hósdagur 4. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 44 - 4. mars 2004
Nr. 44 - 4. mars 2004
19
Oljufyrisitingin
Jan Müller
Sigurð í Stórustovu,
sum er settur sum stjóri
á »nýggju« Oljufyrisit-
ingini, er fegin um
hepnu gongdina í máli-
num, eftir at Olju-mála-
ráðið varð niðurlagt. Nú
er so ein avgerð tikin og
sleppa starvsfólkini tí
undan at liva í óvissuni,
og tað hevur alt at siga.
Nýggi oljustjórin vil
ikki gera viðmerking til
avgerðina
at
niður-
leggja Oljumálaráðið, tí
tað var jú ein politisk
avgerð, men soleiðis
sum úrslitið er vorðið,
heldur hann ikki, at
myndugleikarnir hava
niðurprioriterað oljuøk-
ið.
– Nú óvissan er burt-
ur ber til at fara til
verka. Hetta verður ein
sera stór avbjóðing,
sum eg ætli mær at á-
taka mær í fullum álv-
ara og í tøttum sam-
starvi við starvsfólkini
sigur Sigurð í Jákups-
stovu. Hann heldur, at
man nú má taka sær ta
neyðugu tíðina til at
meta um fyrimunir og
vansar við at leggja
báðar stovnarnar sam-
an.
Spurningurin er so,
hvat fer at verða broytt í
arbeiðinum,
nú
tað
gamla Oljumálaráðið er
farið í søguna. Tað eru
so tey, sum siga, at
Oljumálaráðið í síni tíð
var partur av eini polit-
iskari kabalu, og sigur
man, at niðurleggingin
av tí eisini er politikkur,
so er status quo og man
situr eftir við tí stovn-
inum, sum skal gera ar-
beiðið, og sum nú fær
sama heitið sum tað
hann bar undan stovn-
anina av Oljumálaráð-
num, nevniliga Olju-
fyrisitingin. Munurin
ella broytingin verður
so tann, at fyrrverandi
stjórin er farin í annað
starv, meðan uppruna-
ligu uppgávurnar verða
stórt sæð tær somu.
Hugsast kann eisini, at
henda endaliga loysn
kann betra um sam-
skiftið og møguliga eis-
ini forstáilsið millum
føroysku oljumyndug-
leikarnar og brúkarar-
nar, sum m.a. eru olju-
feløgini. Nú vita tey so
við vissu, hvør adressan
er, og hvør hevur á-
byrgdina, politiskt og
fyrisitingarliga.
NAVNABROYTING
Jan Müller
»Oljufyrisitingin«. Hetta
verður heitið á tí stovni,
sum í framtíðini skal um-
sita oljumál. Eftir áheitan
frá landsstýrismanninum í
vinnumálum hava starvs-
fólkini á tí niðurlagda Olju-
málaráðnum gjørt av at
finna tað gamla navnaheit-
ið
framaftur,
nevniliga
Oljufyrisitingin. Hetta er
eisini í samsvar við ta full-
makt, sum Bjarni Djurholm
hevur givið fólkunum, sum
skulu umsita oljutilgongd-
ina framyvir. Landsstýris-
maðurin hevur nevniliga
lagt upp til, at talan skal
ikki vera um eina deild
undir Vinnumálaráðnum,
men heldur um ein sjálv-
støðugan stovn við egnum
stjóra, ja við egnum lívi.
Stovnurin verður tí at sam-
meta við t.d. Heilsufrøð-
iligu
Starvsstovuna
og
Landsverkfrøðingsstovnin.
– Eg havi latið lyklarnar
frá mær aftur til stovnin, tí
hann skal kunna arbeiða ó-
heftur
av
landssstýris-
manninum, men hann kem-
ur so kortini at referera,
vísa til landsstýrismannin í
vinnumálum sigur Bjarni
Djurholm, sum vónar, at
starvsfólkini á stovninum
við hesum kunnu fara
ekkaleys og nøgd til ar-
beiðis undir tí nýggja
karminum. Hann vónar at
fáa eitt gott samstarv við
stovnin og vil gera sítt til at
fáa eitt smidligt og gott
samskifti. Hann sær fyri
sær nógvar spennandi og
týðandi uppgávur í næstu
framtíð. Fyribils verður so
talan um tveir stovnar á
olju- og undirgrundarøki-
num, Jarðfrøðissavnið og
Oljufyrisitingina. Leiðari
fyri báðar stovnarnar er
Sigurð í Jákupsstovu. Lagt
verður nú upp til at kanna
møguleikan fyri at leggja
hesar báðar stovnar saman í
ein felags stovn.
Óvissan
burtur
Sigurð i Jákupsstovu oljustjóri:
Oljufyrisitingin fær
aftur gamla heitið
Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í oljumálum
Ein nýggjur Jazzfesti-
valur fer at ríka havn-
agøtur við tónleiki í
summar. Heitið verð-
ur Havnar Jazz Festi-
val, og tað er Havnar
Jazz Felag, ið skipar
fyri
Tónleikur
Tíðindaskriv
Eftir at gamli Jazz, Fólka
og Blues Festivalurin fór í
søguna er nú ein nýggjur
festivalur á gáttini. Tað er
Havnar Jazz Felag, sum
síðani 1975 hevur skipað
fyri konsertum í Havnini,
ið tekur stig til nýggja fest-
ivalin.
Jazz, Fólka og Blues
Festivalurin hevur verið
hildin á hvørjum ári síðan
1984 undir leiðslu av
Brandi Øssursyni, men við
tað at Brandur flutti aftur til
Danmarkar, eftir at hann
fór frá við eftirløn á heysti
2003, er harvið hendan há-
tíðarstevnan hildin uppat.
Havnar Jazzfelag hevur
síðani miðvíst arbeitt fyri at
stovna ein nýggjan festival,
sum skal fylla tað tómrúm,
ið gamli festivalurin lat eft-
ir sær. Vegna Havnar Jazz
Felag eru Arnold Ludvig og
kona hansara Anna Iachino
sett sum høvuðssamskip-
arar av festivalinum.
Hetta er gjørt i samstarvi
við Brandur Øssurson, ið
hevur givið sína hjálp og
sín stuðul til tiltakið.
Øðrvísi karmar
Nýggi festivalurin fær heit-
ið Havnar Jazz Festival, og
verður samstundis eitt sind-
ur øðrvísi enn tann gamli.
Konsertirnar vera ikki
longur hildnar eina í Norð-
urlandahúsinum, men á
Gamla Meiarínum, Sjón-
leikahúsinum,
smærri
spælistøðum í Havnini og
eisini á Havnargøtum. So-
leiðis fær festivalurin ein
meira festival kendan dám.
Dentur verður á hesum
fyrsta sinni lagdur á norð-
urlendskar og kanadiskar
bólkar.
Nøvn á festivalinum
Festivalurin verður frá døg-
unum 28 juni til 4 juli, og
nógv spennandi nøvn eru
longu komin á skránna.
Nevnast kunnu til dømis
New
Jungle
Orchestra
(DK), sum hevur verið eitt
av allarbestu jazzorkestrum
í Europa í nógv ár, og sum
nú eru fløguaktuellir við
Live from Birdland. Eisini
verður verðinskenda disko-
stjørnan, Geraldine Hunt,
ið millum annað hevur
gjørt og sungið lagið, Can’t
fake the Feeling, við á fest-
ivalinum. Hon fer her at
spæla saman við The
Arnold Ludvig Trio.
The Merlin Factor við
luttøku av Jim Hillman og
Tuku frá Kanada. Jussi
Kannaste
Quartet
frá
Finnlandi.
Sjálvandi vera tað eisini
nógv góð føroysk nøvn á
skránni so sum Uni Debess
Band, Hans Petur í Brekk-
unum Band, Yggdrasil og
onnur.
Búmerkið
Til Festivalin skal nú finn-
ast eitt nýtt búmerki. Tískil
skipar Havnar Jazzfelag
fyri
búmerkjakapping.
Freistin er longu sett til 15
mars.
Vinningurin er atgongu-
merki til allar konsertinar,
ið verða á festivalinum og
fløgurnar, ið hesi orkestur
hava
útgivið.
Vónandi
verður undirtøkan stór.
Meiri fæst at vita við at
senda ein teldupost til
Olavur
Olsen
á
Olavur@hotmail.com ella
hjá Tutl@info.fo
Búmerki til nýggjan festival skal finnast
Uni Debess er ein av teimum, sum skal spæla á nýggja
jazzfestivalinum í summar. Mynd: Jens Kristian Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Við at vinna uppstill-
ingarvalið í níuggju
av tíggju statum
gjáranáttina beindi
John Kerry allan iva
av vegnum. Tað er
hann, sum skal bjóða
Bush, forseta av í
heyst
UPPSTILLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í einari sjónvarpssamrøðu
fyri fjúrtan døgum síðani
umrøddi George W. Bush,
forseti, John Kerry sum
"ein senator í Massachu-
setts". Tað ger hann ikki
longur. Gjáranáttina ringdi
Bush til Kerry og ynskti
honum tillukku við upp-
stillingini.
Avgerðin um, hvør skal
stilla upp fyri demokratar-
nar og royna at fella Bush,
kom gjáranáttina, tá John
Kerry vann uppstillingar-
valið í níggju av teimum
tíggju
statunum,
sum
høvdu
uppstillingarval.
Hann vann í Minnesota,
Ohio,
Massachusetts,
Rhode Island, Connecticut,
Maryland, Georgia og í
teimum báðum fólkaríkastu
statunum í USA, Kalifornia
og New York. Howard
Dean, sum tók seg burtur úr
valstríðnum herfyri, vann
kortini í sínum egna heim-
stati, Vermount. Tann ein-
asti avbjóðarin, sum John
Kerry hevði eftir, John
Edwards, mátti lúta í øllum
statunum.
John Kerry fór alt fyri
eitt undir sjálvt valstríðið.
– Í meiri enn 30 ár havi
eg verið frammarlaga á
stríðsvøllinum, segði tann
60 ára gamli fyrrverandi
Vietnam-hermaðurin
og
helt fram:.
– Eg havi altíð stríðst fyri
rættvísi og teimum amerik-
onsku lívsvirðunum. Vit
skulu leggja grundarlag
fyri búskaparligari fram-
gongd við at taka av skatta-
lættan, sum Bush gav teim-
um ríku. Vit skulu skerja
hallið á fíggjarlógini niður í
helvt tey næstu fýra árini,
vit skulu gera íløgur í
heilsuverkið,
hækka
minstulønina og tetta allar
smogur, sum tey tær stóru
fyritøkurnar brúka fyri at
flyta pengar og arbeiðs-
pláss av landinum.
Hann lovaði eisini, at
USA skal klára seg við
egnari orku, og at hann fer
at skapa 500.000 nýggj
arbeiðspláss í orkuvinnuni.
Um uttanríkispolitikkin
segði John Kerry, at USA
skal inn aftur í altjóða
samfelagið. Tær gomlu
samgongurnar skulu endur-
nýggjast, samstundis sum
nýggjar skulu skipast, tí tað
er avgerandi fyri bardagan
ímóti yvirgangi, segði hann
og gav stjórnini hjá Bush
eit spark fyri hennara uttan-
ríkispolitikk:
– George W. Bush hevur
rikið tann mest ódugnaliga,
vandafulla og hástróra utt-
anríkispolitikkin í nýggjari
amerikanskari søgu, segði
Kerry.
Edwards varaforseti
Hann hevur nú vunnið upp-
stillingarvalini í 28 av
teimum 31 statunum, sum
hava havt uppstillingarval.
Hansara næsta stig verð-
ur at finna sær eitt varafor-
setaevni, men sambært
CNN fer hann helst at bíða
við at boða frá, hvør tað
verður. Hinvegin skal hann
taka avgerðina, áðrenn
demokratarnir fara at halda
landsfund í summar
Tað er ikki óhugsandi, at
tað verður kappingarneytin
John Edwards. Veljara-
kanningar hava víst, at teir
báðir fara at vinna for-
setavalið ímóti Bush og
Dick Cheney.
Avbjóðarin
funnin
Fann tekin um vatn
á Mars
Uran horvið úr
Svøríki
Amerikanska Mars-
farið "Oppurtunity"
hevur funnið tekin
um, at vatn einaferð
hevur verið á gongu-
stjørnuni. Tað merkir,
at lív kann hava verið
har einaferð í tíðini
RÚMDIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hesar myndirnar eru heilt
ótrúligar. Tær vísa, at lend-
ið kann hava staðið undir í
vatni leingi, og at hetta
annaðhvørt hevur verið eitt
grunt hav ella eitt vatn.
Á rúmdarstøðini NASA
og kring allan heim eru
jarðfrøðingar ovfarnir av
myndum, sum "Oppurt-
unity" hevur sent niður á
Jørðina. Kanningar hjá far-
inum hava víst, at tað hevur
funnið sulfatir og onnur
evni, sum eftir øllum at
døma eru vorðin til í vatni.
Tað merkir eisini, at fyri-
treytirnar fyri lívi á Mars
hava verið rættiliga góðar,
sjálvt um kanningarnar ikki
hava givið nakað beinleiðis
tekin um, at lív hevur verið
á gongustjørnuni.
"Oppurtunity" lendi á
Mars tann 25. januar.
Tríggjar vikur framman-
undan lendi "Spirit" eisini
har, og bæði førini hava
síðani kannað viðurskiftini
á reyðu gongustjørnuni.
Hvørki "Oppurtunity" ella
"Spirit" hava útgerð, sum
beinleiðis kann ávísa, um
lív hevur verið á Mars ella
ikki, men ætlanin er at fáa
nærri greiði á hesum í
2009, tí tá skulu kanningar-
før við tílíkari útgerð send-
ast til Mars.
Amerikanska fregn-
artænastan CIA ber
ótta fyri, at yvir-
gangsmenn kunnu
hava fingið fatur á
urani, sum er horvið
úr einari goymslu í
Svøríki
KJARNORKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað vóru svenskir myndug-
leikar, sum longu í fjør
fingu illgruna um, at uran
var
horvið
úr
einari
goymslu hjá fyritøkuni
Ranstad Mineral, og í okto-
ber vóru nakrir embætis-
menn hjá CIA í Stockholm,
har teir vórðu kunnaðir um
illgrunan, skrivar svenska
blaðið Expressen.
Ein embætismaður hjá
CIA sigur við blaðið, at
Ranstad Mineral hevur lært
nakrar sýrialendskar kjarn-
orkugranskarar,
hvussu
uran skal handfarast, og at
svenska fyritøkan hevur
selt Sýrialandi ymsa kjarn-
orkuútgerð. Talan var mill-
um annað um útgerð til at
viðgera geiðslavirkin evni,
sigur embætismaðurin.
– Hevur fyritøkan selt
sýrialendingum
geiðsla-
virkin evni ella aðra útgerð
til kjarnorkuendamál, er
hetta eitt sera álvarssamt
mál, sigur CIA-embætis-
maðurin við Expressen.
Blaðið veit at siga, at
svensku myndugleikarnir
rannsakaðu hølini hjá Ran-
stad Mineral, stutt eftir at
CIA-umboðini høvdu verið
í Stockholm, og at fyri-
tøkan bleiv stongd orsakað
av vantandi trygdartiltøk-
um.
Deildarleiðarin
í
svenska trygdarverkinum,
Carl Magnus Larsson, vátt-
ar hesi tíðindini fyri Ex-
pressen. Hann sigur, at
trygdarviðurskiftini á Ran-
stad Mineral vóru út av lagi
vánalig.
John Kerry og konan, Teresa Heinz Kerry, fegnast um sigurin gjáranáttina
C
M
Y
K
19
18