fríggjadagur 13. apríl 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað er mangt sum bendir á, at
broyting kemur í floksbýtið í
Tórshavnar býráð til kommu
nuvalið í november, nú Fram
sókn bjóðar seg fram.
Smáu flokkarnir hava ikki
klárað seg væl í Tórshavnar
býráð, bæði Sjálvssýrisflokk
urin og Miðflokkurin eru úti
av myndini, tí tað krevjast
7,7 prosent. Til seinasta løg
tingsval fekk Framsókn 10,5
prosent. Til sammetingar
fekk Sambandsflokkurin 11,2
prosent, Sjálvstýrisflokkurin
5,27 prosent og Miðflokkurin
2,29 prosent til seinasta bý
ráðsval.
Út frá hesum tølum kann
Framsókn geva hinum flokk
unum ein veruligan skarpan
gang.
Samgongan millum Javn
aðarflokkin og Tjóðveldi fekk
9 av 13 býráðslimum seinast.
Ein flokkur sum Framsókn
kann broyta javnvágina mill
um flokkarnar í Tórshavnar
býráð – men kanska er mest
hugsandi, at flokkurin tekur
frá Fólkaflokkinum og Tjóð
veldi. Í løgtinginum sam
starvar flokkurin væl við
Tjóðveldi og Javanðarflokkin
– so hann kann hann leggja
fótonglar fyri borgarliga alt
ernativinum í Tórshavnar
býráð.
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Samanleggingar og niðurleggingar
tykist vera politiskt stavnhald í hes
um døgum. At tey, ið ráða fyri borg
um, royna at fáa sum best burturúr
tilfeinginum er sjálvandi gott. Men
um samanleggingar og niðurlegg
ingar bara vera gjørdar fyri at leggja
saman ella fyri at leggja niður – ella
enn verri við onkrum duldum enda
máli um at miðsavna vald og ávirkan
undir politisku skipanini, so er vandi
á ferð.
Okkurt bendir á, at endmálið við
at leggja niður landsbanka og hag
stovu og at skipa hesar stovnar sum
deildir undir landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, heldur er at miðsavna
vald heldur enn at fremja skilagóðar
sparingar. Tað sigur seg sjálvt, at ein
landsbanki eigur at vera púra óheftur
av politiska valdinum, tí annars kann
tað fáa sera óhepnar avleðingar, sum
kunnu ávirka bæði trúvirði og kredit
virði landsins.
Tað er eftir øllum at døma komið
óvart á nógv, at vit hava eitt so re
aktionert stýri í hesum landi, sum í
fleiri førum fer óhugnaliga lætt um
tær spælireglur, sum áttu at rátt í
einum demokratiskum solidariskum
vælferðarsamfelag.
Vit sóu tað við flatskattinum,
sum varð trumlaður ígjøgnum. Vit
sóu tað við skattingini av pensjón
ini. Vit síggja tað nú við pensjóns
aldrinum, sum skal hækkast longu
á nýggjárinum. Hóast løgmaður sig
ur, at so verður ikki, so svitast ikki,
at Jørgen Niclasen hevur boðað frá,
at pensjónsaldurin hækkar á nýggj
árinum komandi – í minsta lagi við
einum ári.
Men politiska valdið trýstir so
langt, sum tað ber til. Og tað ber væl
til hjá politiska valdinum at trýsta,
tí tey fáa í veruleikanum onga
mótstøðu.
Kann vera at Eidesgaard hevur
rætt í, at lítið veiggj er í andstøðuni.
Og tað sama kann sigast um fak
felagsrørsluna, sum als einki form
ár sær. Fíggjarmálaráðharrin, sum
hevur alt valdið í landinum, hevur tí
frítt spæl.
Vit sum sita á síðulinjuni og fylgja
við politiska spælinum kunnu bara
geva Jørgeni Niclasen toppkarakter
fyri politiska ávirkan. Hann megnar
tað, sum eingin annar hevur megnað
í føroyskum politikki. Frá at vera ein
periferiskur floksleiðari, sum stóð
til at missa valdið í egnum flokki
til kvinnuna, sum fekk næstan fýra
ferðir so nógvar atkvøður sum hann
– og sum als ikki var vísur í at verða
afturvaldur á løgtingsvalinum sein
ast, so hevur hann jarðlagt øll síni
mótstøðufólk – bæði innan og utt
anfloks. Hann hevur frítt spæl í sam
gonguni, og rættiliga frítt spæl í løg
tinginum. Fakfelagsrørslan hevur als
onga ávirkan á hann, og nú er hann
farin at jarðleggja politiskt óheftu
stovnarnar.
At slíkt kann gerast over night er
óhugnaligt. Men hvar er andstøðan
– og hvar eru fakfeløgini?
Politiska valdið trýstir so
nógv, sum tað sleppur at trýsta
Listakvinnan Lív, ættað úr
Oyndarfirði og sum stóran
part av sínum vaksna lívi
hevur búð í Esbjerg, kann
ikki rættuliga verða fongd
við pátrúgv, tí fríggjadagin
tann 13. apríl letur hon stóra
framsýning upp í Smiðjuni
í Lítluvík.
Og meðan hon ikki er
bangin fyri at byrja ein
fríggjadag og heldur ikki
um hesin er trettandi dag
ur í mánaðinum, óttast
hon verri enn hin versta,
at hanga føst í formi í síni
list. Hon flytur seg støðugt
og málningarnir hesaferð
eru ikki teir somu, sum hon
vísti fram seinast hon var í
Føroyum.
– Eg trúgvi ikki, at eg
kann mála sama málning
umaftur. Teir hava allir sítt
egna lív, sigur Lív.
– Og hvat eru málningar,
Tað eru litir, sum eg royni
at fáa at hanga saman og
málningarnir
flyta
seg
meira og meira abstrakta
vegin og nú er næstan einki
landslag eftir. Málningarnir
eru tað eg kenni aftur innan
í mær sjálvum og meira er
ikki at siga um tað.
Hesaferð sýnir hon 30
málningar og 20 vatnlits
myndir. Framsýningin letur
tó ikki upp klokkan 13. , men
klokkan 16 og Marin Katrina
Frýdal, býráðskvinna letur
framsýningina upp. Høvi
verður at leska góman við
kaffi og køkum. Framsýn
ingin er opin í eina viku.
Lív ræðist at
hanga føst
savnar sær valdið
Ikki færri enn tveir fyrrver
andi blaðstjórar á Dimma
lætting hava í dag og í gjár
borið tey »stórtíðindi«, at
Javnaðarflokkurin
hevur
keypt hús.
Hetta ver sølusøgan í
Dimmu á forsíðuni í gjár, sum
Georg L. Petersen, fyrrver
andi blaðstjóri skrivaði. Hesi
tíðindi metti hin fyrrverandi
blaðstjórin á Dimmalætting,
sum starvast í Kringvarp
inum, Ingi Samuelsen, sum
so stór tíðindi, at hann mátti
endurgeva tey úr Dimmu í
tiðindasendingini
klokkan
hálvgum átta í morgun.
Men at hetta er ein av
gomul søga sæst við at kaga
í savnið hjá Sosialinum, tí
hesa søguna skrivaðu vit fyri
næstan hálvum ári siðani.
Gomul bráðtíðindi...
Makrel
iadan
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein á síðu 15
Fólksins
ogn
Halgir Winther
Poulsen
kjak síðu 18-19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framsókn í Tórshavn býráð
1. januar flytur Javnaðar
flokkurin inn í flokshús sítt á
Niels Finsensgøtu í Havn
Randi Jacobsen
Javnaðarflokkinum
hev ur
leingi vantað høli til meira
ella minni fjøl mentar fundir,
og tí fór flokkurin út at leita
eftir húsi at keypa.
Herfyri fall valið á fyrr
verandi
bókhandilin
hjá
Hjalm ari Jacobsen í Niels
Fin sensgøtu í Havn.
Hølini liggja væl fyri, og
kostnaðurin er har eftir, men
Aksel Jo hanne sen, for maður
í Javn aðar flokk in um vil ikki
siga, hvør keypskostn aðurin
var.
Flokkurin yvirtekur húsið
á nýggjárinum.
Handil er í niðari hædd ini
og hevur eisini kjallaran. Tað
leigumálið heldur fram.
– Vit fara at brúka ovastu
hæddina til floks høli, sigur
Aksel Johannesen.
Hvør hæddin er 140150
fer metrar.
Onkrar smávegis um væl
ingar skulu gerast á hølini.
Javnaðar flokkurin keypt hús
Soleiðis skrivaði Sosialurin 21. november í fjør