fríggjadagur 30. mars 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Tað eru fleiri av hesum gravsteinum,
sum hava røtur aftur til Nólsoyar.
Her er Nólsoyar søgan hjá Egon
Hansen ein góð kelda.
Tað er ikki so løgið, at tað hevur
verið nógv samband millum Havn
og Nólsoy, so stutt tað er millum
plássini. Tað er eisini fitt av nóls
oyingum, sum allar tíðir eru fluttir
til Havnar. Millum hesi vóru hjúnini
Johanna Thomasia f. Simonsen
(1874-1950), fødd í Vestmanna, og
Mortan Luther Hansen (1875-1951).
Foreldrini hjá Morten Luther
Hansen vóru
Johannes Zidske Hansen (1831-1921)
giftur við Onnu Lilliendal Magn
ussen (1837-1889) úr Kvívík.
Foreldrini hjá Johannes Zidske,
vanliga nevndur Ziska, vóru Hans
Pauli Johannesen úr Nýggjustovu,
Kapparin nevndur, og Ellen Marie
Joensdatter úr Smiðjuni Miðvági.
Tey búðu fyrstu tíðina í Miðvági,
har eisini tvey av børnunum eru
fødd. Eitt skifti búðu tey í Kirkjubø,
har triðja barnið varð føtt, men
tey settu síðan búgv á Trappuni
Nólsoy.
Mortan var uppkallaður eftir
mammubeiggja
sínum
Morten
Luther Hansen f. 1829. Hann átti
sluppina Simon Petrus, sum fiskaði
og sigldi við farmi. Hann sjólátst á
Havnarvág í 1862.
Tiltikin raskur
Ziska var tiltikin raskur maður.
Í hansara tíð kom øll skip, sum
skuldu inn á Havnina, inn millum
Stong og Eystnes.
Nólsoyingar plagdu við kikara at
hyggja eftir skipum, sum flaggaðu
eftir loðsi. Tað sum tá ráddi um, var
at vera fyrstur at koma til skipið
fyri at sleppa at loðsa tað.
Ein dagin hevði Ziska sæð eitt
skip, men hann helt tað vera nakað
langt burturi. Men eina løtu seinni
frættir hann, at annar bátur í Nóls
oy er á veg út til sama skipið.
Hann leyp avstað og bað onkran
koma við sær. Hann dró bátin
einsamallur úr neystinum og dró
hann eystur um Eiðið, meðan hin
báturin var farin vestanífrá.
Ziska hevði tveir mans við sær.
Teir róðu í øðrum borðinum, meðan
hann einsamallur var í hinum
borðinum. Hetta eydnaðist, og
Ziska var tann fyrri at skipinum og
sloppið var.
Hans Pauli
Pápi Ziska, Hans Pauli, eigur eis
ini part í Nólsoyar søgu. Uppi á
Stongini stendur í dag stórur grót
varði, lagaður í 1849. Formaður fyri
hesum arbeiði var Hans Pauli.
Tá ið fyrsta lógin um tvungnan
skúlaskap, Provisorisk Reglement,
varð kunngjørt sum lóg, fór Hans
Pauli saman við tveimum øðrum
nólsoyingum í 1845 til Danmarkar
at fáa kong at avtaka hesa lóg. Men
hesum kom einki burtur úr.
Mortan flutti til Havnar
Í 1910 flutti Mortan við familju
til Havnar at búgva við teirra 5
børnum. Tey hildu ikki tá, at um
støðurnar vóru nóg góðar í Nólsoy.
Tey búðu fyrst í Magnus Heina
sonar gøtu. Men seinni komu tey
at búgva úti á Landavegnum í
húsunum hjá D.J. Danielsen, kallað
ur Dollin. Hann er kendur frá bókini
“Dollin”, sum byrjaði ta fólkarørslu,
sum í 1908 fekk koppað belgiska
konginum bølmenninum Leopold
2, sum “eigara” av Congo.
Dollin doyði í 1916, og konan,
Lina, flutti nakað eftir hetta av
landinum. Tað kann hava verið
um 1920, at húskið úr Nólsoy flutti
inn. Mortan var fiskimaður sum so
nógvir havnarmenn tá í tíðini.
Eftir at vera komin til Havnar,
fingu tey 5 børn afturat. Tað hevur
ikki bara verið stuttligt hjá teimum
at koma til Havnar. Av teirra tíggju
børnum mistu tey trý børn í góðum
aldri í 1930 og 1934. Umframt mistu
tey eisini eina ommu- og abba
dóttir.
Børn teirra vóru:
Johannes Anton (1900-1989), føddur
í Nólsoy. Hann giftist til Gjáar. Kon
an var Johanna Elisabeth Cathrina
Súsanna Joensen (1899-1990) f. við
Gjógv. Tey fingu fýra børn.
Hans Einar Sofus (1902-1986) f.
í Nólsoy, giftur við Gudid Danberg
(1910-1988) fødd í Hósvík. Hans
Einar arbeiddi sum smiður í Havn.
Gudid misti beiggjan Alif í 1934
við Nólsoynni, sum tað er greitt frá
í bókini Havið tók Teir. Hon var í
síni tíð sunnudagsskúlalærari í
Hósvík. Tey áttu fimm børn.
Anna Lilliendal (1903-1930) f. í
Nólsoy. Hon giftist ikki, men fekk í
1922 dóttrina
Maria Leonora Lilliendal. Hon
doyði longu 21. august 1930.
Anna var heima og hjálpti
mammuni. Men hon fekk tuberklar,
sum so mong tá í tíðini. Hon doyði
26. desember 1930, bara fýra mánaðir
eftir at hava mist dóttrina.
Hon varð so grivin í gamla
kirkjugarði saman við dóttrini
og beiggjanum, sum longu vórðu
grivin har sama ár.
Alma Sofía Hansen (1905-1982) f.
í Nólsoy. Hon giftist til Danmarkar
við Johannes Juhl. Hon arbeiddi
sum frisør á Frederiksberg.
Poul Andreas (1909-1967).
Føddur í Nólsoy.
Hann giftist í 1950 við Inger
Fridu Christiansen f. 1930, dóttir
Frits hjá Klokkaranum. Poul Andre
as sigldi úti í heimi sum maskin
maður. Hann fekk malaria og doyði
í Rotterdam.
Tey fingu fýra børn.
Osvald Henning Jul Hansen
(1910-1930).
Eftir at vera farin úr skúlanum
fór Osvald í skraddaralæru. Hann
gjørdist kortini ikki liðugur. Hann
bleiv sjúkur av blindtarmsbruna,
og hann doyði av hesum einans
19 ára gamal. Hann var ógiftur. Er
jarðaður í gamla kirkjugarði saman
við systrini og systirdótrini, sum
doyðu sama ár.
Meinhard (1912-1983), f. í Havn.
Hann giftist við Olevina Johanna
Louisa Poulsen (1922-1989) á Kák
úr Havn. Meinhard var málari.
Tey fingu fýra børn. Sonurin Hans
sjólátst í 1972, 30 ára gamal.
Luthea
Liliendal
(1914-1934).
Hon doyði av tuberklum. Er helst
jarðað saman við teimum trimum,
hvør navn stendur á umrødda
gravsteini.
Dagmar (1916-2010). Hon giftist
við Christoffur Ziska (1913- 1999).
Hann var sonur Onnu i Geil og
Andreas Ziska, sum millum mangt
annað gekk á odda fyri at stovna
Skipafelagið Føroyar. Christoffur
var fyrst postboð í mong ár, og síð
ani gjørdist hann málari. Dagmar
var damuskraddari.
Tey fingu trý børn.
Gunhild Hansen f. 1920
g.v. Magnus Petersen f. í Froðba.
Tey búsettust í Danmark, og fingu
trý børn.
Í Danmark seymaði Gunhild
fyri henda mótahúsið Jack Olsen á
Strøgnum í Keypmannahavn.
Keldur:
Viggo Christiansen
Egon Hansen
Frida Hansen
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Trý í sama húsi doyðu
eftir hálvum ári
Ein kirkjugarður, sum tann undir Svínaryggi, er fullur av sorgarsøgum. Men har gravsteinur er
settur, verður í minsta lagi minni teirra varðveitt til allar tíðir. Eitt dømi er tann gravsteinur
settur yvir tvey systkin og dóttir øðrum teirra, sum verða umrødd í hesum parti
Komandi partur
Í komandi parti um 3 vik
ur verður greitt frá teirri 22
ára gomlu Otilia Florentina
Hansen, systkinabarn formann
í fiskimannafelagnum, sum
eisini doyði blaðungur
HER HVILER
OSVALD HENNING
JUL HANSEN
F. 26. DECEMBER 1910
D. 20. APRIL 1930
MARIA LEONORA
LILLIENDAL HANSEN
F. 30. MAJ 1922
D. 21. AUGUST 1930
ANNA LILLIENDAL
HANSEN
F. 10.OKTOBER 1903
D. 26. DECEMBER 1930
Morten Luther Hansen og Johanne Thomasie Sofie f. Simonsen
Osvald gørdist bara 19 ára gamal
Í gjár hitti eg í tilhaldinum í
Nólsoy ta 91 ára gomlu Olevinu
Joensen, mammu Ova.
Pápi hennara, Óli, gekk
burtur við Puritan í
1920, áðrenn Olevina varð fødd.
Eisini hevur hon mist fleiri synir
á sjónum. Hetta er eisini ein partur
av Nólsoyarsøgu. Olevina er
eitt lívstykki, og hon hevur eitt
sera jaligt lyndi. Tí var tað so
hugaligt at hitta hana saman
við hinum í tilhaldinum.