Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Kringvarpið kunngjørdi, at ein sjónvarpssending um Guðrun & Guðrun skuldi koma skýrisdag. Síðan varð kunngjørt, at sendingin kom á páskum. Men har kom eingin sending. Orsøkin var tann einfalda, at sendingin ikki var liðug til tíðina. Nú upplýsir kringvarpið, at sendingin kemur 26. apríl. Veikar familjur flyta úr Havn Randi Jacobsen Hvørki í góðum ella ringum tíðum er ókent, at familjur við trupuleikum flyta bygd av bygd. Tá ið familjurnar kenna á sær, at sosialu myndug­leikarnir eru eftir teim­um, flyta tey í onkra aðra bygd at búgva. Danskir miðlar hava skrivað nógv um slíkar fam­ iljur, sum verða nevndar nomadu­familjur. Nomadufamiljur eru eis­ ini í Føroyum. Men aftrat hesum er komin ein vaksandi fólka­ flyt­ing úr Havn og út á bygdir­nar. Tey flyta úr Havn, tí húsa­leigan er so høg, at tað melur ikki runt hjá teimum fíggjarliga, og summi flyta í vónini um at kunna byrja eitt nýtt lív. Millum teirra, sum flyta úr Havn, eru stakir uppihaldarar við fleiri børnum. Anna Malena Gilstón, leið­ ari á sosialu deild á Tvøroyri veit at siga, at fleiri familjur eru fluttar til Suðuroyar. Tað er ikki so løgið, at fíggjar­liga veikar familjur flyta eitt nú til Suðuroyar, tí har fáast hús til leigu fyri ein­ar 3000 krónur. Men fleiri sosialt veikar familjur velja eisini at búseta seg uttan fyri miðstaðarøkið, til dømis í Suðuroynni. Trupulleikin veksur Og tað slagið at flyting er vaks­ið, síðan kreppan byrjaði, sig­ur Anna Malena Gilstón. Tað, at fleiri sosialt veikar familjur hava búsett seg í Suðuroynni, hevur havt við sær, at barnaverndarmálini eru økt í tali, og skúlarnir hava fingið fleiri næmingar, sum krevja eyka stuðul. Skúlar­nir hava als ikki orku til hesa eyka stóru og tungu upp­gávuna. – Í Suðuroynni eru ikki tær hægstu skattainntøkurnar, og ar­beiðsloysið er størst her. Tí má ein útjavningarskipan til, sigur Anna Malena Gilstón. Á bygd eru fleiri dømi um, at sosialt veikar fam­iljur ikki hava kunnað fót­að sær so væl, tí tey fella ikki inn í bygdarmynstrið. Summi verða tí útstoytt, og upp­ gávan hjá kommunum verð­ ur tí stór at royna at lofta børn­unum. kreppa Húsaleigan í Havn fær fleiri veikar familjur og fólk við trupul­leikum at flyta úr Havn. Heilt nógv flyta til Suðuroyar Barnaverndin og sosiala deild á Tvøroyri hava fingið fleiri tung mál at arbeiða við, síðan fleiri veikar familjur eru komnar suður úr Havn at búgva Randi Jacobsen Arbeiðsloysiskipanin fer nú undir eitt nýtt átak fyri at geva arbeiðsleysum fólkum eitt meira innihaldsríkt lív. Í Íslandi hevur arbeiðs­ loysis­skipanin fleiri ymisk arbeiðsskapandi til­tøk fyri arbeiðsleys, og tað var í Íslandi, at Arbeiðs­loysis­skip­ anin í Føroyum fekk hug­ skotið til at leiga vakstrar­ húsið í Sandavági til okkurt ar­beiðs­skapandi virksemi. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at tey samráðast vit Búnaðargrunnin um eitt leigumál. Sáttmálin er tó ikki undirskrivaður enn. Valið fall á vakstrarhúsið í Sandavági, tí tað er ein sann­ roynd, at torført er at fáa vakstrarhús at bera seg í Før­ oyum, og ALS vil ikki fara inn í kapping við nakra fyritøku, sigur Ernst Jacobsen. Enn liggur einki fast um, hvat virksemið skal vera í vakstrarhúsinum í Sandavági, men Ernst Jacobsen hugsar sær, at arbeiðsleys kunnu framleiða okkurt grønmeti í vakstrarhúsinum, og tað skuldi ikki nervað nakra fyritøku, tí eingin framleiðir grøn­meti í Føroyum við sølu fyri eyga. Samfelagsgagnligt – Tað kundi eisini gjørt, at inn­flutningurin minkaði, sig­ur Ernst Jacobsen. Hann fer nú at ráðføra seg við køn fólk á økinum um, hvør framleiðsla er skilabest at fara undir. Ernst Jacobsen hugsar sær, at nøkur eldhugað fólk skulu arbeiða við framleiðsluni í vakstrarhúsinum. Haraftat verður brúk fyri fólki at selja, koyra út, gera bókhald og so víðari. – Hetta er nýbrot hjá ALS, og vit eru sera spent, hvussu átakið fer at rigga. Enda­ málið er at geva arbeiðs­ leysum fólkum eitt meira inni­haldsríkt lív og nakað at gera í staðin fyri at ganga fyri einki og bara taka ímóti pen­ ingi, sigur Ernst Jacobsen. Tað hevur gingið illa at fáa vakstrarhús at bera seg í Før­oyum. Nú fer ALS at brúka húsið í Sandavági til ar­beiðs­skapandi tiltak Arbeiðsleys skulu framleiða grønmeti ALS liggur í samráðingum við Búnaðargrunnin um at leiga vakstrarhúsið í Sandavági Uppskot um at broyta sjó­ lógina, so promillumark verður fyri at føra skip og bátar, verður lagt fram á ólavsøku. Herfyri fingu tveir menn í Føroya rætti dóm fyri at hava ført skjótt­ gang­andi bátar ávirkaðir av rús­drekka. Undir viðgerðini í rætt­inum varð nevnt, at í sjólógini stendur einki promilu­mark. Har stendur bara, at tann, sum er ávirk­aður og tí ikki trygt kann føra skipið, verður revs­aður. Sama orðing var í ferðslu­lógini um at koyra bil, áðrenn promllumark varð ásett. Í rættinum varð nevnt tað óhena, at einki pro­ millu­mark stendur í sjó­ lógini. Men nú kemur tað skjótt. Johan Dahl, lands­ stýris­maður í vinnu­ málum sigur, at Vinnu­ mála­ráð­ið arbeiðir við ein­um lógaruppskoti, sum hev­ur til endamáls at seta pro­millumkar í lógina. Tað var av sinum ein­ tingum, at Vinnumálaráðið tók málið upp. Eingin áheit­an er komin um at áseta promillumark, og tað varð ikki gjørt av nakr­ari ávísari ólukku. Uppskotið verður nú sent feløgunum og øðrum viðkomandi pørtum til hoyr­ingar, og ætlanin er at leggja uppskotið fyri ting­ið á ólavsøku, sigur Johan Dahl. randi@sosialurin.fo Promillumark kemur fyri spruttsigling