Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta havi eg ikki samvitsku til longur. Jenis av Rana, løg­tings­ maður fyri Miðflokkin og for­maður floksins, vil ikki long­ur standa til svars fyri politikk­in hjá samgonguni. Kemur ikki kollveltandi broyt­ing í politikkin, dugi eg ikki at síggja, at tað er pláss fyri mær í hesum sam­gongu­ ni longur. Annars er hann ikki long­ ur í samgonguni, tá ið hesin mán­að­urin er farin. - Hetta er eitt neyðarróp og ein ávaring á samgonguna um at leggja á annan bógv, tí hesin politikkurin kann ikki halda fram, sigur Jenis av Rana. Sinnaður at rinda prísin Í fyrsta lagi vónar Jenis av Rana, at samgongan leggur heilt á annan politiskan bógv. Men heldur samgongan fram í hesum sama spori­ num, fer Jenis av Rana at gera tað, hann er mentur at sann­føra sínar floksfelagar, og stjørnuna í Miðflokkinum um, at flokkurin eigur at taka seg úr samgongini. - Men eydnast tað ikki, eri eg til reiðar at bera tann prís­in og at fara úr sam­ gong­u­ni sjálvur, leggur hann aftur­at. Tað, Jenis av Rana ikki vil góðtaka við tí førda politikkinum, er, at sam­ gong­an alla tíðina fer eftir teim­um veikastu í sam­felag­ num eftir pengum at fíggja lands­húsar­haldið við, sum hann málber seg. - Samsundis hava tey væl­ bjarg­aðu fingið ein skatta­ lætta, tey hvørki hava brúk fyri, ella hava biðið um. Jenis av Rana sigur, at hann vil ikki góðtaka, at sam­ gongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur og fer til tey, sum onki hava, við rokn­ingini. Má ikki henda Í hesum sambandi eru tað nøkur ávís mál, formaðurin í Miðflokkinum hugsar um. Løgtingið viðgjørdi í farnu viku eitt uppskot frá lands­stýrinum um at skerja út­gjaldið úr ALS. - Tað má og skal ikki henda og eg vil ikki taka und­ir við, at útgjaldið verður skert. Samstundis er ætlanin at seta arbeiðsleys í karantenu, so at tey skulu ikki fáa út­ gjald úr Als 10 teir fyrstu dag­ar­nar, tey eru arbeiðsleys. Hann sigur, at í sjálvum sær er tað eitt alvorligt trau­ ma at missa arbeiðið. Tað er tann ringast hugsandi støð­ an, fólk kunnu koma í og tí skal steinur ikki leggjast oman á byrðuna hjá teimum við at skerja útgjaldið. Heldur enn at lækka út­gjald­ ið, skjýtur Jenis av Rana upp, at inngjaldið verð­ur hækkað og gjørt stig­veksandi so at tey, sum for­vinna nógv, rinda meiri í ALS og tey, sum forvinna lítið, gjalda lítið. - Ein slík skipan hevði ver­ ið eini greið, politisk boð frá samgonguni til tey, sum hava fing­ið skattalættan um, at vit hava brúk fyri pengunum til tey á niðastu rókum. Hetta var eisini ein skip­ an, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, skeyt upp. Ímóti øllum viti og skili Jenis av Rana vil heldur ikki undir nøkrum um­støð­ um góðtaka, at brúka­gjøld skulu setast í gildi í heilsu­ verkinum, so­leið­is sum lagt verður upp til í upp­skoti­num til játtan­ar­karm, sum er lagt fyri Løgtingið. - Tað er eitt sindur ógreitt, hvat hesi brúkaragjøldini inni­bera. Er talan um vanlig brúkara­gjøld, verður tað ein van­lukka. Men er talan um brúkara­gjøld eftir inntøkuni, er tað til at liva við. Somuleiðis vil Jenis av Rana heldur ikki góðtaka, at Fróðskaparsetrið verður skert. - Framtíð okkara er eitt vitanar­samfelag og tí er tað í beinleiðis andsøgn við alt vit og skil at skerja út­búg­v­ ing­ar­nar. - Tað er eisini í andsøgn við tað, allir flokkar førdu fram í valstríðnum. - Vit kunnu ikki rópa neyðar­róp eftir útbúnum før­oy­ingum uttanlands fyri at fáa teir at flyta heim aftur, sam­stundis sum vit vanvirða vitan og gransking við at sker­ja Fróðskaparsetrið. Ber ikki til Hann kann heldur ikki góð­ taka, at samgongan einvíst ger av at hækka pen­sjóns­ aldur­in. - Hetta er eitt mál, sum penssjónsbólkurin hjá Løgtinginum arbeiðir við og skal koma við eini niður­ støðu um. - Bæði samgonga og and­ støða eru við í pen­sjóns­bólki­ num, men hækkar sam­gong­ an pensjónsaldurin av sínum ein­tingum, er hetta tað sama sum at skumpa andstøðuna frá sær. Hann vil heldur ikki góð­ taka, at pensjónsaldurin verð­ ur hækkaður frá ári til ár. - Í Danmark er pen­sjóns­ aldur­in eisini hækkaður, men bara fyri tey, sum eru und­ir 50. - Tað merkir, at tey fáa góða tíð at laga seg til broyt­ tu umstøðurnar. - Í Føroyum skal pen­ sjóns­aldurin hækkast longu næsta ár og tað ber ikki til, tí tey, sum skulu pensjónerast í næstu framtíð, hava longu lagt lívið til rættis útfrá um­ støðunum, sum nú eru gald­ andi. Hann leggur afturat, at verð­ur pensjónsaldurin hækk­að­ur, fer tað at økja um arbeiðs­loysið og sostatt raka tað tey, sum vit annars royna at fáa at flyta heim aftur til Før­oyar at búgva. Munaði onki Jenis av Rana staðfestir, at hóast hann var ímóti tí, setti samgongan flatskattin í verk tí at hann skuldi vera undur­ verk­ið, sum sparkaði sam­ felag­ið ígongd aftur. Fyri at fíggja skattalættan, sum flatskatturin førdi við sær, vórðu pensjónirnar skatt­aðar við inngjald heldur enn at tær verða skattaðar við útgjald, sum higartil. - Men nú hevur sam­ gongan eftir øll­um at døma mist áli­tið á, at fla­t­ska­t­t­ur­in fer at seta sam­felagið ígongd og tískil verður farið til tey arbeiðsleysu, pen­sjón­istar­ nar og onnur, sum ongan skatta­lætta fingið, fyri at út­vega landskassanum fleiri inn­tøkur. - Hetta er tað, eg havi størst­an trupulleika við, tí skulu vit eftir fleiri inn­tøk­ um, mugu vit tora at fara hag­ar, pengar eru og ikki bara eftir teimum á niðastu rók, sigur Jenis av Rana. Næsta stigið greitt Jenis av Rana hevur atkvøtt ímóti samgonguni nakrar ferð­ir. Men hann asannar, at hend­an støðan kann ikki halda fram. - Eg kann ikki halda fram í samgonguni og samstundis at­k­vøða ímóti fleiri málum, hon leggur fram. - Tískil verður mítt næsta stig ikki, at eg atkvøði ímóti sam­gonguni, tá ið eitt mál kem­ur fyri, eg ikki kann taka und­ir við. - Næsta stigið verð­ur at biðja far­væl og at fara úr sam­gongu­ni, stað­fest­ir Jenis av Rana. - Alt annað er órímiligt mót­veg­is bæði sam­gongu­ni og mær sjálvum, leggur hann aftur­at. Jenis av Rana úr samgonguni POLITISKT SAMVITSKA Við politikkinum, sum nú verður førdur, er ikki longur pláss fyri mær í samgonguni, sigur Jenis av Rana Eydnast tað ikki, eri eg til reiðar at bera prísin og at fara úr samgonguni Hann vil ikki góð­ taka, at samgongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur og fer til tey, sum onki hava, við rokningini. Samvitskubit Jenis av Rana vil ikki góðtaka politikkin hjá samgonguni og nú sigur hann stopp. Mangla pengar í landskassanum, mugu vit tora at fara til tey, sum hava fingið skattalætta, eftir teimum. Vil samgongan ikki tað, biði eg farvæl, sigur hann