Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn 4. apríl í 1968 varð presturin og manna­rættindastríðsmaðurin, 39 ára gamli Dr. Martin Luther King, Jr. skotin. Í dag fyllir formaður í Sosial­ istiska Fólkaflokkinum í Dan­ mark, Villy Søvndal, sum er uttanríkisráðharri, seksti. Hon stendur undir børu í Siloa. Hetta fitta menn­iskja­ barnið. So avmarkað í fimi. So óavmarkað í umsorgan og virksemi fyri onnur. Og sum í morgunsins besta blóma møtti møðsamari mótbrekku og merkti longu tá, at tað tók at kvølda - likamliga. Hon er nú farin - bara fimti ár á baki. Salurin allur á tremur av fólki úr øllum landinum - við harmi og samkenslu sam­ an við teim syrgjandi. Og strekkja orð til hesa løtu? Nei, so lítið er um okkum - . Tó talað verður. Orð úr Skriftini verða lisin og fjálg lýsingarorð søgd um Leilu. Og kann nakar geva henni – sum undir børu stendur - annað enn tað besta ummæli? Martin Joensen, systk­ina­ barn umsorgarfulla mann henn­ara, syngur nú við bør­ una: “Uttan teg” egna sálm sín - orð og lag - so inniliga um lívsins leitandi løtur – so einfalt og so djúpt, sum endar við: Hvirlur bresta á mín rút, tigandi eg hyggi út. Man í storminum tá eg aftur, Harri, hóma teg? Verjugarður mín ver tú; vakta, Harri, mína búð. Faðir, ver tú styrki mín, - leið meg loksins heim til tín. Tá mítt berg mær gerst ov høgt tá hvørt vitaljós er sløkt. Faðir fylg mær tá á leið, tú, sum eina troyttast ei. - - - Nógv og gott er skrivað um Leilu, og sum ikki skal verða endurtikið her. Mangt gott er at bera móðurætt hennara sunnan av landi. Ikki minst Palmu sjálvari. Hon og Jørleif komu at kennast uppi á Heygum í Klaksvík, har hon sum ung arbeiddi sum skraddari. Og mong hava sitið væl í vakra heimi teirra á Kambsdali. Men mundi Leila ikki eina mest minna um ommu sína: Lenu í Byrgi (1909-1988) ella Sørvágs-Lena, sum hon eisini varð nevnd í Søldarfirði. Og sum Leila æt eftir? Lena bleiv einkja fyrst í tjúgunum við trimum børn­ um. Sámal Petur fórst við Im­manuel í 1932. Hon giftist aftur við sváginum Hans Mariusi, sum var einkju­ maður við fimm børnum, og tey bæði fingu so fimm børn saman. Fyri fáu einkjupengarnar keypti hon sær seymimaskinu frá Herthu Arge, ið var einkja eftir pápabeiggja hennara (við “Oliviu” í 1912), og fekk samstundis hilling á at brúka tólið. Eftir hetta seymaði Lena so mangt fyri mong. Hon hevði gott minni og lesihug. Pengar vóru ikki. Umstøðurnar í tríatiárunum, undir- og eftirkrígsárunum við, kunnu vit bara meta um. Tó, sum elsti bróðir hennara mangan bar henni: ” Men, eitt eigur Lena, systir, altíð, og tað er eitt smíl at geva hvørjum hon møtir - í hesi køldu verð.“ Og hetta sama smílið átti Leila eisini. Roynda Leila misti unga einkarsonin, og omman misti fleiri ung í familjuni. Og sum báðar bóru við sama tolni. Ein søgu um hjartalag Lenu – og sum minnir so nógv um Leilu – kann í stuttum nevnast her. Lítlajólaaftanskvøld kom ein foreldraleys genta út í Byrgi og spurdi varisliga: um Lena kanska kundi seyma okkurt upp á smáu brøður sínar, sum einki høvdu at fara í til jóla. Men onkur, sum var har og visti um hvussu nógv var um at vera, segði stutt, at hetta bar bara ikki til. Og gentan fór so oman gjøgnum túnið. Hetta varnaðist Lena og bað gentuna vinarliga koma inn. Og tá ið morgunin kom, tá hevði hon - umframt alt annað - seyma upp á báðar dreingirnar og latið toyið sjálv og uttan at taka nakað afturfyri. Umsorgan - ? - - - Í fyrrárið varð stevna hild­in fyri ættarfólkum úr bygd­ar­ lagnum: Úti á Bø, sunnanfyri Kirkjubø. Fyrst varð farið út á Reyn og vitjað har, sum Skriv­ arastova er og Funningsstova stóð. Og harfrá var farið út á Bø. Leila og Mourits vóru við allan vegin. Tað vóru jú tvey ung haðani - úr hesum báð­um stovunum úti á Reyni - sum seinast í seytjan­hundrað­ tal­inum blivu góð, og hesi blivu ættarfedrar til hesa Bø-slektina. Síðani varð farið til Hós­ víkar til eina máltíð - aftur við talum og felagssangi. Vitj­an var við úr Danmark og Bret­landi eisini. Og Leila var biðin um at seta stevnuna, sum hon fegin tók á seg. Ikki nøkrum at siga, at eingin hevði gjørt hetta betri. Hetta fjálga minnið er nú eisini eftir um Leilu. - - - Hoyrdu ein landsstýrismann siga - sum hevði verið við á mongum fundum við MBF - um tey torføru kor teirra brekaðu – og segði hesin: at eingin kom forkvinnuni Leilu nær: sum so framúr posi­tivan og inspirerandi fund­ar­luttakara. Og soleiðis verður hon sakn­að um landið alt -. Annelena og Arnstein Niclasen 30.03.2012 Leila Solmunde – farin um leitið Tú vart eitt sjáldsama gott menniskja, tolin sum fáur. Altíð í góðum lag, og aldrin gramdi tú teg. Vit vóru so góð við teg góði abbi/langabbi, líka frá barni av og øll árini upp eftir. Ongantíð eitt øvugt orð okkara millum. Tú vart so friðsælur, góður og vildi øllum tað besta. Tú hevði sera gott minni, og vildi vita, hvat vit tókust við, og hvussu vit høvdu tað. Tær mongu søgurnar, ið tú segði frá, vóru mangan stuttligar og áhugaverdar at hoyra. Tað var altíð so spennandi at hoyra teg fortelja um títt ótrúliga hendingaríka lív, og dámdi tú væl at greiða frá. Á jólum vart tú síðstu ferð inni hjá okkum. Tú vart í sonnum jólahýri. Tað hevur so nógv at siga fyri okkum at tú vart heima hjá okkum á jólum, og eru vit so glað fyri, at vit náddu at hugna okkum saman, áðrenn tú fórt hiðani. Vit sakna teg abbi/lang­ abbi og eru so glað fyri at hava átt teg sum abba og langabba. Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minn­ ið um okkara elskaða abba og langabba. Tú verður aldrin gloymd­ ur. Eg skoða skal Jesus, mín Frelsara kæra og øll tey, har eru: Ein hvítskrýddan skara, har songdunið er sum av veldigum fossi til hann, sum leið deyðan á Golgata krossi. Jóanis, Kira, Djóni, Linda, Jónas og Rakul Minningarorð um okkara høgt elskaða abba, langabba Johannes Christian Poulsen 6. august 1919 – 3. mars 2012 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá Heðin Winther Olsen andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Fyri tey avvarðandi Sølvi TØKK