mikudagur 11. apríl 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2012 · Nr. 42
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útvarpskvinna
skal basa
harðskapi
– Børnini skulu læra longu í barnagarðinum, at tað ikki er í lagi at sláa, sigur Elin Winther
Poulsen. Í mai mánaði byrjar hon sum samskipari fyri eini heildarætlan um harðskap
Rannvá G. Fossaberg
Vit kenna hana best frá tíðinda-
og kjaksendingum í útvarpinum,
men nú hevur 44 ára gamla Elin
Winther Poulsen valt at ganga
nýggjar leiðir. Týsdagin 1. mai
byrjar hon í nýggjum starvi, har
hon skal seta átjan ítøkilig átøk í
verk fyri at basa harðskapi í par
løgum og nærsambondum.
Ynskir avbjóðingar
– Eg gleði meg at kunna arbeiða
fyri einum øki, ið gevur meining
og veruliga treingir til at gerast
meira sjónligt. Tað sigur Elin
Winther Poulsen, sum gleðir seg
at byrja í nýggja starvinum um
góðan mánað. Seinastu tíggju
árini hevur hon starvast á tíðinda
deildini í Kringvarpinum, og
hóast henni dámar væl arbeiðið
sum journalistur, er tíðin komin
at royna nakað nýtt.
– Eg eri komin til eitt stað í lív
inum, har eg treingi til nýggjar
avbjóðingar. Skal tað vera, so skal
tað vera nú, so tá eg sá henda
møguleikan, kundi eg ikki bara
lata hann fara framvið, sigur Elin
Winther Poulsen, sum heldur seg
hava nakrar førleikar, sum eru
umráðandi, nú hon skal arbeiða
sum samskipari.
– At duga at samkifta og lurta
haldi eg vera av alstórum týdningi
í hesum arbeiðinum. Eg veit væl,
at eg tosi nógv, men eg dugi altso
eisini at lurta, sigur Elin við einum
smíli.
Arbeiddi í Kvinnuhúsinum
At harðskapur í parløgum og nær
sambondum er ein trupulleiki í
Føroyum, er nýggi samskiparin
als ikki í iva í.
– Nú hava vit ikki hagtøl fyri
hetta økið í Føroyum, men hví
skuldi trupulleikin verið minni
enn í londunum rundan um okk
um, spyr Elin Winther Poulsen og
leggur afturat, at hon ætlar sær at
brúka tølini í øðrum londum fyri
at fáa eina hóming av, hvussu um
fatandi harðskapur í parløgum og
nærsambondum er.
Hóast Elin Winther Poulsen
sigur seg ikki vita nógv meir enn
almeningurin um hetta økið, so
hevur hon sæð, hvørja ávirkan
harðskapur í parlagi hevur. Fyrst
í 90unum plagdi hon nevnliga at
sita vakt í Kvinnuhúsinum, og
har sá hon ymsar syrgiligar lagn
ur, har harðskapur mangan var
atvoldin.
– Ta tíðina, eg hevði vakt í
Kvinnuhúsinum, upplivdi eg, at
kvinnur ringdu og kærdu sína
neyð, og onkrar rýmdu heimani
frá á miðjari nátt. Ofta var harð
skapur partur av trupulleikanum,
greiðir Elin Winther Poulsen frá.
– Eg eri av tí áskoðan, at øll
hava rætt til eitt lív uttan harð
skap, og tað er tað, ið eg sum
samskipari skal gera fólk tilvitað
um. Sum seks ára gamla dóttir
mín herfyri segði »mamma skal
fortelja øllum fólkunum, at tað
ikki er ókey at sláa«.
Børn og ung skulu kunnast
Elin Winther Poulsen, sum er
uppvaksin og búsitandi í Hoyvík,
er greið yvir, at hon skal arbeiða
við einum eymum evni, sum øll
hava eina meining um.
– Tað er týdningarmikið fyri
meg, at harðskapur í parlagi ikki
skal vera tabu. Vit skulu tora at
tosa um tað, sjálvt um tað kann
verða torført í einum lítlum sam
felag, har øll kenna øll, sigur Elin
Winther Poulsen. Ein partur av
heildarætlanini snýr seg um at
menna fyribyrgjandi umhvørvi,
og her heldur Elin Winther
Poulsen, at vit eiga at byrja við
barnagarðsbørnunum.
– Børnini skulu læra longu í
barnagørðunum, at tað ikki er
í lagið at sláa. Hetta kunnu tey
læra gjøgnum sjónleik, sang,
bøkur ella okkurt heilt annað,
sigur Elin Winther Poulsen, sum
eisini heldur tað vera umráðandi
at geva teimum ungu kunning um
evnið.
– Tað er hesin kulheits-faktor
urin, sum er rættiliga týdningar
mikil, tá mann skal røkka teimum
ungu. Tí ímyndi eg mær, at tey
ungu verða upplýst um harðskap
í parløgum og nærsambondum,
har mann til dømis brúkar onkrar
persónar, sum tey ungu hava sum
fyrimynd.
Fyrimunur at vera
journalistur
At Elin hevur drúgvar royndir
innan fjølmiðlaheimin, heldur
hon fer at verða ein stórur fyri
munur í nýggja starvinum sum
samskipari.
– Eg eri von við at arbeiða
skjótt og at hava nógvar bóltar í
luftini í senn, og tað er nakað, sum
uttan ivað kemur mær til góðar,
nú eg skal til at seta fleiri ymisk
átøk í verk, sigur Elin Winther
Poulsen, sum gleðir seg til at fáa
meira vitan um evnið.
– Sum journalistur skalt tú
vita eitt sindur um alt og kanst
sjáldan fordjúpa teg í ávísum
evnum. Tí gleði eg meg til at skula
seta meg inn í eitt heilt nýtt øki
og samstundis fáa møguleika at
ringja runt og lesa nógv fyri at
kunna meg væl og virðiliga um
evnið, sigur Elin Winther Poulsen,
sum ætlar at brúka fyrstu tíðina
upp á at tosa við fakbólkarnar.
– Fyrst og fremst ætli eg mær
at tosa við allar fakbólkar, tað
verið seg sálarfrøðingar, løgregla,
lærarar, námsfrøðingar og onnur,
tí tað eru jú tey, sum sita inni
við eini rúgvu av vitan um hetta
evnið.
Sum journalistur hevur hon
eitt stórt netverk, og tað metir
hon verður henni til fyrimuns í
nýggja starvinum.
– Eg eri von við at tosa við
so at siga øll fólk, og harafturat
eri eg ikki bangin fyri at spyrja
meg til ráðs, sigur Elin Winther
Poulsen. Hóast hon gleðir seg til
avbjóðingarnar sum standa fyri
framman, so dylir hon ikki, at
hon fer at sakna at arbeiða sum
journalistur og tað umhvørvið,
hon hevur ferðast í nærum hvønn
dag seinastu tíggju árini.
– Tað er eitt heilt serligt um
hvørvi á tíðindadeildini í útvarp
inum, og eg havi verið har í so
nógv ár, so sjálvandi er tað ikki
heilt lætt at fara. Eg fari avgjørt
at sakna starvsfelagarnar. Men
sum eg havi sagt við tey, so velji
eg ikki tað arbeiðið frá, men velji
tað nýggja til, sigur Elin Winther
Poulsen.
í meldrinum
– Hví skuldi trupulleikin verið minni enn
í londunum rundan um okkum