mikudagur 11. apríl 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tá kreppa ger um seg, so
skulu lønmóttakarar aftra
seg við lønarkrøvum. So
leiðis er eisini í Danmark,
men har royna tey ráðandi
at ganga á odda sum góðar
fyrimyndir.
Meðan okkara fólkavaldu
júst hava felt eitt uppskot
um at frásiga sær skattafrí
ar lønir, sum eru nógv hægri
enn ein arbeiðaraløn – og
soleiðis ganga undir somu
skattskyldu sum vanlig fólk,
so ganga danskir ráðharrar
undan sum fyrimyndir.
Fyrst var tað Lars Løkke
Rasmussen sum lækkaði
lønirnar hjá sínum ráðharr
um við fimm prosentum.
Men tað ger Helle Thorn
ing-Schmidt eisini. Fram
til 2015 fáa hon og hennara
ráðharrar lægru lønina.
Okkara politikarar hava
kopierað
lukrativu
pen
sjónsviðurskiftini,
sum
danskir politikarar hava.
Men tá tað snýr seg um
at halda aftur, so kopiera
okkara politikarar ikki
danskar
skipan
ir. Løgmaður vil
»seta eina nevnd
at kanna«, held
ur enn at seta
hol á búldina við eitt nú
at taka burtur skattafríu
koyripengarnar
upp
til
13.500 krónur um mánaðin
til landsstýrismenn.
Áhugavert
verður
at
síggja, um pensjónsaldurin
hjá politikarum nú skal
hækka úr 60 árum og upp
til kanska 70 – ella um tað
bara vera Palliba og Mar
sanna, sum skuldu lyfta tað
byrðuna eisini...
– Men staðfestast kann
kortini, at munurin á donsk
um og føroyskum stjórnar
leiðarum er, at Løkke og
Thorning handla, meðan
okkara snakka og kanna...
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er eitt áhugavert mál, sum
løgtingið skuldi viðgera í dag
– uppskotið frá Bjørt Samuelsen,
tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Akseli
V. Johannesen, formanni Javnaðar
floksins um broytingar í javnstøð
ulógini soleiðis, at hon eisini fer
at fevna um partafeløg, har tað al
menna velur fólk í nevndir.
Lógin frá 1994 er nettupp ikki
galdandi fyri partafeløg.
CEDAW nevndin hjá ST (nevndin
móti kynsmismuni) vísti í seinastu
frágreiðing síni á, at myndugleikar
nir kunnu gera meira fyri at fremja
javnstøðu í Føroyum – og nevndin
mælir beinleiðis til at fremja kyns
rættan í fyrisitingarligum og løg
frøðiligum arbeiði og seta fyribils
kvotuskipanir í verk fyri at stimbra
tilgongdina móti fullari javnstøðu.
Og her vísir nevndin serliga á mangl
andi javnstøðuna á almenna og priv
ata arbeiðsmarknaðinum.
Og júst hesa grundgeving vísa tey
bæði til í uppskotinum – og tí vilja
tey broyta javnstøðulógina, so hon
eisini verður galdandi fyri partafel
øg, sum tað almenna velur fólk í.
Soleiðis mælir hendan nevndin
til at víðka kvotuskipanina, sum
vit longu hava í lógini, til eisini at
fevna um vinnuligt virksemi hjá tí
almenna.
– Og hví ikki tað, kunnu vit spyrja.
Hví skal javnstøðulógin ikki fevna
um vinnuligt virksemi? Er tað tí, at
politiski myndugleikin heldur, at
so væl spælir klaverið kortini ikki:
Gott nokk skulu vit lata kvinnurnar
sleppa framat, men ikki tá tað snýr
seg um vinnuligt virksemi, tí har vita
menninir best?
Hetta er ein avoldaður hugsunar
háttur, sum tíverri hevur fastatøkur
nógva staðni í politisku skipanini.
Men harfyri er hann ikki rættur.
Okkara politiska skipan er eitt gott
dømi um eina mansdomineraða
skipan, sum lítið er at reypa av. Sama
kunnu vit siga um okkara banka
skipan og aðrar skipanir, sum menn
hava kollrent.
At krevja slíka skipan fyri priv
ata vinnulívið er kanska at fara ov
langt, tí hvussu privat fólk skipa seg
í privatum nevndum, tað skal tað
almenna ikki blanda seg uppí. Men
tá ein tilvildarligur – og ofta ikki
serliga kompetentur – landsstýris
maður skal manna vinnuliga nevnd
við almennum umboðum, so er einki
argument fyri at víkja undan javn
støðulógini. Embætis(manna)veldið
megnar eins væl at finna skikkaða
kvinnu sum mann.
Men trupulleikin er og verður hin
sami: Har kvinnur skulu fáa vald, har
skulu menn missa vald. Tað er tað,
sum er so ringt. Og tað er tað, sum
svíður so illa – hjá summum monn
um. Men tað er tað, sum skal broyt
ast til tess at fáa eitt rættvísari og
demokratiskari samfelag allan veg
in ígjøgnum.
Tað vóru ikki kvinnur, sum
koyrdu land og bankar á heysin
Ráðharrar
niður í løn
Kvinnu eins væl og mann
So fittir sótu teir har báðir
sunnudagsskúladreinginir,
sum
Jóannes
Eidesgaard
kallaði teir – til reiðar at geva
løgmanni og fíggjarmálaráð
harra ein skarpan gang. men
hvørki løgmaður ella fíggjar
málaráðharri tímdu at møta,
og tí sótu teir har so samdir
báðir og ilskaðust inn á sam
gonguna í sjónvarpsstovuni
týskvøldið
í
dimbuldaga
vikuni.
Men rætt skal vera rætt.
Bæði Høgni Hoydal og Aksel
V. Johannesen hava sanniliga
gjørt orðini hjá fyrrverandi
løgmanni til einkis, tí teir
hava skrivað fleiri lesara
brøv og havt fleiri hvassar
viðmerkingar í tinginum og í
miðlunum, eftir skorfleingj
una frá Eidesgaard í Sosiali
num...
Sunnudagsskúla-dreingirnir
hava loyst frá posabandinum
Sjokk-
doktrinin á
føroyskum
Høgni Hoydal
tíðargrein á síðu 15
Løg
maður: Á
røttu kós
Kaj Leo Johannesen
kjak á síðu 7
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgmaður
sigur
við
Norðlýsið:
– Eg má siga, at eg eri
ikki sørt bilsin av, at hann
(Jenis av Rana) sigur, at
samgongan ætlar at leggja
gjald á heilsutænastuna – tí
hetta er nýtt fyri mær, og er
ein útsøgn, sum eg má taka
avstand frá.
Vinarliga kann onkur
í Tinganesi vera fitt(ur)
við løgmann og fortelja
honum, at á síðu 62 í upp
skotinum hjá hansara egnu
samgongu til játtanarkarm
ar fyri 2013-2017, sum Jørgen
Niclasen legði fyri almenn
ingin fyri nøkrum døgum
síðan stendur, at:
»Fyri at tryggja, at tæn
astan skal vera á nóg góð
um stigi, kann ein møguleiki
verða at taka brúkaragjøld
fyri tænastur á heilsuøki
num.«
Lisið á
Hvørki løgmaður ella fíggjarmálaráðharrin vildu dystast við
Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um fíggjarkarmarnar