mánadagur 2. apríl 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Koyrikort skal til fyri at
koyra bil, men einki krevst
av teimum, sum seta seg við
róðrið á skjóttgangandi bát
um annað enn radioskeið.
Fríggjadagin
viðgjørdi
Føroya rættur tvey mál um
rúsdrekkakoyring við stutt
leikabátum.
Annð málið var báturin
Brendan, sum rendi á Eyst
nes í fjør.
Hitt málið var vanlukku
túrurin við einum bayline
báti frá bátastevnuni í Vest
manna í fjør, tá ið tveir ungir
menn slerdu út.
Eigarin og skiparin greid
di í rættinum frá, at teir vóru
farnir fýra menn á báta
stevnuna. Á veg norður til
Vestmanna løgdu teir inn í
Hesti, har fingu sær suppu
og drukku øl og snaps.
Í Vestmanna fór skiparin
ongantíð av bryggjuni men
vitjaðu umborð á øðrum bát
um, har hann drakk nakað.
Hvussu nógv hann drakk,
mintist hann ikki.
Hann hevði eisini verið
umborð á bjargingarbátinum
Lív. Teir høvdu hugt at kortr
um og tosað um streym.
Vildu ikki útseta
heimaferðina
Av tí at boðað var frá verri
veðri, helt hann tað vera
best at fara aftur til Havnar
um náttina. Hann vildi ikki
bíða til dagin eftir, tí tá fór at
verða verri veður.
Maðurin kendi á sær
kenningina, men hann helt
seg vera føran fyri at føra
bátin til Havnar.
Hann fór umborð. Ein
vinmaður lá niðri undir og
svam. Beint tá komu tveir
menn og bóðu um at sleppa
við bátinum til Havnar.
Hann kendi annan teirra.
Vildi ikki við
Tað var í lagi, og stutt eftir
at teir høvdu lagt frá landi,
ringdi annar av hinum, sum
høvdu verið við bátinum
norður, og bað hann koma
inn aftur eftir sær. Hin fjórði
maðurin var eisini á bryggju
ni, men hann kendi seg ikki
væl og valdi tí heldur at fara
við bili til Havnar. Hann bað
hinar gera tað sama, men teir
vildu ikki.
Skiparin og tann eini
vinmaðurin, sum var skips
førari, vóru í húsinum. Hin
vinmaðurin lá framvegis og
svav, og hinir báðir stóðu á
dekkinum.
Rendi á okkurt
Tá ið teir vóru komnir suð
ur móti Velbastað, út fyri
Lambatanga, upplivdi skip
arin tað sum, at hann rendi
á okkurt í sjónum, men teir
sóu einki.
Nakað
eftir
steðgaði
motorurin, og báturin tók
sjógv inn.
Bara vinmaðurin, skips
førarin var í flótidrakt.
Skiparin royndi at hjálpa
tí sovandi manninum í vest,
men tað gekk striltið. Hann
bað hinar báðar ungu menni
nar binda seg fastar í boyur.
Hann fann ein vest, men tá
vóru dreingirnir horvnir.
Hann í flótidraktini lá
og fleyt í sjónum, men hinir
báðir svumu til lands.
Meðan teir svumu, tosaði
skiparin alla tíðina við hin, tí
hann vildi ikki missa hann
eisini. Við stríð og strev fekk
hann drigið henda vinmann
in upp í fjøruna.
Bæði skiparin og skipsfør
arin høvdu ringt til 112.
Tyrlan tók teir upp
Frá landið slepst ikki niður at
bjarga monnunum í fjøruni,
og tí kom tyrlan og tók teir
upp eins og hann, sum fleyt
í sjónum í drakt.
Alkoholpromillan
hjá
skiparanum varð máld til
1,52. Hjá skipsførarnum var
hon null, men varð ikki máld
fyrr enn fleiri tímar seinni.
Skiparin
var
sjónliga
merktur av hendingini, tá ið
hann fríggjadagin varð av
hoyrdur í rættinum. Hann
krógvaði einki.
Ákæruvaldið legði ikki
skiparan
undir
at
hava
skyldina av vanlukkuni, men
ákærin helt tað vera sera
óheppið, at ikki krevst nakað
loyvi til at føra ein slíkan bát.
Hóast útsýnið til allar síðir í
bátinum er gott, kann ikki
útilokast, at maðurin ikki
hevur sæð nóg væl, tí hann
hevði kenning.
Harðari revsing
Sambært lóg er ikki loyvt at
sigla við kenning. Tað stend
ur bara, at tann, sum ikki er
førur fyri at føra skip, kann
revsast.
Verjin hongdi seg í, at
einki promillumark er ásett
viðvíkjandi rúsdrekkasigling,
og tí kravdi hann frádøming,
men dómarin var samdur í,
at maðurin skuldi revsast.
Kravið hjá ákæruvaldi
num var 10.000 krónur í bót,
og tað segði dómurin eisini.
Maðurin skal haraftrat gjal
da sakarmálsútreiðslurnar.
Áður hevur tað ikki verið
dømt so hart at sigla við
kenning. Dómarnir plagdu
at liggja um 4.000 krónur.
Við hesum báðum dómu
num hevur rætturin sent út
tað signal, at tað ber ikki til,
at nakar siglir slíkar skjótt
gangandi stuttleikabátar við
kenning.
Helt seg vera sigliføran
Hereftir verður rúsdrekkasigling við skjóttgangandi
bátum dømd harðari fyri at vísa á vandan,
boðaði Føroya rættur frá fríggjadagin. Maðurin,
sum førdi bátin, tá ið teir menn slerdu fyri
borð í Hestfirði, fekk 10.000 krónur í bót
Báturin kundi sigla 25 sjómíl, men tá vanlukkan hendi, var ferðin minni