mikudagur 4. apríl 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánakvøldið fór ein sjúkrabilur úr Eysturoynni suður á Landssjúkrahúsið við einum
sjúklingi, hvørs hjarta var steðgað. Sjúkrabilurin varð fylgdur av politinum. Hetta hendir
av og á, og politiið fylgir sjúkrabilinum fyri at tryggja, at sjúkrabilurin sleppur fram. Tað
er ikki altíð, at ferðin er nógv, men tað ræður um at kunna koyra við javnari ferð.
Vánalig kunning
frá Fiskimála
ráðnum
Óli Lassen, reiðari á línuskipinum
Jákupi B. harmast um, at Fiski
málaráðið ikki kunnar før
oysku skipini um stongdar
leiðir undir Íslandi
Randi Jacobsen
Felagið Línskip hevur fleiri
ferðir vent sær til Fiski
málaráðið og biðið um betri
kunning um, hvar føroysk
skip kunnu fiska í Íslandi.
Tað sigur Óli M. Lassen,
reiðari á línuskipinum Ják
up B.
Jákup B.
Leygardagin fekk Jákup B.
boð um sigla til lands og fór
inn á Hornafjørðin. Jákup
B. royndi í ein útsynning
úr Íslandi.
Skiparin varð avhoyrdur,
og eftir at hava veitt eina
lítla trygd slapp skipið út
aftur.
Tá ið Jákup B. fekk boð
ini, hevði hann sett einar
tólv stampar, og onkrir
teirra vóru innan fyri ein
stongdan kassa.
Óli Lassen heldur, at
íslendska fiskiveiðieftirlitið
kundi havt sagt Jákup B.
frá, at hann var á stongdari
leið. Fiskiveiðieftirlitið visti
hetta, tí Jákup B. hevði boð
að frá, hvar hann var.
– Tað kom illa við at
skula sigla einar 18 tímar,
og menninir mistu hálvan
annan dag, sigur Óli Lassen.
Við tað at Ísland hevur
sendistovu í Føroyum, kund
málið eisini verið avgreitt,
tá ið skipið kom heim.
Hann sigur tað ikki vera
lætt hjá føroysku skip
um at kunna seg í Íslandi
um stongdar leiðir. Eftir
hansara tykki eigur Fiski
málaráðið at kunna, men
ger tað ikki.
– Eg veit, at felagið Líni
skip fleiri ferðir hevur biðið
Mentamálaráðið um betri
kunning, sigur Óli Lassen.
Hann hevur spurt seg
fyri, og einki føroysk skip
visti av, at áður nevndi
kassin var stongdur.
Tá ið Jákup B. fór útaftur,
fór hann á eitt annað mið.
Fiskipskapurin hjá Ják
upi B. er brúkiligur.
Jákup B. er tað føroyska
skipið, sum hevur størst
kvotu í Íslandi og er har
helvtina av árinum.
Hetta er fyrstu ferð,
Jákup B. er tikin, síaðn byrj
aði at fiska í Íslandi í 1994.
Ørskapur at hækka
pensjónsaldurin
Tað krevur breiða semju at røra við pensjonir og pensjónsaldurin,
og skal tað gerast, má varskóið vera eini 10 ár, sigur Hermann
Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya
Randi Jacobsen
Fríggjadagin
kunngjørdi
Jørgen Niclasen, landsstýr
ismaður
í
fíggjarmálum
frá, at pensjónsaldurin skal
hækkast við í hvussu er
einum ári, og at henda broyt
ing kemur í gildi næsta ár.
Hermann Oskarsson, bú
skaparfrøðingur og stjóri á
Hagstovu Føroya heldur lítið
um hesa ætlan.
– Tað er burturvið at
broyta pensjónsaldurin út
frá, hvussu stendur til bú
skaparliga í landinum. Mvg
kann broytast, men tað ber
ikki til at seta pensjónsald
urin upp ein dag og niður ein
annan dag, sigur Hermann
Oskarsson.
Pensjónsaldurin
kann
broytast, men tað krevur
eina meira varandi kós at
gera slíkt.
Hermann Oskarsson er
ikki samdur í, at samgongan
ikki hevur nakað val enn at
hækka pensjónsaldurin.
– Samgongan hevur eitt
val, og tað er at lata vera við
at hækka pensjónsaldurin.
Tá ið pensjónsaldurin verður
broyttur í øðrum londum,
verður tað altíð gjørt í breið
ari semju, og avgerðin verður
tikin við gildi eini 10 ár fram,
sigur Hermann Oskarsson,
sum leggur aftrat:
– Nógv, sum gjørt verður í
dag, er sera illa umhugsað og
tann reini ørskapur.
Randi Jacobsen
Rokningin
frá
semings
monnunum til Fakfelags
samstarvið
og
Fíggjar
málaráðið fyri semingina
seinast var langt frá so stór
hesa ferð sum seinast.
Seinast tóku semings
menninir 1500 krónur fyri
tíman hvør, og tímarnir
vóru 145,5.
Hesaferð var tímalønin
hjá semingsmonnunum 1200
krónur, og teir skrivaðu sær
ikki løn fyri allar tímarnar,
sum teir brúktu til ymiskar
fyrireikingar og til at skipa
tilfar.
Rokningin frá hvørjum
semingsmanni var 129.000
krónur, 64.500 krónur til
hvønn partin.
Samanlagda rokningin til
ávikavist Fíggjarmálaráðið
og Fakfelagssamstarvið var
sostatt 129.000 krónur.
Tey fýra feløgini í Fak
felagssamstarvinum býttu
rokningina sínamillum, og
tað bleiv til 32.250 krónur
til hvørt felag.
–
Semingsmenninir
gjørdu eitt ótrúliga gott
arbeiði. At so einki kom
burtur úr, var ein onnur
søga, sigur Herálvur Jacob
sen, formaður í Føroya Lær
arafelag.
Hann leggur aftrat, at
nevndin ikki fekk løn fyri
tímarnar, tær brúktu til
semingsroyndina.
Sámiligari rokning
tíðindi
Hermann Oskarsson