Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. apríl 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. apríl 2012 · Nr. 43 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lærarar til Fiskivinnuskúlan Fiskivinnuskúlin søkir eftir lærara ella tímalærarum at byrja á skúlanum 1. august 2012 í hesum lærugreinum: Enskt C, B og A-stig (4 + 4 + 5 t/v) + rættiniðurskurð (uml. 7 lønartímar) Arbeiðsuppgávur: • undirvísa í viðkomandi lærugrein • vera við í ráðlegging skúlans • hjálpa næmingunum við verkætlanum Vit vænta, at tú: • hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni • hevur undirvísingarroyndir (fyrimunur) • ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja tilrættis • trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi • kanst motivera næmingarnar Vit bjóða: • eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi • eitt arbeiðspláss í støðugari menning • ein positivan leiðsluhugburð til næmingar og lærarar Setanar- og lønartreytir: Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsóknir skulu stílast og sendast til Fiskivinnuskúlan, Fjarðarvegur 4, Postrúm 96, 350 Vestmanna. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl 2012. Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á heimasíðu skúlans www.fiskvest.fo Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Andreasen, skúlastjóra, á tlf. 424573 ella 221654. Postrúm 96 · 350 Vestmanna · tlf. 42 45 73 · fiskvest@fiskvest.fo Á Fiskivinnuskúlanum ganga umleið 65 næmingar á støðisárinum innan fiskivinnu (SIF) og hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF). Á skúlanum eru trý følk í føstum starvi, meðan aðrir undirvísarar eru settir sum tímalærarar. Skúlin skipar eisini fyri skeiðum t.d. innan innaneftirlit og matvørutrygd. Fróðskaparsetur Føroya • J.C. Svabos gøta 14 • FO-100 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Útnorður í 21. øld, samfelag, útbúgving og gransking – Nýggir leiklutir í altjóða samfelagnum Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum 24. apríl 2012. Har verður ljós varpað á samfelagsligu avbjóðingar og møguleikar, sum samfeløgini í Útnorðri, ið vóru partar av gamla danska imperiuminum, standa yvirfyri. Hugsað verður bæði um politiskar, vinnuligar og mentanarligar avbjóðingar. Deildin hevur tilvitað valt at líta fram eſtir og hevur tess vegna bjóðað einum breiðum skara av okkara samstarvsfeløgum í Norðurlondum at luttaka bæði við framløgum og vísindaligum greinum. Ráðstevnan leggur dent á tvey evni – eitt fyrrapartin og eitt seinnapartin: • Útnorðurlendskur samleiki sum politisk-búskaparlig drívmegi • Trygd og autonomi Tilmelding fer fram, við at tekna seg á radstevna@setur.fo og við at gjalda kr. 100 á konto: 9181 4958723. Íroknað gjaldinum er kaffi og miðmáli. Navnið á luttakara skal viðmerkjast tá goldið verður. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. apríl 2012. Sí skránna og meira kunning á setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður 25 ár í 2012. Í hesum sambandi verður ein ráðstevna hildin, har dentur verður lagdur á framtíðina hjá samfeløgunum í Útnorðri í einum alheimsgjørdum heimi.