fríggjadagur 30. mars 2012síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsskrá
1. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundar stjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn til góðkenningar
4. Uppskot frá nevndini, um hvussu ársavlopið sambært góð-
kenda roknskapinum skal verða nýtt
Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti til
parta eigarar felagsins á 7 mió. kr. – svarandi til kr. 6,763285 pr.
partabræv á kr. 100.
5. Uppskot um viðtøkubroyting
Nevndin skjýtur upp fylgjandi broytingar í viðtøkum felagsins:
Uppskot um, at felagið fær hjánøvnini Atlantic Airways og
Atlantsflog afturat verandi hjánøvnum og at § 1, stk. 1 verður
tillagað tilsvarandi.
Broytingar, sum koma vegna nýggja partafelagslóg:
Uppskot um, at freistirnar í § 5, stk. 1 verða broyttar til ávikavist
5 vikur og 3 vikur í staðin fyri 28 dagar og 14 dagar. Ásetingin
verður annars óbroytt.
Uppskot um, at § 7 verður soljóðandi: “Partaeigarar kunnu fyri
nevndini skrivliga seta fram krav um at taka upp ávíst evni til
dagsskránna á vanliga aðalfundinum, um tað verður sett fram í
seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin skal haldast. Fær
nevndin kravið seinni enn 6 vikur fyri, at aðalfundurin verður
hildin, ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at
evnið kann verða sett á dagsskránna.”
Uppskot um, at markið í § 8 á 1/10 av partapeninginum verður
broytt til 5 % av partapeninginum. Ásetingin verður annars
óbroytt.
Uppskot um, at freistin í § 9 verður broytt til 3 vikur í staðin fyri
8 dagar. Ásetingin verður annars óbroytt.
6. Val av nevndarlimum
Sbrt. grein 15, stk. 1. í viðtøkum felagsins skal aðalfundurin
velja 4 limir í nevnd felagsins fyri eitt ár í senn.
7. Val av grannskoðara
Nevndin mælir til afturval av grannskoðara felagsins, NOTA,
løggilt grannskoðanarvirki P/F, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn.
8. Góðkenning af døgførdum samsýningarpolitikki felagsins
Nevndin mælir til, at aðalfundurin góðkennir dagførda sam-
sýningarpolitikk felagsins. Uppskot til dagførdan samsýn ingar-
politikk er hjálagt, og sæst á heimasíðu felagsins undir teiginum
“Investor Relations”. Dagføringarnar eru, at nevndar samsýningin
er ásett í politikkinum (hendan er óbroytt síðani 2008), at sam-
sýning fyri grannskoðanarnevnd er ásett og hvør samsýningin
er fyri ad hoc uppgávur hjá nevndarlimum.
9. Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin samtykkir at seta eina
valnevnd, sum skal taka sær av at koma við uppskotum til val av
nevndarlimum og nevndarformanni, umframt samsýning til
hesar, til komandi aðalfund. Í nevndini skulu vera nevndar-
formaðurin og tveir nevndarlimir.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti ir@
atlantic.fo ella á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030.
Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum
er hósdagin 12. apríl kl. 16:00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika til at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara
vegna. Á heimasíðu felagsins www.atlantic.fo og á høvuðskrivstovu
felag sins er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Fulltrú skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. apríl
kl. 16:00. Fulltrúin kann sendast umvegis teldupost.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv
fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs parta-
brøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin atgongumerki og at-
kvøðu seðlar ímóti ávísing av eini í mesta lagi 5 daga gamlari út-
skrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi pen-
ingastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabræva ogn-
ini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at partabrøvini ikki
eru ella verða avhendað til onnur, áðrenn aðalfundurin er hildin.
Partapeningur, atkvøðurættur og aðalfundurin
Partapeningur felagsins er kr. 103.500.000 býttur sundur í 1.035.
000 partabrøv á kr. 100,00 og multipla av hesum. Felagið hevur
11.111 egin partabrøv, ið ikki hava atkvøðurætt. Eingi partabrøv
hava framíhjárættindi. Partabrøvini skulu vera navna partabrøv og
eru negotiabul. Partaeigarar hava ikki skyldu til at lata partabrøv
síni innloysa.
Í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin verða fundarskrá, ársfrá-
søgn 2011 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing og øll upp-
skot til fundin løgd fram til gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu fel-
ag sins, Vága Floghavn, 380 Sørvágur.
Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrá-
settum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og
at kvøðurætt á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 5
dagar frammanundan hevur biðið um atgongumerki.
Kapitaleigarar hava møguleika at atkvøða fyri evnum á dagsskránni
við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður
hildin. Til tað krevst, at tað týðiliga framgongur, hvat atkvøtt verð-
ur fyri, og at atkvøður saman við atkvøðumerki verða latin fel-
agnum í seinasta lagi kl. 16 tann 12. apríl 2012 í afturlatnum
bræv bjálva. Aðalfundarstjórin tekur støðu til, um tað framgongur
nóg týðiliga, hvat atkvøtt verður fyri.
Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú, ið ikki kann
gev ast fyri meir enn 12 mánaðir. Fulltrú til nevndina kann einans
veit ast til ein ávísan aðalfund við eini frammanundan kendari
fundarskrá.
Harumframt hava fjølmiðlar og umboð fyri virðisbrævamarknaðir
atgongd til aðalfundin.
Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, hann
eigur í partapeningi. Fyri at geva atkvøðurætt krevst, at parta-
brøvini eru skrásett í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin
verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta
av atkvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert sam-
tykkj ast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av
greidd um atkvøðum og av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti
um boðaða partapeninginum.
Aðalfundurin verður hildin á føroyskum og týddur til eingilskt.
Skriv ligt tilfar verður á føroyskum og enskum, burtursæð frá
ársfrásøgnini 2011, ið er á enskum.
Rindan av vinningsbýti og kontoførandi peningastovnur
Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í
parta brævabókini, tá aðalfundurin, sum hevur samtykt vinnings-
býti, verður hildin. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 20.
apríl. Handil við partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 18.
apríl. Vinningsbýtið vil, sambært galdandi reglum og siðvenjum,
verða útgoldið 27. apríl til ta avlopskonto í einum peningastovni,
sum er skrá sett í Værdipapircentralen sum ein konta, har gjaldast
kann til við frígerandi virknaði.
Felagið hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen
A/S. Felagið hevur kosið sær FIH Erhvervsbank A/S til kontoførandi
peningastovn og kunnu partaeigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn á adressuni Langelinie Allé 43, DK-2100 København
Ø, Danmark ella á heimasíðuni www.fih.dk ella á telefon nummar
+45 72225000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
------------------------
Samsýningarpolitikkur hjá P/F Atlantic Airways
fyri nevnd og stjórn.
Samsýningarpolitikkurin hjá P/F Atlantic Airways hevur sum mál at
tryggja felagnum eina góða fyritøkuleiðslu og at skapa karmar fyri
langtíðar virðisskapan fyri partaeigarar felagsins.
Samsýning til einstøku nevndarlimirnar og stjórnina er lýst í árs-
roknskapinum og verður eisini almannakunngjørd á heimasíðu
fel agsins undir Investor Relations teiginum.
Samsýning til nevnd
Nevndin í P/F Atlantic Airways er lønt við fastari samsýning.
Samsýn ingin er ikki tengd at nakrari avriksskipan.
Nevndarsamsýningin er ásett til 120.000 kr. um árið. Nevndar for-
mað urin fær tvífalda samsýning, meðan næstformaðurin fær eina
og eina hálva samsýning.
Nevndarsamsýningin fyri grannskoðanarnevnd er ásett til 20.000
kr. um árið. Nevndarformaðurin fyri grannskoðanarnevndina fær
trífalda samsýning
Valnevndin hevur onga samsýning.
Um nevndarlimur átekur sær serligar ad hoc uppgávur út yvir
starv ið sum nevndarlimur, ásetir nevndin fasta samsýning fyri
slíkar upp gávur.
Samsýning til stjórn
Stjórn felagsins er sett sambært stjórasáttmála. Gjørdar verða
javn an eftirmetingar av lønini, herundir um tillagingar skulu ger-
ast. Allar broyt ingar í galdandi stjórasáttmála skulu gerast skrivliga
og góð kennast av nevnd felagsins.
Avgerandi fyri samsýning stjórnarinnar er, at hon tryggjar, at fel ag-
ið framhaldandi er ført fyri at draga at sær og fasthalda stjórn ar-
limir við bestu førleikum.
Samsýningin til stjórn felagsins verður samansett við støði í mark-
nað arsiðvenju og felagsins serliga tørvi.
Samsýningin til stjórnina kann fevna um fasta løn, kontantan
bonus, umframt eftirløn.
Samlaða støðið fyri føstu samsýningina verður ásett við atliti at
marknaðarstøðinum, har millum annað stødd felagsins og
rakstrar gongdin verður tikin við í ásetanini.
Stjórnarlimirnir fáa eftirløn, svarandi til ein ásettan part av føstu
sam sýningini.
Skiftandi (variabla) samsýningin til stjórnarlimirnar verður í høv-
uðs heitum ásett, grundað á í hvønn mun stjórnarlimirnir røkka
settum málum.
Nevndin ásetir innan karmarnar í hesum samsýningarpolitikki øll
viðurskifti, ið viðvíkja samsýning til stjórnina, herundir eisini
fráfaringartreytir.
Ábyrgd
Hesin samsýningarpolitikkur er góðtikin av nevndini í P/F Atlantic
Airways, og seinast góðkendur av ársaðalfundinum í apríl 2012.
Nevndin hevur ábyrgdina av at gera neyðugar tillagingar, og leggja
endur nýggjaða samsýningarpolitikkin fyri ársaðalfund til góð kenn-
ingar.
P/F Atlantic Airways
Nevndin
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
týsdagin 17. apríl 2012 kl. 17:00 á 62°N Airport Hotel (Hotel Vágar) í Sørvági