mikudagur 4. apríl 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
2
Páskablaðið
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Redaktørur: Eyðun Klakstein Blaðfólk: Eydna Skaale, Eyðun Klakstein, Barbara Holm og Rannvá G. Fossaberg Umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen
Páskablaðið 2012
Ymiskt um páskirnar
Nær eru páskirnar?
Páskirnar hava ikki somu dagfesting ár um ár, eins og til dømis
jólini, sum altíð eru 24.-26. desember. Páskadagur er altíð fyrsta
sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Tað merkir, at
páskirnar kunnu vera alt frá 22. mars til 25. apríl. Við páskunum
endar føstan, sum hevur verið undanfarnu 40 dagarnar.
Páskaregg
2. páskadag rulla vit páskaregg í Føroyum, og tað er ein gamal føroyskur
siður. Eggini verða harðkókað, málað og síðani rullað til tey brotna. Fyrr vórðu
tey etin, nú sæst alsamt oftari , at likkurnar fáa gleðina av teimum.
Egg, høsnarungar og lomb eru tekin um fruktbæri og lív, og tey eru millum elstu og vanligastu
páskasiðirnar. Teir heidnu høvdu eisini eina høgtíð hesa ársins tíð, tá várið varð hátíðarhildið,
og tað kann hugsast, at høsnarungarnir, lombini og eggini stava frá eini tíð fyri kristindómin.
Páskaharan stavar út Týsklandi. Hon hoppaði yvir markið til Danmarkar
fyrst í 1800 talinum, og er síðani eisini komin til Føroya.
Páskirnar eru upprunaliga ein jødisk
høgtíð. Í gamla testamenti vóru
páskirnar hildnar fyri at hátíðarhalda,
at ísraels fólk slapp út úr Egyptalandi.
Hví halda vit ymsu páskadagarnar?
Stilla vika byrjar pálmasunnudag og 2. páskadagur er seinasti dagur á páskum. Men
hvat er tað vit hátíðarhalda og minnast ymsu dagarnar í Dymbildagavikuni?
Pálmasunnudagur markerar byrjanina av páskunum.
Jesus varð salvaður og kundi tá ganga undir navnið
Messias, sum merkir »tann salvaði«. Seinni um
dagin reið hann inn í Jerusalem og varð av fólkinum
fagnaður sum kongur, meðan tey veittraðu við
pálmagreinum. Tískil navnið pálmasunnudagur.
Skertisdagur ella skírisdagur er hósdagurin eftir pálmasunnudag. Henda
dagin hevði Jesus seinastu kvøldmáltíðina saman við lærusveinunum, byrjaði
breyðbrótingina/altargongdina, og hann vaskaði teimum um føturnar.
Her gav hann teimum eitt nýtt boð, sum var »elski hvønannan«.
Langi fríggjadagur er dagurin, tá Jesus varð tikin til fanga og dømdur til deyða. Tað
er henda dagin, at hann bar krossin eftir Via Dolorosa og varð krossfestur millum
tveir ránsmenn. Hetta er ein myrkur og sorgarfullur dagur, og í gomlum døgum
var einki havt til undirhald langa fríggjadag, eins og tey ikki ótu góðan mat.
Páskadagur er sunnudagurin eftir langa fríggjadag. Tað var henda dagin,
at Jesus reis upp eftir at hava verið deyður síðani langa fríggjdag. Tá
kvinnurnar komu á grøvina tíðliga um morgunin var grøvin tóm.
Annar páskadagur er heilidagur, men kvøldið er gamalt dansikvøld. Dansað var
ikki í føstu, men eftir kl 18 annað páskakvøld varð aftur loyvt at dansa.