­ num í dag. Hann hevur mett um, hvør búskaparligi missurin er hjá samfelagnum, nú Før­ oyar missa umleið 150 fólk í hvørjum árgangi til útlandið. Vælferðarfellan Dagsins ungdómur gongur van­liga 12-13 ár í skúla og fer síðan antin í læru ella und­ ir víðari lestur. Alt hetta er goldið av tí almenna, tí mett verður, at tað er ein íløga, sum loysir seg fyri sam­ felagið. Eitt nú hevur danska vís­ma­n­na­ráð­ið roknað seg fram til, at hvør persónur við hægri útbúgving økir um brutto­tjóðar­úr­tøkuna við millum 3-6 milliónum í sín­um pro­duk­tiva virkna lívi, væl at merkja eftir skatt og eftir at útbúgv­ingin er aftur­ gold­in. – Skal alment goldna íløgan loysa seg, so má tó ein heilt innlýsandi fyritreyt vera lokin. Hon er, at tann, sum fær hesa útbúgving gold­na av samfelagnum, eisini livir sítt produktiva lív í sama landi, sum rindar fyri hana, tí annars fær sam­felagið sjálvandi ikki peng­ar­nar aftur. Og nú eru vit inni á kjarnanum í trupulleikanum, skrivar Gest­ur Hovgaard, sum er lektari í samfelagsvísindi á Fróð­skap­ar­setrinum. Dýrur missur – Eftir tí, vit vita, flyta einir 300 ungdómar við mið­náms­ skúla­prógvi av landinum ár­ liga við tí ætlan at taka onkra hægri útbúgving aðrastaðni. Mett verður, at gott helvtin av hesum fólkum ikki venda aftur til Føroya eftir loknan lest­ur. Í hesum tølum liggja vit lutfalsliga langt oman fyri okkara grannalond, og tal­ið tykist enntá at vaksa. Leystliga roknað kost­ ar raksturin fyri ein fólka­ skúla­næming í 2011-krónum uml. 40.000 um árið. Hetta verða um leið 400.000 í 10 ár. Ein studentakúlanæmingur kost­ar um leið 150.000 krón­ ur í 3 ár. – Teir um leið 150 frá­flyt­ ar­arnir árliga, sum ikki koma aftur eftir loknan hægri lestur uttanlands, hava til samans kostað skúla­verki­ num einar 80 milliónir krón­ ur. Hetta eru sostatt pengar, sum samfelagið árliga ger íløgu í, men sum tað ikki fær aftur, skrivar Gestur Hov­ gaard. Hann vísur eisini á, at sam­felagið missur ovur­ honds­stórar inntøkur av teim­um mistu fólkunum. – Skulu vit leggja nevn­ du útrokningar hjá danska vísmannaráðnum til grund, so kundi hvør mist­ur ár­ gang­ur upp á 150 før­oy­ing­ ar, umframt at goldið sína út­búgving aftur og rindað skatt, eisini økt okkara brutto­tjóðar­úrtøku við 450 til 900 milliónum, skrivar Gest­ur Hovgaard. – Roknistykkið omanfyri er einfalt, men tað setur per­spek­tiv uppá, at lata vit standa til, er tað við áhaldandi stórum tapi av bæði vælferð og kapp­ing­ar­ føri sum avleiðing, skrivar hann. Greinin kann lesast í full­ um líki á síðu 14 og 15 í Viku­ skifti. eydun@sosialurin.fo Fráflytingin kostar okkum dýrt Fráflyting Samfelagið ger stórar íløgur í útbúgving av ungfólki, sum eftir miðnámsskúla flyta av landinum og ikki koma heimaftur. Ein meting vísur, at hvør mistur árgangur hevur kostað samfelagnum 80 milliónir krónur í íløgum, og at samfelagið missur millum 450 og 900 milliónir krónur í BTÚ av hvørjum árgangi Kulur leikdagur á Hálsi Kular Røtur, Trølla Pætur, gyklari, klovnar, ung talent og ísbarr er millum tað, sum er á skránni á leikadegi í Havn leygardagin – Teir um leið 150 frá­flyt­ ar­arnir árliga, sum ikki koma aftur eftir loknan hægri lestur uttanlands, hava til samans kostað skúla­verki­num einar 80 milliónir krón­ur.