mánadagur 2. apríl 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Námsfrøðingur til Gjáarlon
Til dagstovnin Gjáarlon verður søkt eftir avloysara
fyri námsfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi.
Setanin er frá 01.05.2012 til 01.03.2013.
Starvið er 35 tímar um vikuna.
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á:
• trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum
• at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur
• at vit eru ein grønur stovnur
Vit ynskja:
• at tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í
gerandisdegnum, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum
• at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagar og foreldur
• at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• at tú ert ágrýtin, jalig/-ur og nýhugsandi
• at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Núverandi setanarstaður er Gjáarlon. Setanarøkið er
dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Morið A. O. Gardy,
leiðara, á tlf. 770 134 ella Solveig Olsen, varaleiðara,
á tlf. 770144.
Skrivlig umsókn
við avritum av prógvum og viðmælum, skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
16. apríl 2012 kl. 12 og sendast til:
Vestmanna Kommunu
Bakkavegur 16
Postboks 91
355 Vestmanna
Gjáarlon er dagstovnur við vøggustovu og barnagarði –
normeraður til 84 børn.
Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um
umhvørvið – inni sum úti. Stovnurin hevur góðar umstøður – bæði
innan- og uttandurða.
Okkum dámar væl at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar úti í
náttúruni. Á henda hátt kunnu vit menna børnini likamliga og geva
teimum vitan um náttúruna.
Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15.
www.sosialurin.fo
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in