mikudagur 4. apríl 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í eini fráboðan 25. januar kunngerð flogfelagið Norwegian, at teir hava
bílagt 222 nýggj flogbør – 122 frá ameerikansku Boeing og 100 frá
europeiska Airbus. Men hjá Airbus framgongur bíleggingin ikki som »firm order«
– ella endalig avtala. Tað ger hon tó hjá Norwegia og Boeing, skrivar epn.dk
Ein partur verður at
lækka kostnaðin
Leo Poulsen
Tað er ikki uttan ein stóran
part av sorgblídni, at Jákup
Sverri Kass gevst sum sølu-
og marknaðarleiðari hjá At
lantsflog.
– Tað er mín seinasti ar
beiðsdagur í dag, og ja, tað
er við sorgblídni, at eg sigi
Atlantsflog farvæl. Serliga
tí eg sigi farvæl við eitt ar
beiðspláss, har eg havi trivist
ógvuliga væl. Eg havi havt
eitt sera gott samstarv við
starvsfólk, viðskiftafólk og
leiðslu, og tá er tað sjálvandi
ringt at fara til eitt annað ar
beiðspláss, sigur Jákup Sverri
Kass.
Hinvegin kennir hann
rættiliga væl Vága Floghavn,
og veit tí, hvat hann kemur
til.
– Eg havi eina sera góða
fatan av Vága Floghavn, og
eri spentur upp á uppgávuna.
Har eru avgjørt spennandi
møguleikar við tað, at flog
breytin nú er longd, og ein
nýggjur terminalur er á veg,
sigur Jákup Sverri Kass.
Tað eru nevndu útbygg
ingar, sum skapa spennandi
avbjóðingarnar.
– Eg eri sera spentur sam
an við starvsfólki og leiðslu
at seta út í korti, hvørja leið
Vága Floghavn skal ganga.
Floghavnin er jú ein týð
andi partur av okkara sam
ferðslukervi við tað, at Vága
Floghavn er einasta flogvegis
samband við útheimin, sigur
Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn er okkara
motorvegur út í heim, kanska
serliga til Danmarkar, har
meginparturin av flogferðsl
uni gongur.
Nýggir møguleikar
Tað eru kortini ikki bert út
litini hjá Vága Floghavn, sum
eru spennandi. Nú gamla
arbeiðsplássið
hjá
Jákup
Sverra
Kass,
Atlantsflog,
gongur eisini spennandi tíð
um ímóti.
– Tilgongdin við Airbus
flogfarinum
hevur
verið
í gongd í fleiri ár, og varð
byrjað langt áðrenn eg kom
til Atlantsflog. Men seinasta
hálvttriðja árið, tá eg havi verið
við í tilgondini, hevur verið
ótrúliga spennandi, tí nýggi
Airbussurin gevur felagnum
so nógv betri møguleikar,
sigur Jákup Sverri Kass.
Serliga nýggju møguleik
arnir við Airbussinum síggja
spennandi út.
– Nýggju møguleikarnir
hjá føroyingum at koma út
í heim og hjá útlendingum
at koma til Føroya við tað at
flogfarið røkkur nógv longri
og er munandi meira øko
nomiskt, fer vónandi at føra
til, at ferðaseðlarnir verða
nakað bíligari í framtíðini,
sigur Jákup Sverri Kass.
Tað er serliga leingjanin
av flogbreytini, sum gevur
føroyskari flogferðslu nakrar
nýggjar møguleikar.
Breiðka inntøkurnar
Jákup Sverri Kass hevur
havt sína dagligu gongd á
flogvøllinum í fleiri ár, og
kennir tí rímiliga væl til Vága
Floghavn, men kortini fer
hann at brúka nakrar dagar
at seta seg betur inn í viður-
skiftini.
–
Fyrstu
uppgávurnar
verða, saman við nevnd og
leiðslu at seta út í kortið,
hvat vit skulu fokusera upp
á. Hvussu vit skulu fáa ein
sunnan rakstur í flogvøllin,
og hvussu vit gagnnýta tann
møguleika, sum longda flog
breytin hevur við sær, sigur
Jákup Sverri Kass.
Avbjóðandi
uppgávan
verður at breiðka um inn
tøkugrundarlagið hjá Vága
Floghavn.
– Men tað allarfyrsta verð
ur saman við nevndini at
finna út av, hvussu vit gera,
og hvat vit fokusera upp á.
Og so skal eg sjálvandi møta
starvsfólkunum, og koma at
kenna smálutirnar í hvørjum
virkisøki sær á flogvøllinum,
sigur Jákup Sverri Kass.
Ein háttur at breiðka um
inntøkugrundarlagið
hjá
Vága Floghavn er, at fáa onn
ur flogfeløg at flúgva upp á
Vágar.
– Tað er sjálvandi ein
partur av uppgávuni, men
fyrst og fremst haldi eg,
at vit internt skulu hyggja
at teimum inntøkum, vit
framman undan fáa. Og í
tí liggur eisini, hvussu vit
fáa fleiri inntøkur í teimum
møguleikum,
sum
longu
finnst á flogvøllinum, sigur
Jákup Sverri Kass,
Men neyðugt verður eisini
at hyggja nærri at, hvussu
ein burðardyggur rakstur
fæst í Vága Floghavn.
– Fyrst og fremst verður tað
saman við nevndini at hyggja
at, hvussu vit agera teir næstu
tríggjar mánaðirnar, tað næsta
árið, tey næstu tvey árini. Tí
vit verða noydd til at raðfesta
nøkur ting frammarlega og
nøkur ting longur afturi, sigur
Jákup Sverri Kass.
Fleiri um útreiðslurnar
Stjórin hjá Jákup Sverra
Kass, Magni Arge, hevur ofta
fílst at teimum avgjøldum, ið
verða løgd oman á ferðaseðla
kostnaðin. Hvat ætlar Jákup
Sverri Kass at gera við tað, nú
hann tekur við sum stjóri í
Vága Floghavn týsdagin.
– Sjálvandi verður tað
nakað, vit fara at hyggja nærri
at. Tað er í áhuganum hjá
Vága Floghavn, at avgjøldini
eru so smá sum tilber, fyri at
fáa ferðaseðlaprísin niður.
Men tað er nú einaferð so
leiðis, at í Føroyum búgva
50.000 fólk, sum skulu út og
heim, og tað merkir, at Vága
Floghavn skal hava fleiri
herðar og fleiri fólk at bera
tær útreiðslurnar, fyri at fáa
avgjøldini niður, sigur Jákup
Sverri Kass.
Tað er ein partur av mál
inum.
– Hin parturin er sjálvandi,
at vit hyggja eftir øðrum
inntøkumøguleikum
sum
føra við sær, at fleiri verða
at bera tær útreiðslur, sum
ein flogvøllur hevur við sær.
Avgjøldini eru ein partur av tí,
og vit ynskja sjálvandi, at tey
eru so lág sum gjørligt. Men
vit skulu samstundis hava
rakstuin at hanga saman,
sigur Jákup Sverri Kass, sum
týsdagin tekur við starvinum
sum stjóri í Vága Floghavn.
Tað verður í fyrsta umfari
Per Levring, sum skal taka yvir
starvið hjá Jákup Sverra Kass
sum sølu- og marknaðarleiðari.
Per Levring hevur drúgvar
royndir
innan
flogferðslu
millum annað hjá Maersk
Air, og hevur seinastu tíggju
árini starvast hjá Atlantic
Airways í Danmark.
FLOGFERÐSLA Týsdagin tekur Jákup Sverri Kass við sum stjóri í Vága Floghavn, og tað
sær hann sum eitt sera spennandi starv við stórum avbjóðingum. Ein verður at hjálpa
til at lækka ferðaseðlakostnaðin, so fleiri fólk fara at ferðast um flogvøllin
stjóri
Týsdagin skiftir Jákup
Sverri Kass starvið sum
sølu- og marknaðarstjóri
hjá Atlantic Airways út við
stjórastarvið á Vága Floghavn
tíðindi
Nýggju møguleikarnir
fara vónandi at føra til,
at ferðaseðlaprísirnir
fara at lækka