mikudagur 4. apríl 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
4
Páskablaðið
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Hann arbeiðir allar tíðir á døgninum, er
grammur eftir pengum, og so er hann
ikki bangin fyri at satsa.
Rúni Djurhuus, sum fyri fyrstu ferð
gjørdist pápi í síðsta mánað, dylir ikki
fyri, at tað til tíðir er torført at vera
familjumaður og samstundis arbeiða í
føroyska náttarlívinum. Í løtuni eigur
og rekur hann italsku matstovuna
Carello og hevur dansistaðið Rex saman
við einum samstarvspartnara. Eisini
arbeiðir hann hálva tíð sum sølumaður
hjá Auto Service. Rúni, sum er útlærdur
kokkur, er eisini kendur frá øðrum
dansi- og matstøðum. Harafturat er
hann í løtuni býráðslimur í Tórshavnar
Kommunu.
– Fyri at siga sum er, so róti eg meg í
nógvan lort, tí eg dugi ov illa at siga nei,
og mær dámar væl at taka kjansir og
vita, um eg klári at fáa fíggjarligt avkast
av mínum ætlanum, sigur 29 ára gamli
Rúni Djurhuus, sum droymdi um at
gerast timburmaður, tá hann var lítil.
Barnaárini gjørdu
meg sterkan
– Sum smádrongur dámdi mær altíð
væl at smíða, og eg gjørdi nógvar
smáttur øll barnaárini, minnist Rúni,
sum fyllir 30 ár í páskavikuni. Sjálvur
heldur hann, at tað eru barnaárini,
sum hava givið honum tað ágrýtnið og
dirvið, sum hann heldur er neyðugt,
fyri at ein skal klára seg innan eina
vinnu, har kappingin er beinhørð.
– Eg bleiv illa argaður sum barn,
tí eg var tjúkkur. At eg so dugdi illa í
skúlanum, gjørdi tað heldur ikki betri,
fortelur Rúni, sum ístaðin valdi at blíva
ordiliga góður til tað, hann framman
undan dugdi.
– Í hondbólti og fótbólti gav eg meg
hundrað prosent og kláraði meg væl, og
tað var ivaleyst við til, at eg ongantíð
gjørdist heilt innilukkaður, sum onnur
børn, ið verða argað, mangan blíva,
greiðir Rúni frá. Hóast hann bleiv
argaður í skúlanum, hevði hann eisini
nøkur góð vinfólk øll barna- og ung
dómsárini.
– Upplivingarnar í barnaárunum
hava gjørt, at eg gevi ikki upp, tá alt
ikki gongur eftir vild, og eg blívi við
at kempa, til eg røkki mínum málum,
sigur Rúni avgjørdur.
Fær eitt kick tá tað riggar
Sum oftast røkkur hoyvíkingurin, sum
býr á Argjum, teimum málunum, hann
setir sær.
– Eg vil onkursvegna vísa fólki, hvat
eg dugi, og mær dámar eisini ótrúliga
væl at arbeiða, so eg gevist ikki uttan
víðari, sigur Rúni. Sambært honum er
tað alneyðugt at hava evnini at satsa
og tora at taka kjansir, um ein skal gera
seg galdandi innan dansi- og matstovu
ídnaðin.
– Tað ræður um at tora at tapa og at
satsa stórt, og tað geri eg, sigur Rúni.
– Mær dámar ótrúliga væl spenning,
og tá onkur ætlan, sum eg leingi havi
arbeitt við, endiliga eydnast, fái eg eitt
ordans kick, fortelur Rúni og vísir á, at
honum dámar væl at kunna hjálpa til,
har hann kann gera ein mun.
– Eg havi verið virkin innan fyri
øgiliga nógv ymisk øki, men er tað
okkurt, sum eg haldi, eg kann vera við
til at gera betri, so fari eg í holt við
uppgávuna av heilum hjarta.
– Tað er eisini av týdningi, at mann
trýr upp á tað, mann ger. Gongur tað,
so gongur tað. Dettur tú av hestinum,
er bara um at koma upp á aftur skjótast
gjørligt.
Í løtuni hevur Rúni fleiri ymiskar
ætlanir, men sum ein rættur vinnu
lívsmaður heldur hann kortini tætt at
kroppinum.
– Eg havi altíð planir, men tú fært
meg ikki at fortelja øllum lesarunum
og møguligum kappingarneytum, hvat
næsta projektið fer at vera, sigur Rúni
Djurhuus við einum skálkabrosi.
Sær stjørnur viðhvørt
Hóast sín unga aldur hevur Rúni upp
livað nógv og veit, hvat tað krevur at
vera á toppinum í tí vinnuni, hann
er í.
– Eg arbeiði umleið 80 tímar um vik
una, og tað plagar at ganga væl, men
tað eru løtur, har eg nærmast síggi
stjørnur, sigur Rúni og heldur áfram:
– Tá veit eg, at nú má eg slappa av
og taka tað róligt í eina tíð.
Tíbetur kennir hann seg sjálvdan
strongdan og dámar sum heild best at
hava nógv um oyruni.
– Ta tíðina, tá eg hevði Cippo, Café
Natúr, Eclipse, og hvat veit eg, tá var
tað alt ov nógv. Nú er frægari, sigur
Rúni, sum tó sigur seg arbeiða stórt sæð
allar tíðir á døgninum.
– Eftir røttum átti arbeiðsdagurin at
verið liðugur klokkan fýra seinnapart,
men telefonin ringir næstan konstant.
Um kvøldarnar siti eg ofta við telduni
og finni bólkar at spæla, planleggi serlig
tiltøk, royni at fáa fatur á onkrum út
lendskum gestabarrvørum, geri nýggjar
matskráir og so framvegis, greiðir Rúni
frá. Hann hevur tó funnið útav, hvussu
hann best kann sleppa undan at gerast
strongdur.
– Tá seti eg telefonina at vera ljóð
leysa, eri saman við familjuni og royni
at sova leingi um morgnarnar. Tað
besta er at sova, sigur Rúni og leggur
afturat:
– Hesin lívsstílurin krevur eina tolna
konu, og tað havi eg.
Nú skal familjan raðfestast
Tey seinastu nógvu árini hevur hann ar
beitt sera nógv, men nú Rúni er vorðin
pápi, ætlar hann sær at raðfesta øðrvísi.
Tann 8. mars bleiv Lítli-Rúni, sum Rúni
kallar sonin, inntil hann skal doypast,
føddur, og tað er ein stór kollvelting
fyri Rúna.
– At gerast pápi er størsta hending
í mínum lívi. Tað merkir eisini, at eg
raðfesti annarleiðis, enn eg havi gjørt,
greiðir Rúni frá, sum sigur seg stór
trívast í nýggja leiklutinum sum pápi.
– Sjálvandi havi eg ikki somu fríheit
sum fyrr, og eg fái eisini nógv minni
svøvn, enn eg havi verið vanur við,
men at vera pápi er einki minni enn
fantastiskt, sigur Rúni.
Hóast familjulívið nú hevur fremstu
raðfesting, so ætlar Rúni sær ikki at
halda upp at við at satsa og røkka enn
fleiri málum, ið hann støðugt setir
sær.
– Eg havi ofrað nógv fyri pengar,
men eg vil bara gjarna arbeiða, meðan
eg eri ungur, soleiðis at eg kann brúka
pengarnar og njóta lívið, tá eg eri
gamal, sigur Rúni.
mynd: Heinesen Myndir
Eg bleiv illa argaður
sum barn, tí eg var tjúkkur.
At eg so dugdi illa í skúlanum,
gjørdi tað heldur ikki betri
– Hesin lívsstílurin krevur eina tolna konu, og tað havi eg, sigur
Rúni Djurhuus, sum viðgongur, at tað ikki altíð er líka lætt
at vera pápi at nýføðingi og arbeiða um náttina. At hann varð
illa argaður sum barn hevur gjørt hann til ein kempara
Eg ofri nógv
fyri pengar