Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ALS stórt hall í 2011 Meðan inn­tøkur­ nar hjá Arbeiðs­ loysis­tryggingini eru rímiliga støðu­g­ar, hava sein­as­tu tvey ár­ini givið stórt hall, tí nógv fólk eru arbeiðs­leys Leo Poulsen 190 milliónir krónur eftir hæli. Tað er úrslitið hjá ALS fyri 2011. Og tað er ein mun­andi verri roknskapur, enn Arbeiðs­ loysistryggingin hevur havt seinnu árini. Í 2007 vísti roknskapurin eitt avlop á 93,5 milliónir. Í 2008 var talið komið niður á 56 milliónir og í 2009 niður á 17 millión­ir krónur í avlopi. Seinastu tvey árini er arbeiðs­loys­ið eksploderað, og út­gjaldið vaks við góðum hundr­að milliónum frá 157 í 2009 upp í 259 milliónir í 2010. Og hetta talið er farið upp á 308 millión­ir í fjør. Hetta hevur gjørt tað neyð­ ugt hjá ALS at taka ávís stig, skal kassin ikki gerast tóm­ur áðr­enn langt umlíður. Tí var uppskot lagt fyri Løg­ ting­ið í síðstu viku, sum gongur út upp á at lækka hægsta út­ gjald úr 20.000 krónum niður í 17.500 krón­ur. Haraftrat skal út­gjalds­pro­sent­ið lækkast úr 80 niður í 75%, og endiliga skal eitt kar­an­tenu­t­í­ð­ar­skeið á 10 dag­ar innførast. – Tað er neyðugt at gera hesi inn­triv, skal ALS megna at halda sínar skyldur. Ar­ beiðs­loysið er høgt í løtuni, og tí má bindast um heilan fing­ur. Egin­ognin er minkað úr góð­ um 600 milliónum í 2010 nið­ur í 412 milliónir í 2011, sigur Ernst Jacobsen. Nevndu tiltøk, sum fingu fyrstu viðgerð í tinginum fríggja­dagin, bøta nakað um hjá kassa­num í ALS, men besta hevði sjálvandi verið, um ar­ beiðs­loysið minkaði. – Stóra arbeiðsloysið hevur eisi­ni ført til, at vit hava ver­ið noydd at seta fleiri starvs­fólk at viðgera øll málini, sig­ur Ernst Jacobsen. Við verandi gongd ganga ikki fleiri ár, so er kassin tómur, og tað er í eini roynd at byrgja upp fyri hesum, at tiltøk nú verða sett í verk. Leo Poulsen - Vit vildu fyrst og fremst vita, hvønn veg ALS skal fara fyri at førleikamenna arbeiðs­megina í ALS, so at tey kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á Arbeiðs­loysis­tryggingini. Kanningin eitur »Før­ leika­menn­ing og arbeiðs­ megi – tørvurin hjá før­ oysk­um fyritøkum«, og tað er Gransking­ar­depilin fyri Sam­felags­menning í Vági, sum hevur staðið fyri kann­ ing­ini. Kanningin skuldi stað­ festa, hvør tørvurin hjá før­oyskum fyritøkum er í løtu­ni og í framtíðini, tá tað um starvsfólkamenning um­ ræðu­r. - Tað hevur týdning fyri okkum, at vita, hvørjar før­ leikar fyritøkur ynskja sær, at starvsfólkið hevur, og við hesari kanningini ynskir ALS at byggja brýr millum fyri­tøkur og fólk í ALS, sigur Ernst Jacobsen. Stjórin í ALS er fegin um kanningina, sum hann held­ ur gevur svar upp á nógvar spurn­ingar. - Tá farið verður undir slíka kanning, verða sjálv­ andi settir nógvir spurn­ing­ ar, og talan er eisini um eina kann­ing, sum ikki er gjørd áður, og tað í sjálvum sær er ógvu­liga spennandi, sigur Ernst Jacobsen. Eitt annað, sum stjórin á ALS heldur vera serliga positivt er, at av teimum 109 fyri­tøkunum, sum svaraðu spurn­ing­unum, hava fleiri í kvitta­num at seta fleiri fólk. - Hesar fyritøkurnar ætla at seta eini 425 fólk kom­andi trý árini, og tað er ógvuliga positivt, sigur Ernst Jacobsen. Umboðandi marknaðin Somuleiðis vísti kanningin, at arbeiðsgevarar eru áhug­ að­ir í fólki við ávísum før­ leik­um fram um fólk uttan út­búgv­ing. - Hetta er eisini eitt greitt signal til okkum um at før­ leika­menna fólk í ALS, sigur Ernst Jacobsen. Spurnarbløð vóru send út til 344 fyritøkur, og av teim­um valdu 109 at svara. - Eg haldi, at tað er nøkt­ andi. Sjálvandi kundi verið ynski­ligt, at fleiri fyritøkur vórðu við, men svarini eru um­boð­andi, sigur Ernst Jacobsen. Tað skal sigast, at spurn­ ar­bløðini bert vóru send privat­um fyritøkur. - Vit kundu hugsa okkum at spurt hjá kommunum og almenn­um stovnum, men tað er so í fyrsta umfari tær privatu fyritøkurnar, sum eru í skránni hjá Vinnu­ húsinum, sum hava fingið spurn­ar­bløð, sigur Ernst Jacob­sen. Talan er um fyritøkur, sum hava svarað, ið umboða eini 2600 starvsfólk, so tað er ikki so lítið heldur. - Tað eru einir 24.000- 25.000 starvsfólk á føroyska arbeið­smarknaðinum til­ sam­ans, so kanningin um­ fat­ar góð 10% av arbeiðs­ mark­naði­num, vísir Ernst Jacob­sen á. Kanningin vísti, at fyri­tøkur við fleiri enn 51 starvsfólkum og fyri­tøk­ur við undir fimm starvs­fólk­ um eru tær, sum ætla sær at vaksa komandi árini. - Hetta er eisini nakað, sum vit ikki vistu framman undan. Tað eru smáar fyri­ tøkur, við einum ella tveim­ um fólkum, sum kanska ætla sær at seta eitt ella tvey fólk aftrat, og tað er ein posi­tiv gongd, heldur Ernst Jacob­sen. Ein góð hjálp Hetta er sama gongdin sum í Danmark. - Har eru tað smáu fyri­ tøkur­nar, ið vaksa og seta fleiri starvsfólk, og tað er ógvu­liga positivt. Tað hevur eisini tann fyrimun hjá okk­ um, at nú kunnu vit fara til fyritøkur, sum siga seg vilja seta fleiri fólk, og bjóða teim­um arbeiðsmegi frá ALS, sigur Ernst Jacobsen. Talan er fyrst og fremst um fyritøkur, sum ætla sær at vaksa um framleiðslurnar. - Tað er eitt ógvuliga gott signal at senda út, ser­liga í hesum tíðum við stagna­tión í búskapinum, sigur Ernst Jacobsen. Heilar 55% av fyri­tøku­ num ætla sær at menna nýggj­ar framleiðslur, og tað gev­ur eisini avbjóðingar hjá ALS. - At tað eru nýggjar fram- leiðslur á veg á føroyska arbeiðs­mark­naðinum er ógvu­liga positivt, og so er spurningurin bara, um vit hava arbeiðsmegina til nýgg­ju framleiðslurnar her á ALS. Tað vóna vit jú, sigur Ernst Jacobsen. ALS hevur fingið meira ítøki­l­igt at vita frá fyri­ tøku­m, hvat tað er fyri før­ lei­k­ar, ið hesar ynskja. - So vit hava fingið eitt am­boð at arbeiða við, sigur Ernst Jacobsen. Kanningin hevur givið svar upp á fleiri viðkomandi spurn­ingar, og nú fara tey at nær­lesa hana. - Vónandi fáa vit eisini aftur­meld­ingar frá vinnuni, tá tey hava lisið kanningina. Vit hava sjálvi roynt at fáa svar upp á ymsar spurn­ing­ ar, men tað er sum kunnugt altíð betri at vita enn at gita, og hendan kanningin hevur giv­ið okkum eina breiða viftu av upplýsingum, sum heilt vist fara at hjálpa okk­ um í okkara arbeiði, sigur Ernst Jacobsen. Dennis Holm frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning saman við stjóranum á Arbeiðsloysistryggingini, Ernst Jacobsen Mynd: Leo Poulsen Føroyskar fyritøkur ætla at vaksa FØRLEIKAMENNING Tað vísir ein kanning, sum ALS hevur latið gjørt av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fyritøkur oman fyri 51 starvsfólk og undir fimm starvsfólk eru tær, ið mest ætla sær at vaksa, vísir kanningin