Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo So hendi tað, sum leingi hevur ver­ið vænt­andi, at Jenis av Rana, for­mað­ur Mið­floks­ins, fekk trup­ul­leik­ar við at taka und­ir við pol­i­tikk­i­num hjá sam­ gong­uni – sum er beint hin øv­ugti av tí, sum Jenis av Rana hev­ur sagt seg staðið fyri. Tað undraði mong, at Mið­flokk­ur­ in fór við í hesa sam­gong­una, sum er ein hin mest re­ak­t­i­on­era sam­gonga, vit hava havt í mong ár. Men tað gav eis­ini at bíta hjá Mið­flokk­i­num und­ ir sam­gong­u­sam­ráð­ing­u­num, tí hin ting­mað­ur­in gjørdi tá púra greitt, at hann fór í øll­um før­um við í hesa sam­gongu – við ella uttan Jenis av Rana. Nú er Mið­flokk­ur­in ein flokk­ur, sum virð­is­pol­it­iskt er í eini tví­støðu – ella kanska lík­a­sælu – með­an sam­ hald­ið eru tey kristnu virðini. Hó­ast Jen­is av Rana hevur sína bakgrund á vinstr­a­veing­i­num, og Bill Just­in­us­sen kanska høgr­u­meg­in – so gera báðir partar púra greitt, at grund­sjón­ar­mið floks­ins er krist­in­dóm­ur­in – með­an pol­i­tikk­ur­in ann­ars er sek­und­er­ur. Øll hava sjálvandi rætt at grunda sín pol­itikk, sum tey vilja. Men at grunda ein pol­it­isk­an flokk á at vera kristin, kann ger­ast í so tunt soð, tí hvørki Jenis av Rana, Bill Just­in­us­ sen ella Kar­sten Han­sen eru meira kristnir enn ting­fólk flest – tað er sjón fyri søgn, at hó­ast teir snakka meira um krist­in­dóm, so megna teir ikki at vísa sín kristna næstra­kær­ leika meira í verki, enn ting­fólk flest. Tað hava vit eisini sæð áð­ur – bæði í stríð­i­num mill­um Ad­olf Han­sen og Tord Nicl­a­sen í átt­a­ti­ár­u­num og mill­ um Tord Nicl­a­sen og Niels Paula Dan­ i­el­sen í ní­ti­ár­u­num. Mið­flokk­ur­in er tann triðji krist­i­ligi flokk­ur­in í røð­ ini, so stat­ist­iskt sæð, so kann hann sakt­ans fara í tvín­ing­ar av stríði um pol­i­tikk. Men tá tað er sagt, so eru tað á­huga­verd sjón­ar­mið, sum Jen­is av Rana før­ir fram í blað­num í dag. Hann sig­ur, at pláss ikki er fyri sær í sam­gong­uni, at hann ikki hev­ur sam­ vitsku til at standa til svars fyri poli­ tikk­i­num hjá sam­gong­uni og krev­ur broyt­ing­ar í førda pol­i­tikk­i­num – sum eru so stórar, at tær eru utop­isk­ar at fáa framdar. Jenis av Rana sigur, at hetta er eitt neyð­ar­róp frá hon­um og ein á­var­ing til samgonguna. Beinleiðis parla­ment­ar­isk­an týdn­ing fær tað ikki, um Mið­flokk­ ur­in fer úr samgonguni. Men hetta er ein týðulig ábending um, at sam­ gong­an stend­ur – og fer at standa – sera einsa­møll í teim­um ógv­us­ligu inn­triv­um, sum standa fyri framm­ an. Eing­in møg­u­leiki tyk­ist vera fyri sam­starvi við and­støð­una – og tá og um Mið­flokk­ur­in er far­in, so kann tað vera ein spurn­ing­ur um tíð, nær onk­ur í Sam­bands­flokk­i­numm – ella kanska Ann­ika Ol­sen, fær sam­vitsk­ u­bit og sting­ur í sekk­in. Tá alt kem­ur til alt, so sita løg­mað­ ur og Jørgen Nicla­sen kanska ikki so tungt á valdi­num kortini. Fær Jenis samvitskubit, so kunnu onnur eisini fáa tað Hóast vit sum tjóð hava siglt í meira enn túsund ár, so hevur lóg­gáv­u­vald­ið hjá okkum ikki enn á­sett, hvussu fullur ella edrú­ur, tú kanst vera, tá tú stýr­ir skipið ella báti. Men koyrir tú bil, er lógin púra greið: Tú skalt ikki hava meira enn 0,2 promillu av al­k­o­holi í blóðinum, so fellir ham­a­rin. Dømi vóru í síðstu viku um tveir dómar, har tilburðurin í øðrum førinum kostaði tvey mannalív. Hevði tað ver­ið ein bil­ førari, sum so­leið­is varð dømd­ur fyri ó­vilj­að mann­ dráp, hevði hann utt­an iva fing­ið nakr­ar mán­að­ir í gegl­ið og mist koyr­i­kort­ið í nøkur ár. Politiski myndugleikin skuldi tikið sær um reiggj og sett somu reglur í gildi fyri full­ar skip­ar­ar sum fyri fullar bilførarar. Ringt at revsa fullar skiparar Valdið ridlar undir løgmanni Tað hjálpir, tá fjølmiðlar støð­ ugt vísa á eitt nú órættvísi í pol­itisku skipanini  og at fjøl­miðl­ar­nir koyra undir til tess at fáa pol­i­tik­ar­ar at broyta kor­r­um­p­er­að­ar skip­an­ir, so sum skattafríu koyri­peng­ar­nar til pol­i­tik­ar­ ar og sup­er­pen­sjón­ina, sum pol­i­tik­ar­ar hava játtað sær sjálv­um. Vit í Miðlahúsinum kenna tað sum sigur fyri fólk­a­ræð­ ið, um kjak­ið, sum birt­ist í okk­ara miðl­i­num, nú før­ir til at hesi ó­dem­o­kra­t­isk­u ser­rætt­indi hjá pol­it­i­k­ar­um verða avtikin. Sjálvt løg­maður er nú kom­in upp á betri tank­ar og sig­ur seg nú vilja javn­ seta pol­i­tik­ar­ar ­við fólk ann­ars, tá tað kem­ur til pen­ sjón og koyr­i­peng­ar. Men hetta eru nýggir tón­ ar. Tá vit í Miðlahúsinum vildu hava løg­mann at siga sína hugs­an um hesi við­ ur­skifti á sumri í 2010, helt hann einki um til­tøk sum at lækka løn­ir­nar hjá ting­fólki. – At Før­oya Løg­ting skal vera mann­að við 33 tinglimum er alt ov nógv, segði hann. Stóð tað til hann, vóru 10 ting­fólk færri. – Álvaratos altso, er tað neyð­ugt at hava 33 ting­lim­ ir at stýra Før­oy­um, spurdi løg­mað­ur. Sjálvur helt hann, at eitt tin­g­mann­atal upp á 23 var hósk­andi fyri eitt samfelag sum tað føroyska. – Skulu vit tosa um at spara, vildi eg per­són­liga nógv held­ur við­gjørt spur­n­ ing­in um at lækka ting­mann­ a­tal­ið, enn eg eri sinn­að­ur at við­gera spurn­ing­in um at lækka lønirnar, segði løg­maður. Fyri fólk­aræðið er tað ein sig­ur, um pol­it­ik­ar­ar­nir nú – við løgmanni á odda – ganga í seg sjálvar og siga frá sær hesi korrumperandi fram­ í­hjá­rætt­indi, sum teir hava fingi­ð sær. Gera teir ikki tað, miss­ir fjøldin alt álit á pol­it­ ik­arar og politisku skip­an­ ina. Nið­ur­ fryst fólk­a­ p­ensjón Hans Pauli Strøm tíðargrein á síðu 13 Ábyrgd­ arfullan fíggj­ar­ politikk Janus Rein viðmerking á síðu 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgmaður vildi heldur lækka tingmannatalið Jenis í mótmælstiltaki fyrst í nítiárunum Formaðurin í ung­mann­a­ fel­ag­num hjá Mið­f­lokk­i­ num, Hallur av Rana, langar hart út eftir sam­gonguni, sum Mið­flokk­ur­in hig­ar­til hevu­r verið part­ur av. Í sera hvass­orð­að­ari við­merk­ing sig­ur hann, at tað gong­ur sjón fyri søgn, rokn­ing­in fyri flat­skatt­in nú ligg­ur í ting­i­num – og »at tað eru tey lesandi, tey gomlu og tey sjúku, ið fíggja full­u lumm­ ar­nar hjá teim­um ríku«. Hann vísir á, at serliga flat­skatt­ur­in er orsøkin til all­ar »ó­lukk­ur­nar«, sum hann nevn­ir í les­ar­a­bræv­i­ num, og hann heitir á sam­ gong­una um at vakna og síggja ta vandakós, sum vit eru á. – Tey eiga sjálvi at gjalda rokn­ing­ina fyri flatskattin viða at leggja frá sær og lata onn­ur sleppa framat, sig­ur altso for­mað­ur­i­n í ung­mann­a­fel­agn­um hjá Mið­flokk­i­num. Greinin kann lesast á www.sosialurin.fo Flatskatturin er umberingin