Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 1

allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. apríl 2012 Nr. 40 86. árg. kr. 20,00 Liðugt við at vera síðu 9 genta s11 Herd revsing fyri at sigla ávirkaður s4 Eg føli meg sum idiot s10 Ringt at vera depres­s­ivur – Eg havi verið heilt har úti, sum krákurnar venda, men eri so altíð komin livandi aftur hagani. Eg haldi, at eg eri betri við lívið enn so, sigur John Reynbú, sum hevur eitt gott lív hóast sjúkur í meir enn 30 ár s8-9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 13 Sosialurin HB við fullari ferð Ikki sannførandi, men tað rakk til 3 stig í Vági Fótbóltur s19 Tveir minuttir og liðugt Meistararnir úr B36 gjørdu bart í Klaksvík, har Lukasz Cieslewicz tvær ferðir eftir tveimum minuttum legði upp til mál Fótbóltur s17 Ítróttarblaðið Magnus skjótastur í ríkinum Svimjing Um vikuskiftið hevur Magnus Jákupsson sett føroyskt met í bæði 50 og 100 metra ryggsvimjing, og á 50 metrum var hann skjótari enn skjótasti danski juniorurin hevur verið tað Hilmar Jan Hansen Ungi havnarmaðurin, Magnus Jákupsson, sum gott og væl síðsta hálva árið hevur svomið niðri, har hann hevur funnið góðar umstøður og avbjóðingar, royndist aftur um vikuskiftið sera væl í kapping, tá hann var við í meistarastevnuni fyri lið í donsku liguni, sum er besta deildin í Danmark. 17 ár Magnus svimur fyri felagið VAT, ið er stytting fyri Vestegnens Aqua Team, eftir at hann annars hevur fingið sín uppvøkstur sum svimjari í Havnar Svimjifelag. Væl hevur ligið fyri hjá honum, síðani hann flutti niður, tí tað hava úrslitini víst, og hann eigur fleiri føroysk- og juniormet. Leygarmorgunin setti Magnus nýtt føroyskt met og nýtt juniormet í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 25.22 sekund, sum var 0,28 sekund skjótari enn gamla metið, sum Magnus sjálvur setti á eini stevnu í St. Dizier í november í fjør, veit heimasíðan svimjing.com at siga. Uppaftur meira merkisvert er, at nýggja mettíð hansara var skjótari enn danska juniormetið, sum Mathias Gydesen setti í 2006. Sami Gydesen var um vikuskiftið bara ein hundraðpart av einum sekundi frá at svimja seg til OL í 100 metra ryggsvimjing. Seinni leygardagin gjørdi Magnus Jákupsson enn ein vørr, tá hann eisini á 100 metra teininum í ryggsvimjing setti føroyskt met. Nýggja tíð hansara er 54.45 sekund og er meira enn eitt hálvt sekund av gamla metinum upp á 55.01 sekund, sum Magnus setti í NJM-kappingini í fjør. Her er talan eisini um nýtt juniormet. Góða gongdin hjá Magnusi í donsku liðkappingini er eitt bein- leið is framhalda av úrslitunum, hann fekk í Danish Open herfyri, har tað eydnaðist honum at seta trý nýggj føroysk met og trý junior- met. Í fjørsummar var Magnus við í EJM-kappingini í Beograd, har hann í fimm kappingum setti fimm nýggj føroysk met og juniormet, og á Oyggjaleikunum á Isle of Wight vann hann trý gull-, fimm silvur- og eitt bronsuheiðursmerki fyri Før oyar. hilmarjan@sosialurin.fo 17 ára gamli svimjarin, Magnus Jákupsson, hevur aftur um vikuskiftið sett bæði føroysk met og juniormet í kappingum niðri Mynd: Álvur Haraldsen www.auto.fo faroelaw.fo advokatar tel. 669900 · faroelaw@faroelaw.fo Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seld- um ketlum á før oyska markn að inum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. RINGIÐ 312 000 Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen KETILIN ÄSPI-ketilin er kendur í r oyum. Við mest seld- m ketlum á før oyska markn að inum nýtist ikki at siga meira... JÄSPI-ketilin fáa tygum hjá Mariu Poul sen. K JÄ Fø um RINGIÐ 312 000 G 2 000 John Reynbú: